tað kemur til renning, bæði burturi og heima. Gull og føroysk met Bjørk Herup Olsen gjørdi bart í báðum kappingunum, hon var við í, so tí kemur hon nú heimaftur sum tvífaldur danmarksmeistari. Fyrra kapping [...] báðar dagarnar. Eisini Rúni Seloy, sum kappaðist í bólkinum dreingir 15-16 ár, legði bragdliga fyri, tá hann leygardagin vann gull á 800 metra teininum, samstundi sum hann við tíðini, ið var 1.59,62 minuttir [...] kappingar og heiðursmerki. Men eisini var stuttligt at síggja, at ungi morskranesmaðurin, Marnar Djurhuus, sum fyri kortum er komin upp í skipaðu renningina, eisini megnaði at vinna eitt gullmerki og annars gera
hevur gingið væl. Vit hava strítt saman sum eitt lið, allar sum ein, og tað góða samanhaldið kunnu vit saktans brúka, nú endaspurturin í landskappingini heima nærkast, sigur Malena Josephsen. – Teir báðar [...] líðandi og gjørdist ikki so ringt, sum vit stúrdu fyri, sigur Malena Josephsen, liðskipari á KÍ-liðnum. – Okkara ætlan var at bíða eftir teimum, tí vit vistu, at tær sum lið ikki vóru so øgiliga góðar, hóast [...] NSA Sofia úr Bulgaria og Tikvesanka úr Makedonia. Nógvi hitin hevur verið darvandi fyri avrikini, sum tó mugu sigast at hava verið væl og virðiliga nøktandi. KÍ tapti 0-2 fyri Montpellier og 1-2 fyri NSA
stutt eftir kom ein fløga á marknaðin frá føroysku stjørnuni. Ein teirra, sum arbeiddi við fløguni hjá Annu, var Mads Fjelstervang, sum er ein sokallaður publishing manager hjá Good Songs Publishing. Og tað [...] Keypmannahavn. 20 ára gamla songkvinnan hevur nú givið eitt serligt lyfti til danan Mads Fjelstervang, sum hon hevur verið saman við í 10 mánaðir. Fingu eyguni upp til Melody Grand Prix Eftir at Anna Faroe [...] hvussu búgvin, hann er, sigur Anna Faroe. Ikki ov ung til giftarmál Í hesum døgum eru tað ógvuliga fá, sum giftast í so ungum aldri. Men Anna Faroe heldur ikki tað er løgið, at hon valdi at giftast so ung.
láss sum tað í Scalloway stóran týdning. Articon er ikki fyrsta føroyska fyritøkan, sum hevur fingið annað beinið inn á hetlendska marknaðin, tá tað ræður um at veita tænastur, sum hava [...] mennandi oljuvinnuna. Byggifyritøkan Articon hevur fingið ein sáttmála í Hetlandi. Hetta veit heimasíðan Shetland News at siga frá. Talan er um at dýpa havnina í Scalloway fyri at skapa [...] byrjar í apríl-mai og heldur fram árið út sigur fíggjarleiðarin við blaðið. Robert Sinclair, sum starvast hjá hetlendsku myndugleikunum, sigur sambært Shetland News, at sáttmálin
víst, at vit eru gandaðir. Tó høvdu vit ikki líka nógvar málmøguleikar í dag, sum vit hava havt í onkrum øðrum dystum, sum t.d. í dystinum ímóti HB í Gundadali farna mikukvøld. Uppiborin sigur Innskifti [...] Fløtugerði í Fuglafirði ígjár. Tá bert 12 minuttir vóru farnir fekk Víkingur hol á. Sølvi Vatnhamar, sum hevur verið sera eyðsýndur seinastu tíðina syrgdi við einum hegnisligum lobbi fyri, at Finnur Justinussen [...] men hann megnaði at sleppa sær framvið trimum ÍF-spælarum, og lirka bóltin yvir til Hanus Jacobsen, sum takkaði fyri møguleikan, ið var serveraður fyri føtur hansara, og Hanus tryggjaði Víkingi øll trý stigini
var á einari leið. Málini, sum fóru í gjøgnum, bóru boð um, at verjan ikki er samanspæld enn, heldur ÍF venjarin Albert Ellefsen. Sakna Heðin Hjá KÍ vóru allir teir við, sum tað kann roknast við fara at [...] Øssur Dalbúð er niðri, og hann verður ikki í føroyskum fótbólti næstu mánaðirnar. Clayton Soares er heima í Brasil. Hann kemur aftur til Fuglafirðar um tvær vikur. Veteranmálverjin Jákup Mikkelsen vandi [...] við til at manna liðið í ár, burtursæð frá Henry Heinesen og Álvi F. Christiansen og onkrum øðrum, sum eru skaðaplágaðir. Sammett við í fjør er Heðin á Lakjuni ikki farin aftur at venja. Í fjør mundi
til eitt pláss sum dómari við OL er langur og alt byrjaði við eini innbjóðing til altjóða dómaraskeið í Svøríki í 1996. Við á skeiðnum vóru 28 luttakarar og stóð Schandorff royndina sum ein tann besti [...] dómaralista fyribils. Í 1997 fingu Føroyar altjóða limaskap og tá bleiv Schandorff fluttur á egnan listan sum føroyskur altjóða dómari. Fyrstu trý árini var hann kandidat og skuldi fáa royndir og eygleiðast. Eisini [...] Eisini skuldu fleiri uppgávur gerast við góðum úrslitum. Tá trý ár vóru liðin fekk hann góðkenning sum altjóða dómari. Fyrsta uppgávan var HM í felt 1998 í Eysturríki. Føroyar hava onga feltskjóting, so
so dygga undirtøku millum alarar, sum ongantíð áður. Ragnar Joensen, formaður í Føroya Havbúnaðarfelag og stjóri í Marine Harvest, sigur, at á fyrstu ráðstevnuni, sum felagið skipaði fyri, vóru eini 70-80 [...] og árið fyri, sum var fram úr. Ragnar sigur, at tá ið tosað verður um lívfrøðiligu gongdina, verður eitt nú hugt at felli og vøkstri, og hvussu nógvur fiskur fæst burtur úr tí fóðri, sum brúkt verður í [...] í alingini. - Í Noregi eru vøksturin ikki heilt so góður, sum tey hava roknað við, og í Chili gongur heldur ikki so væl, sum tey kundu ynskt sær. Tí eru marknaðarútlitini hampilig, heldur formaðurin í
fyrsta lagi, at teir fýra føroysku flakatrolararnir, sum hesa tíðina av árinum plaga at hava góðan fiskiskap í norskum sjógvi, ikki sleppa á tær leiðir, sum geva størstu og bestu úrtøkuna. Í staðin royna skipini [...] at vert er at taka samráðingarnar uppaftur tá. Sum skilst á Jacobi Vestergaard eru norðmenn ikki so ótolnir eftir at fáa fiskiveiðisáttmálan upp á pláss, sum føroyingar eru. Vit spurdu tí landsstýrismannin [...] hetta møguliga merkir, at norðmenn framhaldandi ætla sær at krevja somu 85% av eykakvotuni av makreli, sum teir gjørdu undir samráðingunum herfyri. - Ja, tað er ilt at siga, men óhugsandi er ikki, at teir vilja
hon merkir eisini, at vit ikki longur planleggja við heimavaktum, sum vit hava gjørt. Tí skulu politistar í Norðoyggjum og Eysturoy, sum fyrr ikki hava verið úti og koyrt um náttina, út at koyra patrulju [...] á sama hátt sum fyrr, tá politistar kundu fara beinleiðis av vakt til heimavakt. Heimavakt er, tá løgreglumaðurin kann tilkallast heimanífrá. - Hendir so tað, at ein maður hevur verið heima í tveir tímar [...] patrulju um náttina, mitt í viku. Hetta eru serliga eldri politistar, sum nú skulu gera nakað, teir ikki hava gjørt fyrr, og í Føroyum hava vit ongan seniorpolitikk, sigur Jan Poulsen. Hann leggur afturat, at