VÍF-Neistin 12-20 (8-9)
Orsakað av stóra spenninginum undan sokallaða finaludystinum, var høllin meira ella minni fullsett, tá kvinnurnar hjá VÍF og Neistanum skuldu royna seg leygardagin.
Vestmenningar hava altíð verið trúfastir stuðlar hjá liðum sínum, og tað var sjónligt, at flestu áskoðararnir vóru møtt tíðliga, soleiðis at tað skuldi bera til at fáa sær ein góðan sess.
Neistaviðhaldsfólkini vóru eisini nógv í tali. Bussar vóru farnir úr Havnin við áskoðarum, so ytru karmarnir fyri einum undirhaldandi dysti vóru so avgjørt í lagi.
Tað var tó skjótt greitt, at fyritreytirnar hjá VÍF fyri einum sigri, vóru alt annað enn optimalar, tí Ioana Rápa, sum hevur drigist við skaða stóran part av árinum, var ikki á vøllinum til hendan dystin.
Fleiri feðrir hevur hon annars spælt, hóast hon kanska heldur átti at bundið frið, men týdningurin av dystinum hesuferð, var helst ikki nóg stórur, til at hon vildi seta heilsuna í vága.
Liðfelagar hennara megnaðu tó at geva neistakvinnunum harða mótstøðu fyrsta hálva tíman. Munurin á liðunum var ongantíð serliga stórur, men meginpartin av tíðini var tað tó Neistin, sum átti eina lítla yvirvág.
Hvat Christian Poulsen hevur sagt sínum leikarum í hávleikinum veit eg ikki, men í øllum førum vóru neistakvinnurnar sum hamskiftar, tá tær komu á vøllin til seinna hálvleik.
Verjan var nú nógv grammari enn hon hevði verið fyrra hálvleikin, og tað var serliga í hesum partinum av spælinum, at tryggi sigurin varð grundlagdur.
Vælskipaða verjuspælið hevði eisini við sær, at tað í fleiri førum eydnaðist neistakvinnunum at seta skjót mótálop í gongd, og sum dysturin leið, gjørdist sigurin alsamt meira vísur.
Tað var eisini líkt til, at havnargenturnar vóru nógv betri fyri kropsliga enn vertirnir. Tær høvdu tískil neyðuga yvirskotið til at skifta leikferðina, umframt at hetta sum fráleið eisini gav teimum eina sálarliga yvirvág.
At VÍF bert megnaði at skjóta fýra mál allan seinna hálvleik boðar greitt frá, at verjuparturin hjá Neistanum var í lagi, og tað er einki at taka seg aftur í, at júst hetta hevur verið styrkin hjá liðnum hetta kappingarárið.
Kanska sær tað ikki altíð so øgiliga vakurt út, men stigini eru við javnari ferð komin inn kontina, og nú kappingarárið er lokið, hava neistakvinnurnar fingið silvurmerkini um hálsin.
Frøin var tí sjálvandi stór á gentunum, tá tær eftir dystin fingu merkini um hálsin, meðan støðan helst var nakað øðrvísi hjá VÍF.
Tær høvdu eisini góðar orsøkir til at kenna seg eitt sindur vónsviknar, nú tær eingi heiðursmerki fingu. So at siga alt kappingarárið hava tær verið við til at mynda toppin, og leingi var eisini líkt til, at tað skuldi eydnast teimum at fáa silvurmerkini.
Seinastu dystirnar í árinum hevur úrtøkan tó verið ov lítil, og eru bæði Kyndil og Neistin farin fram við vestmannakvinnunum.
Liðið eigur tó aftur í ár toppskjúttan í føroyski kappingini, tí á hesum plássi hevur Iana Rápa so at siga alt árið verið ovast. Størsti spurningurin man tí vera, hvussu verður við VÍF, um rumenski venjarin ikki er á liðnum komandi kappingarár.
Uttan at niðurgera nakran av hinum leikarunum kann staðfestast, at hon er so nógv tann týdningarmesti leikarin á liðnum, og uttan hana ber illa til at ímynda sær, at VÍF fer at gera nakað serligt um seg komandi árini.
Frágongd er eisini nakað, sum neistafólkini mugu hugsa um komandi mánaðirnar. Fleiri av ungu leikarunum verða lidnar við miðnámsútbúgving sína í summar, og so er spurningurin helst, um nøkur teirra fer av landinum at útbúgva seg.
Eisini tykist óvist, um Ileana Manolescu verður við aftur komandi ár, so í ringasta føri kann støðan gerast soleiðis, at Neistin komandi ár verður í somu støðu, sum tær vóru í fyrsta partin av kappingini hetta árið.
Fyrstu dystirnar gekst teimum nevnliga sera striltið at fáa nakað stig burtur úr dystunum, men so við og við er liðið komið fyri seg, og tá avtornaði endaðu tær altso á næst ovasta sessinum.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
VÍF: Jacklin Durhuus 4, Fríða Marjunardóttir 3 (1), Óluvá Poulsen 2, Randi Kúrberg 2, Signhild Petersen 1
Neistin: Marjun Jógvansdóttir 4 (2), Katrin á Neystabø 3, Inga Danberg 3, Mildrid Jacobsen 3, Ileana Manolescu 2, Gunnleyg Berg 2, Birita Wardum 2, Bjørg Patursson 1 (1)
Brotskøst:
VÍF 1, Neistin 4
Útvísingar:
VÍF 2, Neistin 1
Dómarar úr KÍF:
Vagnur Johansen og Jónolvur Johannesen