Hann er tað eg hevði brúk fyri

- Eg sá beinan vegin, at hann var nakað heilt serligt. Búgvin, fittur og umhugsin, og í veruleikanum er hann alt tað, sum eg havi brúk fyri, sigur ein brosandi Anna Faroe, sum seinasta leygardagin varð gift Mads Fjelstervang.

Ílatin einum hvítum, stuttum kjóla við silvur troyggju útyvir varð Anna Faroe farna leygardagin gift í Thorvaldsens Museum í Keypmannahavn.

20 ára gamla songkvinnan hevur nú givið eitt serligt lyfti til danan Mads Fjelstervang, sum hon hevur verið saman við í 10 mánaðir.


Fingu eyguni upp til Melody Grand Prix

Eftir at Anna Faroe reyk úr X-Factor, fór hon í upptøkuhølið hjá Recart í Keypmannahavn, og stutt eftir kom ein fløga á marknaðin frá føroysku stjørnuni. Ein teirra, sum arbeiddi við fløguni hjá Annu, var Mads Fjelstervang, sum er ein sokallaður publishing manager hjá Good Songs Publishing.

Og tað var í samband við fløguna, at Anna hitti Mads fyrstu ferð.

- Eftir fløgan kom út hittust vit ofta í samband við tónleikatiltøk, men tað var ikki fyrr enn til danska Melodi Grand Prixið í fjør, at vit fingu eyguni upp fyri hvørjum øðrum, sigur Anna Faroe.

Eftir hetta gingu tað nakrir mánaðir, áðrenn Anna og Mads skuldu hittast aftur, men brádliga fekk Anna eini sms-boð frá Mads.

- Hann bjóðaði mær við til eina konsert, og tað kvøldið visti eg, at hann var nakað heilt serligt. Vit tosaðu um okkara fortíð og okkara familjur, og beinan vegin vísti hann hvussu búgvin, hann er, sigur Anna Faroe.


Ikki ov ung til giftarmál

Í hesum døgum eru tað ógvuliga fá, sum giftast í so ungum aldri. Men Anna Faroe heldur ikki tað er løgið, at hon valdi at giftast so ung. Vit hava lætt við at taka skjótar avgerðir í gerandisdegnum, men tá ið umræður at binda seg á hendan hátt, hava vit lyndi til at bíða sum longst.

- Mamma mín var 19, tá ið hon varð gift, og fleiri vinkonur hjá mær eru eisini giftast í sama aldri. So eg haldi ikki, eg eri ov ung. Og eg skilji heldur ikki, hví eg skal bíða, tá ið tað kennist rætt, sigur Anna Faroe, sum eisini vísur á, at maður hennara er 29 ára gamal.

Og hóast Anna einans er 20 ára gomul, so hevur hon ikki upplivað, at nakar hevur verið neiligur mótvegis hennara giftarmálið.

- Øll síggja, hvussu røtt vit eru fyri hvønn annan, og tað er helst tí, at eingin hevur ein trupulleika við, at eg eri so ung, sigur Anna Faroe.


Skal venja meg við at siga “maður mín”

Einans seks dagar eru farnir, síðani Anna og Mads góvu sítt ja til hvønn annan. Brúdleypið var lítið og intimt og varð hildið heima hjá foreldrunum hjá Mads. Áleið 30 fólk vóru við til veitsluna, og Anna kundi ikki ynskt sær eitt betri brúdleyp.

- Alt var perfekt. Øll fingu møguleikan at hugna sær uttan at vera so fín og formel, sigur Anna Faroe.

Enn hevur Anna ikki merkt nakrar broytingar í lívinum – tó skal hon venja seg við at siga “maður mín” heldur enn “sjeikurin”.

- Tað kennist gott, at vit nú eiga hvønn annan. Nú eru vit eitt, og vit hava víst fyri hvørjum øðrum, at vit vilja vera saman í allar ævir, sigur ein glað Anna Faroe.



Myndir: Rebekka Rafael