Einki var í Gundadali leygardagin at síggja til málsóknastu ÍF spælararnar í fjør. Øssur Dalbúð er niðri, og hann verður ikki í føroyskum fótbólti næstu mánaðirnar. Clayton Soares er heima í Brasil. Hann kemur aftur til Fuglafirðar um tvær vikur. Veteranmálverjin Jákup Mikkelsen vandi fyrstu ferð hóskvøldið. Tað verður roknað við, at hann verður førur fyri at spæla um tvær vikur.
– Nenad Saric og Høgni Zachariassen hava vant í eina viku. Bartal Eliasen hevur vant nakrar ferðir. Men vit vóru væl mannaðir í Havn, og spælið var á einari leið. Málini, sum fóru í gjøgnum, bóru boð um, at verjan ikki er samanspæld enn, heldur ÍF venjarin Albert Ellefsen.
Sakna Heðin
Hjá KÍ vóru allir teir við, sum tað kann roknast við fara at vera við til at manna liðið í ár, burtursæð frá Henry Heinesen og Álvi F. Christiansen og onkrum øðrum, sum eru skaðaplágaðir.
Sammett við í fjør er Heðin á Lakjuni ikki farin aftur at venja. Í fjør mundi hann vera ein tann eyðsýndasti spælarin í Klaksvík:
– Heðin hevur boðað frá, at hann ikki ætlar at halda fram, men vit dylja ikki, at hann skal vera hjartaliga væl komin, um hann nú ger av at taka eitt ár aftrat, sigur
KÍ venjarin Eyðun Klakstein.
KÍ venjarin heldur, at tað longu leygardagin sást á spælinum, at tað ger mun, at Ndende og Jonas Flindt Rasmussen eru komnir aftrat.
Skála væl fyri
Millum tey, sum vóru í Gundadali leygardagin, varð lagt til merkis, at uppflytararnir av Skála vóru sera bragdligir. Tað var um reppið, at teir spældu seg í finaluna, men í lykladystinum taptu teir ímóti HB.
– Eg eri sera væl nøgdur við tað, sum vit sóu. Hugburðurin var góður, og spælararnir eru svangir. Eg tori at siga, at tað fer at síggja betri út, tí vit hava bara vant síðani 9. januar, og vit hava ikki havt nakra vetrarvenjing, sigur nýggi venjarin í bestu deildini Eliesar Olsen, ið hevur ábyrgdina av Skála liðnum.
Fleiri eru burtur
Tað var merkisvert, at Marni Djurhuus ikki var at síggja í EB/Streyma miðverjuni, har hann hevur verið fastur fúsur í nógv ár. Marni er ikki farin at venja enn, men úr Sundalagnum frættist, at hann nú fer at venja.
Framhaldssøgan um Egil á Bø tykist heldur ikki vera heilt liðug. Superveteranurin tók eitt tørn aftrat, tá ið tað í fjør stóð á. Hann hevur ikki verið til venjingar enn, men keldur í Sundalagnum siga, at tað verður roknað við Egili.
HB vann kappingina, og HB var væl mannað, hóast onkrir av lyklaspælarunum seinastu árini ikki vóru at síggja. Símun Samuelsen er ikki komin seg heilt, Christian R. Mouritsen er skaddur, og tað er Alex José dos Santos eisini.
Jákup á Borg, sum nú eisini er hjálparvenjari, var ikki á B36 liðnum leygardagin. Tað verður roknað við, at hann tekur eitt tørn aftrat. Símun Joensen var nógv skaðaplágaður í fjør. Hann var at síggja á B36 liðnum leygardagin.