og 1993 standa vit føroyingar eftir við eini stórari skuld til danska ríkiskassan. 2,7 milliardir av skuldini stava frá bankabjargingunum. Men vit sita eisini eftir við einum banka, sum landskassin, umvegis [...] onkur róð uppundir ta loysnina, at vit eiga at vísa á, at bankamálið er eitt danskt mál, og við teirri grundgeving eiga vit at krevja, at danir endurgjalda okkum alt tað, sum bankabjargingarnar hava kostað [...] sjónarmið góðkent av dønum, eiga vit at gera okkum fullkomuliga greitt, at danir so eisini fara at krevja ognarrættin til bankan. Tí tá eru tað teir, og ikki føroyingar, sum hava bjargað føroyska bankanum
leggjast til fakfeløgini at avgera Hetta er so satt, sum tað er sagt. Men tað er eisini ein veruleiki, at leiðslan skal útinnast á tí grundarlagnum, sum er avrátt millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Hetta [...] vísir á, at hin ikki virðir avtalur, sum eru gjørdar, og mótparturin ikki letst um vón, so verða tey amboð brúkt, sum eru til at taka. Við hesari frágreiðingini vóna vit, at tingmenn hava fingið eina betri [...] Eilif Samuelsen á, og teir politikarar, sum bara hava hoyrt sakina frá hansara síðu, taka undir við honum. Sæð frá okkara síðu, hongur málið ikki soleiðis saman, sum landsstýrismaðurin ber tað fram. Í 1991
skurðviðgerðina, stavaði frá einum donori, sum vísti seg at vera HIV positivur. Ikki er óvanligt, at tá sovorðið hendir, fara søgur at ganga, sum sjálvdan gagna nøkrum sum helst, og allarminst teimum avvarðandi [...] Føroyum, Danmark, Svøríki, Japan og Amerika. »Og vit trúgva, at tað hjálpir, tí vit kenna dømi um, at tað hevur tað gjørt fyrr,« sigur omma hesa gentuna, sum annars heitir á fólk um ikki at ganga við søgum [...] Ríkissjúkrahúsinum í København. Talan er um eina gentu, sum var til viðgerðar á Ríkissjúkrahúsinum. Hon fekk týsdagin eina størri skurðviðgerð, sum í aðrar mátar gekk væl. Men hósdagin fingu foreldrini at
fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum [...] mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri
rygginum: ? Vit hava higartil vant á grúsvøllum, og tað er als ikki so hugaligt, sum tað er at venja og spæla á grasi. Vit hava vant tríggjar ferðir um vikuna á grúsi, og tvær ferðir um vikuna hava vit vant konditión [...] føroyska málverjan at sær eisini eftir summarfrítíðina, og nú hevur Jákup Mikkelsen gjørt av, at hann verður í Herfølge tey bæði næstu kappingarárini: ? Vit eru lidnir at samráðast, og vit eru samdir. Sáttmálin [...] at roynast í vár: ? Vit hava mist Chris Hermansen til AB. Hann skoraði átta mál í heyst, tá hann var toppskjútti hjá okkum. Herfølge hevur keypt ein sum eitur Bo Henriksen frá OB. Vit vita ikki enn, hvussu
ørkymlar meg eitt sindur, tí eg trúði, at heilivágurin vit brúka, partvíst varð rindaður av sjúkrakassanum. Tí skuldi okkara egingjald verði av tí partinum sum sjúkrakassin ikki rindar, men hetta kann eg ikki [...] sigur, at tað serliga eru tvey punkt, sum hava vakt hansara misnøgd. Tað er serliga framferðarhátturin og so tað, at teir ikki kunnu greiða okkum frá, hvør tað er sum betalur heiluvág okkara. Eg havi [...] Kunngerðin ásetur eftir hvørjum treytum sjúklingar kunnu fáa endurgoldið útreiðslur fyri heilivág. Tað sum tó hevur vakt størstan ans er, at sjúklingarnir nú sjálvir skulu rinda part av útreiðslunum. Steinbjørn
seg, eftir at eisini hann hevur verið plágaður av skaða í lærkrikanum. Tað er ikki greitt, um hann heilt fer at gevast sum fótbóltsspælari, tá hetta kappingarárið er av, og so leingi sum tað ikki er greitt [...] í 24. raðnum, sum hann tekur til, tá danir í heyst og næsta ár fara at stríðast ímóti Italia, Sveits, Wales og Hvítarusslandi. ? Vit vóru ikki hepnir í hesum lutakastinum, og tað eru vit sera sjáldan. [...] fyri fult, og heldur ikki danska tíðindastovan Ritzau hevur endurgivið søguna hjá BT, sum sostatt hevur verið roknað sum tað, ið danir nevna »en avis and«. Nógv at taka av Todi Jónsson stríðist framvegis
og vit hava onkuntíð upplivað, at tá dreingirnir koma aftur frá altjóða kapping við U-15 liðnum, so gevast teir at spæla fótbólt, og tá mugu vit siga, at vit hava ikki fingið tað burturúr, sum vit høvdu [...] fíggjarætlanini fyri 1998 hava vit einki sett av til virksemið hjá U-15 landsliðnum. Hetta kemst partvís av, at vit royna at spara í rakstrinum, og tað kemst partvís av, at vit seta spurnartekin við úrtøkuna [...] uppá sjey hundrað túsund krónur. Millum annað hetta sæst av roknskapinum, sum FSF hevur sent limafeløgunum undan ársaðalfundinum, sum verður í Norðurlandahúsinum komandi leygardag klokkan 10. Og FSF hevur
stevnuni. Men hetta var ikki heilt greitt, táið vit hittu fyrireikararnar. Ætlanin er sjálvandi eisini at halda fráboðaðar klokkutíðir. Nógv verður eisini gjørt fyri framsýnararnar. Teir verða bodnir vælkomnir [...] innbjóðingar til fyritøkur og stovnar, kring alt landið sum kunnu hugsast at havt áhuga at verið við á framsýningini. Men tað merkir ikki, at ikki onnur eisini eru vælkomin. Og er onkur gloppin burturúr millum [...] fyrireikararnir, at tíðin aftur er búgvin at royna eitt slíkt tiltak. Tað er Tvøroyrar Bóltfelag, sum skipar fyri. Tvøramenn siga, at teir fara at leggja stóran dent á, at henda sølustevnan skal verða
Tað var ikki tespilig sjón, ið møtti teimum, sum starvast hjá P/F Bilútleigan, tá teir komu í hølini hjá felagnum á Heygnum Mikla leygarmorgunin. Sum navnið sigur, leigar Bilútleigan bilar út. Men umframt [...] umframt vanligar persónbilar, hevur felagið eisini tveir líkvognar, sum verða leigaðir út. Men fyribils kann felagið bert leiga út annan líkvognin, tí herverksmenn hava gjørt seg so illa inn á hin bilin, [...] fyribils. ? Vit eru sera harmir um, at fólk finna upp á slíkt, sigur Elgeir Olsen, stjóri í felagnum. ? Tað er ikki uttan trupulleikar at umvæla slíkan bil, tí talan er um ein serbygdan bil, og vit kunnu ikki