Mouritsen er komin á vøllin í staðin fyri Bárð J. Heinesen. Christian R. Mouritsen er nú miðframherji, og Kristin R. Mouritsen er farin í høgra borð, har hann arbeiðir ógvuliga nógv. Ragnar Leósson er komin [...] Stjørnu úr Beograd. Hetta var fyrsti dysturin hjá Arnar Braga fyri ÍBV, og harvið var hetta sjálvandi eisini fyrsta málið, sum hann hevur skorað fyri teir í Vestmannaoyggjunum. Hann er í summar komin til [...] sum HB liðið nú ger fleiri av, enn talan var um í 1. hálvleiki. Símun Samuelsen hevur havt roynd úr vinstru, men David James bjargaði. ÍBV skiftir út: Arnar Bragi Bergsson er komin á vøllin í staðin fyri
venja flogbólt á hægsta stigi. Tað er ein dreymur at sleppa at spæla uttanlands, og har eru átta venjingar um vikuna og ikki minst fleiri kropsligar venjingar, so tað er stuttligt, sigur Thorvald, sum farna [...] einum góðum liði, og so er eitt nú torført at siga, hvat Bermuda kann fáa tað til, tí tað kann jú vera, at onkur góður amerikanari er við har, nú teir eru vertir. Men sum heild eru hetta alt góðar flogbóltsoyggjar [...] Síðstu fimm oyggjaleikirnar er tað tó blivið til tríggjar ferðir silvur, eina ferð bronsu og so eitt fimtapláss, sum var í Álandi í 2009, so tá tað á Isle of Wight í 2011 eydnaðist liðnum at koma í finaluna
Clarence Hill fekk eina stóra hetjumóttøku, tá hann kom heimaftur til Bermuda. Og er tann 62 ára gamli Clarence Hill enn høgt í metum á Bermuda. [...] Bermuda hevur ein stóran eydnusaman lut framum Føroyar, nevnliga ta olympisku viðurkenningina. Hetta hevur givið teimum fremstu ítróttarfólkunum av Bermuda møguleikan at kappast við heimsins bestu ítróttarfólk [...] k á teimum olympisku summarleikunum. Bermuda hevur ríkisrættarliga eina stjórnarskipan, sum minnir um hana vit hava í Føroyum. Tíbetur fyri Bermuda, so vóru tey tíðliga úti og fingu sína olympisku viðurkenning
og nú er tað fantastiskt, at tað eydnaðist í kvøld, segði EB/Streyma liðformaðurin. Veteranurin Egil á Bø var fegin um, at tað endiliga eydnaðist at vinna liðið víðari í kappingini. -Hetta er fyrsta ferðin [...] 88) 4-1 Tað kennist sum um, at hetta er avgjørt. Nú skulu gestirnir skora trý mál, um teir skulu vinna seg víðari. Tað er rættuliga lítið sannlíkt. Innskifti Gunnar Zachariasen er farin skaddur av vøllinum [...] Hansen er borin av vøllinum við krampa. Í hansara stað er komin Niels Pauli Danielsen, sum er komin inn á miðvøllin, meðan Gunnar Zachariasen er fluttur fram í álopið. 69) 2-1 Pætur Dam Jacobsen er farin
eigur ikki at vera minsti ivi um trygdina hjá teimum, sum rógva. Í Føroyum er tað oftast soleiðis, at um ein dagur er ljótur, so er tað oftast soleiðis, at tann næsti er betri. Soleiðis vísti tað seg eisini [...] leikaði á, áðrenn tað eydnaðist at fáa kappróðurin í Fuglafirði avgreiddan. Leygardagurin og sunnudagurin á varmakeldustevnu í Fuglafirði 2013 vóru áminning um, at kappróðurin í Føroyum er heilt serligur. [...] Undirlagið er sjógvur í firðum, vágum og sundum, har tað kann roknast við øllum veðri – heilt frá silvitni og til so ógvusligar stormar, sum møguleiki er fyri hesa ársins tíðina. Tað valdast eisini um streym
bátur kom um borð til okkara, og førdi hann ta bjargaðu manningina um borð á fransmannin. Eg og ein av manning mínari fóru við um borð. Har var hugt at skipsdagbókini og øðrum pappírum, og eisini [...] honum undir so stórt endurgjald fyri eingilska líkasælu, at raksturin orkaði hetta ikki og skipið glapp honum av hondum. Teir høvdu fingið óbrúkiligar lossigreiðir frá landi av. Umframt hetta misti [...] við ørmunum. Vit sigldu so nær, at teir kundu preia, og tann franski skiparin rópti: ”Kom um borð, skipið er um at søkka undan okkum.” Vit vóru skjótir at seta bátin út, og sjálvur fjórði fór eg í bátin
sindur. Men um nú eg hevði koyrt ávirkaður, og hetta kortini var útfallið, skuldi eg livað við, at hon doyði, tí eg koyrdi ávirkaður. Og hvat um eg ikki hevði drukkið hatta vínið, og hvat um vit bara høvdu [...] veggur ímillum, og har lá Hjørdis deyð. Tað vóru fólk eisini bilsin um. - Tankin var ræðuligur. Eg hugsaði slettis ikki um meg. Hugsaði bara um systkini og mammuna og pápan – missurin var ómetaliga sárur. Nívandi [...] kistuna, og tíðin gekk alt ov skjótt. Eg orkaði ikki hetta lokið, sum skuldi á kistuna, tí tá veit mann, at tað er slutt fyri altíð. Fyri meg var hetta næstan líka ringt sum at fáa deyðsboðini. Tað var sum
sum er eftir av hesum róðrarárinum: -Onkur er upp á spring at fara til Noregs at arbeiða, og onkur er á veg heim úr Noregi. Vit vóna og vænta, at tað fer at ganga upp, men hetta er øðrvísi, enn tað plagdi [...] verður umborð tað, sum er eftir av hesum róðrarárinum. Hann er á veg til skips, og hóast tað hava verið fleiri skiftingar umborð higartil í ár, so er tað ikki hvør sum helst, sum nú er farin av. Janus hevur [...] var tíðarmunurin dupult so stórur, sum hann var á fyri viku síðani. Harvið er tað greitt, at avbjóðingin hjá miðvingum er stór, um teir skulu megna at hótta Argjabátin, sum tykist hava beina kós ímóti FM
av skaðum alt hetta kappingarárið, men nú sær betri út: -Hetta er fyrsta ferðin í ár, at allir spælararnir eru tøkir. Tað fegnast vit um, nú væl upplagda toppliðið kemur á vitjan. Hetta er gott høvi at [...] Víking og KÍ er, at liðini framvegis eru í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. 07Vestur megnaði málleysan javnleik á útivølli ímóti B36. Hetta var onnur ferðin í ár, at tað eydnaðist vágamonnum [...] sendingunum inn um verjuna restar hjá NSÍ, og hjá AB er ilt at spæla seg í álopsstøðu. 5) 0-0 Monrad Holm Jacobsen er í NSÍ miðverjuni í staðin fyri Jens Joensen, sum spældi ímóti B36. Hjá AB er Keita skaddur
Sjógvurin stóð upp um motorin í maskinrúminum, upp undir “gallaríið” í kahúttini og upp um beinkirnar har frammi og væl upp um banjaran í lastini. Tað varð oyst í 14 samfullar tímar. Tá vóru vónir um at fáa motorin [...] motorin í gongd, um hann var heilur. Motorpassarin fór so niður undir at arbeiða uppá motorin. Og tað eydnaðist. Men veðrið var enn tað sama. Tað stóð í einum roki. Eingin var kumpassin at stýra eftir [...] Ein ótti var á øllum – sum tað ofta er fyri ófrættum, og tá ið harðveðrið, stormurin og havódnin versna í hvørjum og skaka hitt lítla farið, so tað darrar í hvørjum spreki. Tað var mánkvøldið 11. mars