Klaksvíkingur er boysin. Tað mugu suðuroyingar og øll onnur ásanna. Vónin hjá suðuroyingum var, at tað skuldi eydnast teirra flaggskipi at vinna á jóansøku á Tvøroyri, har manning av Tvøroyri ikki hevur vunnið í kappingini millum 10-mannafør síðani 1981. Tað eru 32 ár síðani, at Tvørabáturin vann í heimasjógvi. Jóansøka er annaðhvørt ár á Tvøroyri, og harvið verða tað í minsta lagi 34 ár millum heimasigrarnar í kappingini millum 10-mannaførini á jóansøku.
Havnarbáturin misti hálva bátslongd í startspurtinum. Eina løtu lógu Suðuroyingurin og Klaksvíkingur borð um borð, men so hevði Klaksvíkingur hug at leggja seg framum, og longu áðrenn tað varð farið undir endaspurtin kendist tað vera greitt, at tað ikki fór at bera til hjá Suðuroyingi at gera nakað við stinnu klaksvíkingarnar á nýggja 1500 metra teininum úr Trongisvági og út á kaiina á Tvøroyri.
-Vit hava okkara ætlan, og hana halda vit okkum til uttan mun til, hvussu tað gongur. Tað er ikki soleiðis, at vit skifta taktikk, meðan vit rógva. Tað hava vit ongantíð gjørt, og tað gjørdu vit heldur ikki hesa ferð. Endaspurturin hjá okkum er tredivu tøk, og sjálvandi kennist tað lættari, tá ið vit síggja aftur á kappingarneytarnar.
Soleiðis sigur Janus Dam Jacobsen. Hann hevur verið við Klaksvíkingi allar róðrarnar, síðani nýggi báturin bjóðaði seg fram fyrstu ferð í 2006. Síðani hava teir vunnið 25 róðrar og FM í 2006, 2009, 2011 og í 2012. Eftir fýra tær fyrstu kappingarnar í ár er Klaksvíkingur fremstur í FM kappingini. Tríggjar kappingar bíða, áðrenn tað verður greitt, hvussu tað verður við FM í ár. Tað er tó greitt, at Janus Dam Jacobsen ikki verður umborð tað, sum er eftir av hesum róðrarárinum.
Hann er á veg til skips, og hóast tað hava verið fleiri skiftingar umborð higartil í ár, so er tað ikki hvør sum helst, sum nú er farin av. Janus hevur staðið fyri venjingunum seinastu árini. Tað fer hann framvegis at gera, hóast hann verður burturstaddur, og Janus stúrir ikki fyri, hvussu tað fer at laga seg:
-Vit kendu fyritreytirnar, áðrenn vit tóku endaliga avgerð um at bjóða okkum fram í kappingini í ár. Higartil hava vit skift fólk fleiri ferðir, og nú eru vit tveir, sum fara av. Jákup Hansen siglir við Norrønu, og hann fer umborð aftur nú. Heini Hátún og Sámal Einarson loysa av. Teir hava nógvar royndir, og teir eru væl fyri. Um tað ikki vóru fleiri, sum vóru klárir at loysa av, so hevði hetta ikki borið til, men tað ber til upp á henda mátan, sigur Janus Dam Jacobsen.
Tað kann væl vera, at onkrar aðrar skiftingar verða gjørdar tað, sum er eftir av hesum róðrarárinum:
-Onkur er upp á spring at fara til Noregs at arbeiða, og onkur er á veg heim úr Noregi. Vit vóna og vænta, at tað fer at ganga upp, men hetta er øðrvísi, enn tað plagdi at vera, heldur Janus Dam Jacobsen.
Sølmundur birtir nýggja vón
Einasti báturin, sum vann á jóansøku, og sum ikki vann á fjarðastevnu, var 6-mannafarið Sølmundur við monnum.
Kappróðrarfelagið NSÍ á Glyvrum er tað, sum hevur flest manningar við í ársins FM kappingum. Tað nívir tó á Skálafjørðinum, at tað undan hesum kappingarárinum ikki eydnaðist at manna 10-mannafarið Eysturoying.
Ætlanin og vónin er, at tað skal eydnast at fáa sjey faldu FM vinnararnar síðani 1998 aftur í kappingina, og avrikini hjá 6-mannafarinum Sølmundi higartil í ár benda á, at tað er møguleiki fyri, at tað skal eydnast.
Á norðoyastevnu vann Sølmundur, í Sundalagnum tapti hann fyri Jarnbardi, á Skála tapti hann fyri bæði Jarnbardi og Gongurólvi, men leygardagin riggaði aftur:
Hesa ferð legði Sølmundur seg framum, tá ið startspurturin var gott og væl av, og hann helt oddasessin allan teinin og var stóran skutin undan kappingarneytunum, tá ið teir fóru um málið.
Kappingin um næstfremsta plássið var sera tøtt millum teir tríggjar bátarnar úr høvuðsstaðnum – Herning og Jarnbard hjá Knørrafelagnum og Gongurólv hjá Havnar Róðrarfelag. Gongurólvur var akkurát undan teimum báðu bláu bátunum, og í innanhýsis bláu kappingini var Jarnbardur betri.
Í startspurtinum vóru Strálan av Strondum og Tvørabáturin millum teir fremstu, men teir megnaðu ikki at halda tørn, tá ið tað galt mest um.
Argjabáturin meiri suverenur
Á Skála kendist tað frá fyrstu tøkunum í startspurtinum, at Argjabáturin fór at vinna dyggan sigur á Miðvingi. Soleiðis varð tað eisini.
Beinanvegin, tá ið startskotið varð brostið á jóansøku sást tað, at miðvingar ætlaðu, at tað hesa ferð skuldi ganga øðrvísi, enn tað gjørdi á fjarðastevnu.
Miðvingur megnaði eisini at halda tørn eina løtu, men so munaðu tøkini hjá argjamonnum betri, og sum tíðin leið, øktist munurin alt meiri. Miðvingar megnaðu ikki hesa ferð at svara aftur, og tá ið bátarnir fóru um málið, var munurin seks sekund ella tvær bátslongdir.
Á Skála var munurin trý sekund. Tað vil við øðrum orðum siga, at hesa ferð var tíðarmunurin dupult so stórur, sum hann var á fyri viku síðani. Harvið er tað greitt, at avbjóðingin hjá miðvingum er stór, um teir skulu megna at hótta Argjabátin, sum tykist hava beina kós ímóti FM heitinum.
Dreka dreingirnir drúgvastir
Tað var leingi sera spennandi í kappingini millum 5-mannaførini við dreingjum. Spenningurin snúði seg um, um tað fór at verða Drekin hjá Havnar Róðrarfelag, sum skuldi endurtaka sigurin frá fjarðastevnu, ella um tað skuldi verða Royndin Fríða, sum vann á norðoyastevnu, ið skuldi vinna.
Drekin var saman við Fípuni Føgru úr Klaksvík best í startinum, men sum tað leið, so vóru tað Drekin og Royndin Fríða úr Vági, ið vóru í sera tættari og spennandi kapping. Royndin Fríða hevði eina løtu hug at leggja seg á odda, men tá ið teir fóru undir endaspurtin, vísti tað seg, at dreingirnir hjá Havnar Róðrarfelag høvdu mest orku, og síðstu tvey hundrað metrarnar runnu teir eina heila bátslongd frá Royndini Fríðu.
Jallurin hjá Róðrarfelagnum Knørri var aftur hesa ferð nummar trý, og hesa ferð var tað Blikur hjá Argja Róðrarfelag, sum vann kappingina um fjórða plássið á Fípuni Føgru úr Klaksvík. Ternan hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ var eina bátslongd aftanfyri Fípuna, og Sílið hjá Havnar Róðrarfelag var væl aftari.