HB misti á stokkinum

Vónbrotið er stórt í HB leguni á Tórsvølli í kvøld. Í evstu løtu misti HB atgongumerkini at halda fram í Europa liguni. Inntil tað restaði ein minuttir, var HB samantaldur vinnari, men so skoraði ÍBV, og harvið fluttu atgongumerkini úr HB og til ÍBV. Málið var skorað við brotssparki.

 

HB kendir ikki sína vitjunartíð fyrra partin av 1. hálvleiki. Tá vísti HB sera hugflogsríkt spæl, og tá spældi HB seg til upplagdar møguleikar. Tað eydnaðist ikki at fáa úrtøku burturúr, og tað vísti seg at vera katastrofalt kostnaðarmikið.

 

Eftir steðgin vísti tað seg sum um, at HB hevði hug at leggja størri dent á verjupartin. Íslendingarnir royndu at leggja trýst á, men tað var bara í heilt fáum førum, at talan var um vandamiklar støður frammanfyri málið hjá Teiti M. Gestsson, sum dygst undan steðginum hevði víst rimmar dupultbjarging.

 

Fyri tað mesta megnaði verjukenda HB at beina bóltin av vegnum. Íslendingarnir vístu seg at vera eitt vet betri fyri, og í síðstu løtu tiltuskaðu teir sær støðuna, sum írski dómarin metti var brotsspark. Tað umsetti Arnar Bragi Bergsson til málið, ið ber við sær, at tað verður ÍBV og ikki HB, sum nú skal spæla ímóti Reyðu Stjørnu úr Beograd. Hetta var fyrsti dysturin hjá Arnar Braga fyri ÍBV, og harvið var hetta sjálvandi eisini fyrsta málið, sum hann hevur skorað fyri teir í Vestmannaoyggjunum. Hann er í summar komin til ÍBV úr IFK Gøteborg.

 

Sum vera man var vónbrotið ógvuliga stórt í HB leguni, nú tað kiksaði í evstu løtu. Miðverjin Jóhan Troest Davidsen, sum skoraði útjavnandi HB málið fyri einari viku síðani, ásannaði í samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpi Føroya, at hetta kendist meint og stórt vónbrot. Talan var um sera smáar marginalar, og Jóhan Troest Davidsen helt seg hava eina frágreiðing upp á, at tað endaði, sum tað gjørdi:

 

-Teir eru kanska eitt sindur betri fyri fysiskt, enn vit eru, og tað kostaði í evstu løtu, helt Jóhan Troest Davidsen.

 

---

 

LIÐUGT

0-1

ÍBV samantaldur vinnari við 2-1!

 

Jákup Slættalíð er komin inn í álopið í staðin fyri Jógvan Róa Davidsen, og Gunnar Haraldsen er fluttur fram í álopið.

 

3 minuttir lagdir aftrat

 

Herman Hreiðarsson hevur sæð gult.

 

90) 0-1: Arnar Bragi Bergsson br

 

 

87) 0-0

Framvegis málleyst. Íslendingar hava hug at kringseta brotsteigin, men HB verjir væl!

 

85) 0-0

Íslendingarnir vilja fegnir leggja trýst á fyri at skapa møguleika at fáa málið, ið tað er neyðugt hjá teimum at skora, um teir skulu hava møguleika at halda fram í kappingini. Men tað gongst ikki so væl. HB hevur gott tak á verjupartinum, og ÍBV hevur higartil ikki víst hugflogið, sum skal til, um tað skal eydnast at skjóta mál. Í flestu førum verður bólturin lyftur fram ímóti brotsteiginum, og í einstøkum førum verður roynt við skotum úr 18-20 metra fjarstøðu.

 

80) 0-0

HB er tíggju minuttir frá at tryggja sær framhaldandi luttøku í Europa.

ÍBV trýstir, og tað ber við sær møguleikar hjá HB at fara í kontra. Nú var tætt við, eftir at Mouritsen brøðurnir og innskifti Pál Mohr Joensen vóru í snarálopi.

Jóhan Troest Davidsen hevur sæð gult fyri at sparka bóltin burtur.

 

75) 0-0

HB er eitt korter frá at tryggja sær víðari luttøku í europeisku kappingini. ÍBV trýstir, men hugflogið er ikki so stórt. Nú hevur ÍBV havt tvey hornaspørk, og í fyrra førinum stýrdi HB bóltin á málkarmin!

Pál Mohr Joensen kemur inn í staðin fyri Símun Samuelsen,

Hermann Hreiðarsson, sum er venjari hjá ÍBV og fyrrverandi verjuspælari á landsliðnum, hevur skift seg sjálvan inn í álopið í staðin fyri Gunnar Þorsteinsson.

Matt Garner hevur sæð gula kortið.

 

70) 0-0

Kristin R. Mouritsen er komin á vøllin í staðin fyri Bárð J. Heinesen. Christian R. Mouritsen er nú miðframherji, og Kristin R. Mouritsen er farin í høgra borð, har hann arbeiðir ógvuliga nógv.

Ragnar Leósson er komin á vøllin í staðin fyri Aaron Spear

 

67) 0-0

Símun Samuelsen er leysur i vinstru og roynir ímóti málinum, men David James bjargar væl, og í næsta álopinum var tað Víðir Þorvarðarson, sum eftir skjótt álop og úr góðari støðu sendi bóltinframvið málinum.

 

65) 0-0

ÍBV hevur havt risa møguleika: Víðir Þorvarðarson var púra blankur, men úr seks metra fjarstøðu sendi hann við høvdinum bóltin upp um málið.

HB leggur stóran dent á verjuspælið, og tað verður ofta spælt aftur til Teit M. Gestsson, sum so leggur langar sendingar fram á vøllin.

ÍBV hevur bóltin nógv meiri, og nú kemur tað fyri, at íslendingarnir hava alt fólkið á HB hálvuni. Hugflogið í álopsspælinum er einki at reypa av.

 

60) 0-0

HB liðið hevur trupulleikar at røkka leikliga støðið, sum avrikið í 1. hálvleiki vísti. ÍBV er leikliga omaná, men higartil hava gestirnir ikki megnað at spæla seg í góðar støður frammanfyri HB málið og at sekta persónligu mistøkini, sum HB liðið nú ger fleiri av, enn talan var um í 1. hálvleiki.

 

Símun Samuelsen hevur havt roynd úr vinstru, men David James bjargaði.

 

ÍBV skiftir út: Arnar Bragi Bergsson er komin á vøllin í staðin fyri Gunnar Már Guðmundsson.

 

55) 0-0

Higartil í 2. hálvleiki er Teitur M. Gestsson tann HB spælarin, sum oftast hevur havt bóltin. Íslendingar vilja fegnir, men higartil hava teir ikki evnað at spæla seg til málmøguleika.

 

50) 0-0

Higartil eingin upplagdur málmøguleiki. ÍBV hevur verið meiri ágangandi, og HB spælararnir tykjast varnari og dáma væl at leggja bóltin aftur til málverjan.

 

46) 0-0

So verður farið undir 2. hálvleik á Tórsvølli, har líkindini at spæla fótbólt eru góð, hóast tað er rættuliga tjúkt í høvuðsstaðnum og eitt heilt lítið lot, sum ÍBV nú hevur undan.

Teir somu 22 eru á vøllinum, sum vóru við frá fyrsta bríksli. Setningurin hjá ÍBV er at skora í minsta lagi eitt mál. Um tað ikki eydnast teimum, so verður tað HB, sum fer at halda fram í kappingini.

 

---

 

Teir eru farnir at hvíla seg eftir 1. hálvleik á Tórsvølli, har HB hevur vitjan av ÍBV. Støðan er málleysur javnleikur, og harvið er tað framvegis HB, sum hevur bestu kortini á hondini, tí úrslitið í fyrra dystinum var 1-1.

 

HB legði øgiliga sannførandi fyri. Fyrra partin av 1. hálvleiki var HB avrikið so gott, sum tað sjáldan er at síggja í Føroyum. HB spældi seg til møguleikar, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin inn um fyrrverandi eingilska landsliðsmálverjan, David James, sum verjir ÍBV málið.

 

So kendist tað sum um, at ÍBV fótaði sær, og í tíggju minuttir var trýstið stórt á HB. Serliga var tað í vinstra borði, at ÍBV var vandamikið. Fram ímóti steðginum høvdu teir risa møguleika, men í tveimum umførum megnaði Teitur M. Gestsson at bjarga. Hann hevði annars ikki havt nakað at gera.

 

Tað er sera spennandi á Tórsvølli, og tað eru nógvir áskoðarar, sum taka undir við HB, ið altso í løtuni er á veg í næsta umfarið í Europa liguni.

 

Tølini siga, at HB hevur havt seks skot á málið hjá ÍBV og David James, og at fimm ferðir er bólturin farin framvið ÍBV málinum. Íslendska liðið hevur havt tvey skot á málið hjá Teiti M. Gestsson og HB, og tvær ferðir er bólturin farin framvið HB málinum.

 

Merkisvert er tað, at ÍBV í 1. hálvleiki ikki hevur havt nakað hornaspark, meðan HB hevur havt trý hornaspørk.

 

---

 

HÁLVLEIKUR

0-0

 

1 minuttir lagdur aftrat

45) 0-0

Aaron Spear hevur sæð gula kortið

 

ÍBV hevur havt risa møguleika, men Teitur M. Gestsson, sum annars ikki hevur havt nakað at gera, bjargaði meistarliga í tveimum umførum. Í fyrra førinum var tað Víðir Þorvarðarson, sm royndi seg, og í seinna førinum var tað Tonny Mawejje.

 

35) 0-0

Bárður J. Heinesen verður leysur í høgru eftir verjukiks. Hann smekkar til úr spískum, men bólturin fór við síðuna av. Fróði Benjaminsen var leysur mitt fyri málinum.

 

30) 0-0

ÍBV hevur sett HB undir stórt trýst. Serliga eru teir vandamiklir í vinstru.

Jógvan Rói Davidsen hevur sæð gula kortið.

 

20) 0-0

HB spælararnir eru ógvuliga væl upplagdir. Sjálvsálitið er stórt, og hugflogið er tað ikki minni. Tað hevur tó ikki eydnast at skora mál, hóast møguleikarnir hava verið góðir. Tann besta hevur Christian R. Mouritsen havt eftir innlegg frá Fróða Benjaminsen, men úr púra leysari støðu sendi hann við høvdinum bóltin upp um málið hjá David James.

 

15) 0-0

HB spælið hongur væl saman, og heimaliðið á Tórsvølli hevur longu spælt seg til fleiri møguleikar. Eftir framúr samanspæl og flatt innlegg úr høgru frá Jógvan Róa Davidsen var um reppið, at Fróði Benjaminsen skoraði, og fyri løtu síðani var Fróði eisini tætt við eftir flatt innlegg úr vinstru, men hann var ikki í javnvág, og bólturin fór framvið.

 

10) 0-0

HB liðið er væl upplagt fyrstu løtuna.

Miðvallarin Bárður Olsen hevur sæð gula kortið.

 

 

HB-ÍBV kl. 19.00

Dómarakvartett úr Írlandi: Robert Rogers, Kenneth Hennessy, Robert Clarke og Tomas Connolly.

HB: Teitur Gestson - Jógvan Rói Davidsen, Gunnar Haraldsen, Jóhan Troest Davidsen, Alex dos Santos - Heini Vatnsdal, Bárður Olsen, Fróði Benjaminsen - Christian Mouritsen, Bárður Heinesen, Símun Samuelsen.

Á beinkinum: Hans Jørgensen, Jákup Slættalíð, Andrew af Fløtum, Pál Mohr Joensen, Kristin R. Mouritsen, Sørin N. Samuelsen, Tróndur Jensen.

ÍBV: David James - Arnór Eyvar Ólafsson, Eiður Aron Sigurbjörnsson, Brynjar Gauti Guðjónsson, Matt Garner - Tonny Mawejje, Gunnar Þorsteinsson, Ian Jeffs, Víðir Þorvarðarson - Aaron Spear, Gunnar Már Guðmundsson.

Á beinkinum: Guðjón Orri Sigurjónsson, Hermann Hreiðarsson, Jón Ingason, Arnar Bragi Bergsson, Ragnar Leósson, Ragnar Pétursson, Bradley Simmonds