Tað er gott lag á Tórsvølli. EB/Streymur hevur í dýrdarveðri og 16 hitastigum tryggjað sær rættin at halda fram í europeisku meistarakappingini.
Úrslitið var 5-1 ímóti Lusitans úr Andorra. Á útivølli var úrslitið 2-2, og harvið er EB/Streymur samantaldur vinnari við málmuninum 7-3.
Liðformaðurin Hans Pauli Samuelsen var ovurfegin, tá ið norðurírski dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð.
-Vit hava tvær ferðir verið tætt við at vinna okkum víðari í kappingini, og nú er tað fantastiskt, at tað eydnaðist í kvøld, segði EB/Streyma liðformaðurin.
Veteranurin Egil á Bø var fegin um, at tað endiliga eydnaðist at vinna liðið víðari í kappingini.
-Hetta er fyrsta ferðin, at eg eri við til hetta. Tá ið teir minkaðu um munin til 2-1, kendist tað vera eitt sindur spennandi, men tá ið vit skoraðu triðja málið, kendu vit tað soleiðis, at nú var vegurin út í Europa opin, segði Egil á Bø í samrøðu við Rás2.
Arnbjørn Hansen skoraði fyrsta málið eftir tríggjar minuttir, og hann fegnaðist eisini um sigurin og harvið møguleikan at fara til Georgia um eina viku:
-Tað verður øðrvísi avbjóðing, sum vit mugu taka fyri upplivingina, sum tað verður. Vónandi fer tað at bera til at fáa hampuligt úrslit í Georgia, sum ber spenning við sær, tá ið vit fáa vitjan av teimum, var viðmerkingin hjá Arnbirni Hansen, sum bæði í Andorra og aftur í kvøld hevði lyklaleiklut.
-Rúni Nolsøe og Meinhardt Dalbúð hava lagt ráð út frá 2-2 úrslitinum í fyrra dystinum, og tað riggaði heilt framúr væl. Hetta eru royndir spælarar, sum vita, hvat tað snýr seg um, og tað vístu teir í kvøld. Hetta var imponerandi, staðfesti Bill Jacobsen, viðmerkjari hjá Rás2, og hann legði aftrat:
-Tað er sjáldan, at eitt lið megnar at skora fimm mál í europeiskum dysti. Eg veit ikki um munurin var so stórur, sum úrslitið sigur, men tað var eingin ivi um, at EB/Streymur var nógv tað betra liðið. Nógvir spælarar hava fleiri royndir í europeisku kappingunum, og teir stóðu royndina so rudduliga. Tað er hugaligt at síggja, hvussu spælararnir høvdu sjálvsálit at vísa teknisku finessirnar, sum vit vita, at teir í Sundalagnum megna!
Týskvøldið um eina viku skal EB/Streymur spæla á útivølli í Georgia ímóti Dinamo Tblisi.
EB/Strreymur-Lusitans, Andorra 5-1 (2-0)
Innleiðandi umfar í europeisku meistarakappingini 2. dystur
Á Tórsvølli týsdagin 9. juli 2013 kl. 19.00
Dómarakvartett úr Norðurírlandi: Dómarakvartett úr Norðurírlandi: Raymond Crangle, Gareth Eakin, Andrew Neeson og Raymond Hetherington.
1221 áskoðarar
1-0: Arnbjørn Hansen 3.
2-0: Levi Hanssen 38.
2-1: Luis Dos Reis 66.
3-1: Gunnar Zachariasen 72.
4-1: Levi Hanssen 85.
5-1: Leif Niclasen 90.+3.
EB/Streymur samantaldur vinnari við málmuninum 7-3
EB/Streymur: René Tórgarð Dánjal Davidsen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen Pætur Dam Jacobsen (Gunnar Zachariasen, 69./Brian Olsen, 88.), Arnar Dam, Levi Hanssen - Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen (Niels Pauli Danielsen, 72.), Hans Pauli Samuelsen
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jákup Andrias Hansen, Árni G. Olsen, Jóhannes Hansen, Hanus Olsen
Gult kort: Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen, Pætur Dam Jacobsen
Venjari: Rúni Nolsøe
Hjálparvenjari: Meinhardt Dalbúð
Lusitans: Ricardo Fernández Leonel Maciel (Franklim Soares, 80.), Rafael Brito, Sonejee, Martinez - Jiménez (Puente, 65.), Pinheiro (Zarioh, 58.) Machado, Juli Sánchez, Bruninho - Luis Dos Reis
Gult kort: Sonejee, Juli Sánchez, Leonel Maciel, Pinheiro,
Reytt kort: Machado 55. (beinleiðis reytt)
Venjari: Carlos Sanchez
---
LIÐUGT
5-1
EB/Streymur samantaldur vinnari við málmuninum 7-3!
5-1: Leif Niclasen 90.+3.
Rangstøðufellan kiksaði hjá Lusitans, og nú var tað toppskjúttin í føroysku landskappingini, Leif Niclasen, sum smeyg sær ígjøgnum og setti bóltin í málið.
Egil á Bø er fremsti maður hjá EB/Streymi!
4 minuttir eru lagdir aftrat, og EB/Streymur heldur fram at leypa á.
90) 4-1
EB/Streyma spælararnir hugna sær og vísa hugflogið, sum teir so ofta áður hava víst.
88) 4-1
Tað kennist sum um, at hetta er avgjørt. Nú skulu gestirnir skora trý mál, um teir skulu vinna seg víðari. Tað er rættuliga lítið sannlíkt. Innskifti Gunnar Zachariasen er farin skaddur av vøllinum, og í hansara stað er komin Brian Olsen, sum hevur verið skaddur í nógvar mánaðir.
85) 4-1: Levi Hanssen 85.
So hevur Levi Hanssen økt um leiðsluna við skoti av brotsteigarmarkinum. Levi Hanssen hevði minuttin frammanundan risa møguleika, men hann misnýtti brotssparkið, sum varð dømt, tá ið Niels Pauli Danielsen varð feldur.
80) 3-1
Lusitans spennir álopsbogan, og gestirnir eru vandamiklir í vinstru, har EB/Streymur fleiri ferðir hevur givið hornaspark. Higartil hevur tað ikki bilað við hornaspørkunum. Í EB/Streyma mótálopunum er tað næstan vandamikið. EB/Streymur hevur trupulleika at fáa tolið samanspæl.
75) 3-1
Arnbjørn Hansen sigur við viðmerkjaran hjá Rás2, Bill Jacobsen, at hann er ikki skaddur, men at tað er krampi, sum er orsøkin til, at hann er farin av vøllinum.
73) 3-1: Gunnar Zachariasen 72.
Heimamenninir draga andan lættari aftur. Nú hevur innskifti Gunnar Zachariasen økt um munin til 3-1. Leif Niclasen royndi seg við skoti, sum málverjin hálvbjargaði, og so var Gunnar fyrstur á returbóltinum.
70) 2-1
Arnbjørn Hansen er borin av vøllinum við krampa. Í hansara stað er komin Niels Pauli Danielsen, sum er komin inn á miðvøllin, meðan Gunnar Zachariasen er fluttur fram í álopið.
69) 2-1
Pætur Dam Jacobsen er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Gunnar Zachariasen.
2-1: Luis Dos Reis 66.
Lusitans hevur minkað um munin við frísparki úr vinstru og beinleiðis í málið. Nú kom spenningur í aftur. Hetta minnir um dystin í Andorra, tá ið EB/Streymur við tíggju monnum megnaði at venda hóttandi 2-0 tapi til 2-2. Nú er Lusitans undirmannað, og teir hava minkað um munin. Stutt eftir málið hava teir aftur veirð framvið.
65) 2-0
Lusitans hevur havt sína bestu roynd. Eftir horna stútaði innskifti Zarioh, men bólturin varð sendur á René Tórgarð.
Arnbjørn Hansen hevur spælt Levi Hanssen, sum hevði møguleikan at skjóta, men hann trillaði bóltin til Levi Hanssen, sum sendi hann í stólpan!
Pætur Dam Jacobsen hevur sæð gult kort.
60) 2-0
Arnbjørn Hansen er torførur at fáa fatur á hjá Lusitans. Nú hevur hann verið einsamallur frammanfyri málverjanum, eftir at hann frá miðstrikuni sneiddi seg leysan, men málverjin bjargaði.
Stutt frammanundan var aftur fríspark ímóti honum, og hesa ferð var tað uppaftur meiri vandamikið, men dómarin spardi mannin, sum frammanundan hevði gult kort:
Zarioh er komin á vøllin í staðin fyri Pinheiro.
55) 2-0
Machado hjá Lusitans hevur sæð reyða kortið fyri fríspark ímóti Arnbirni Hansen.
Kortini siga, at tað er eitt sindur heitt í góða summarveðrinum:
Pinheiro hevur sæð gult kort fyri fríspark ímóti Dánjali Davidsen, sum sendi bóltin framvið tveimum mótstøðumonnum.
Í næsta álopi hjá Lusitans sá Hans Pauli Samuelsen gula kortið.
50) 2-0
Lusitans hevur fyrstu fimm minuttirnar havt tríggjar royndir ímóti málinum hjá René Tórgarð, sum hava verið vandamiklari, enn royndirnar vóru í 1. hálvleiki. Men talan hevur á ongan hátt verið um vandamiklar royndir ímóti málinum.
46) 2-0
Teir somu eru komnir á vøllin aftur, sum vóru á vøllinum í 1. hálvleiki. EB/Streymur verjir nú sunnara málið.
1221 áskoðarar.
---
Bill Jacobsen er viðmerkjari hjá Tróndi Arge, sum sigur frá dystinum á Tórsvølli. Nú spælararnir eru farnir at hvíla seg, heldur Bill Jacobsen, at 1. hálvleikur hevur verið sera hugaligur fyri EB/Streym og føroyskan fótbólt:
-Rúni Nolsøe setti sterkasta liðið á vøllin frá fyrsta bríksli. Hann gav sínum monnum boð um at leggja trýst á fyri at fáa hol á beinanvegin, og tað eydnaðist. So vóru mótstøðumenninir noyddir at leggja meiri fyri í álopspartinum, og tað sektaði EB/Streymur teir fyri, tá ið Arnbjørn Hansen rak seg leysan og spældi Levi Hanssen leysan. Hetta er sera hugaligt, heldur Bill Jacobsen.
Sólin sær av heiðum himni. Tað eru 16 hitastig, og tað eru fleiri áskoðarar, enn tað higartil í ár hava verið, tá ið altjóða dystir hava verið á skránni á Tórsvølli. Lagið er gott í Gundadali!
---
HÁLVLEIKUR
2-0
2 minuttir lagdir aftrat.
45) 2-0
Lusitans hevur havt horna úr vinstru, men talan var um ógvuliga óneyvt innlegg. EB/Streymur er í verjupartinum greitt betri enn mótstøðumenninir eru, tá ið teir royna at fara í álop.
Marni Djurhuus hevur sæð gult fyri fríspark.
40) 2-0: Levi Hanssen 38.
Levi Hanssen hevur skorað. Aftur hesa ferð var Arnbjørn Hansen høvuðsmaðurin. Í høgru sneiddi hann seg framvið mótstøðumann og eisini framvið málverjanum, áðrenn hann legði bóltin fyri føturnar á Levi Hanssen. Her sær gott út hjá EB/Streymi.
Leonel Maciel hevur sæð gult fyri fríspark.
35) 1-0
Tað er stórur munur á kropsstyrkini hjá heimamonnunum og gestunum. EB/Streyma spælararnir vinna nógv teir flestu nærdystirnar, og gestirnir eru misnøgdir, tá ið teir fara um koll og ikki fáa fríspark.
Juli Sanches hevur sæð gult fyri fríspark.
30) 1-0
Tað gongur ikki so væl í spælinum hjá EB/Streymi, sum tað kundi roknast við, tá ið EB/Streymur longu eftir tríggjar minuttir legði seg á odda. Samanspælið riggar ikki. Síðsta korterið hevur Lusitans hava bóltin meiri enn EB/Streymur, men higartil hevur tað ikki eydnast teimum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar
25) 1-0
Intensiteturin á heimaliðnum hevur verið lægri síðstu løtuna. Tað kennist sum um, at EB/Streyma spælararnir hava hug at toga eitt sindur í bremsuna. Men tað er tá, at teir plaga at vera vandamiklast í mótálopum.
20) 1-0
EB/Streymur er leikliga omaná, og talan hevur verið um 2-3 góðar møguleikar hjá heimaliðnum at økja um leiðsluna. Men gestirnir hava eisini víst, at teir duga at spæla, og í tveimum førum hava teir næstan verið tætt við.
15) 1-0
Sonejee hjá Lusitans hevur sæð gula kortið. Hann sá eisini gult í Andorra, og harvið verður hann leikbannaður, um tað verður Lusitans, sum fer at halda fram í kappingini.
5) 1-0: Arnbjørn Hansen 3.
Eftir hornasparksinnlegg úr vinstru frá Hans Paula Samuelsen hevur Arnbjørn Hansen skorað til 1-0!
Líkindini eru tey fagrastu.
EB/Streymur- Lusitans kl. 19.00
Innleiðandi umfar í europeisku meistarakappingini
2. dystur í innleiðandi umfarinum. 1. dystur 2-2
Á Tórsvølli 9. juli 2013 kl. 19.00
Dómarakvartett úr Norðurírlandi: Raymond Crangle, Gareth Eakin, Andrew Neeson og
EB/Streymur: René Tórgarð Dánjal Davidsen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen Pætur Dam Jacobsen, Arnar Dam, Levi Hanssen - Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen
Á beinkinum: Jákup Andrias Hansen, A. Olsen, Brian Olsen, Jóhannes Hansen, Hanus Olsen, Niels Pauli Danielsen, Gunnar Zachariasen
Lusitans: Ricardo Fernández Leonel Maciel, Rafael Brito, Sonejee, Martinez - Jiménez, Pinheiro Machado, Juli Sánchez, Bruninho - Luis Dos Reis