Bermuda hevur ein stóran eydnusaman lut framum Føroyar, nevnliga ta olympisku viðurkenningina. Hetta hevur givið teimum fremstu ítróttarfólkunum av Bermuda møguleikan at kappast við heimsins bestu ítróttarfólk á teimum olympisku summarleikunum. Bermuda hevur ríkisrættarliga eina stjórnarskipan, sum minnir um hana vit hava í Føroyum. Tíbetur fyri Bermuda, so vóru tey tíðliga úti og fingu sína olympisku viðurkenning. Bermuda fekk olympiska viðurkenning longu í 1935, og tók lut á olympisku summarleikunum í Berlin í 1936. Bermuda hevur sent ítróttarfólk til allar teir olympisku summarleikirnar, sum hava verið hildnir í søguna, uttan í 1980, tá Bermuda fylgdi USA og nógvum øðrum londum, sum boykottaðu leikirnar í Moskva, vegna ta sovjetisku innrásina í Afganistan. Í 1976 hendi tann kanska einkulta, størsta ítróttarhendingin í søguni hjá Bermuda. À summarleikunum í Montreal í Kanada eydnaðist tað tungvekts-nevaleikaranum Clarence Hill at vinna tað fyrsta og einasta olympiska heiðursmerki, tá hann vann eitt bronsuheiðursmerki í tungvekts-nevaleiki. Clarence Hill fekk eina stóra hetjumóttøku, tá hann kom heimaftur til Bermuda. Og er tann 62 ára gamli Clarence Hill enn høgt í metum á Bermuda.