Hvør dystur ein finala

– Kappingin hjá okkum er broytt, so øll mansliðini spæla í einum bólki, heldur enn at vera í tveimum bólkum. At vit so í seinasta dystinum skulu møta Saaremaa, leggur eitt sindur av trýsti á, sigur hevarin hjá flogbóltsmonnunum, Thorvald Danielsen

Flogbóltur telist millum ítróttargreinarnar, ið sum oftast kemur heimaftur av oyggjarleikum við tveimum heiðursmerkjum, einum hjá kvinnum og einum hjá monnum. Men samstundis hava tað sum oftast verið menninir, ið hava haltað eitt sindur aftaná.

Síðstu fimm oyggjaleikirnar er tað tó blivið til tríggjar ferðir silvur, eina ferð bronsu og so eitt fimtapláss, sum var í Álandi í 2009, so tá tað á Isle of Wight í 2011 eydnaðist liðnum at koma í finaluna, var tað stór framgongd.

– Eg helt sjálvur, at tað gekk øgiliga væl síðst, hóast vit blivu nummar tvey, tí bara tað at koma í finaluna, kendist fyri okkum sum ein sigur. Sum eg síggi tað, eru vit hesaferð minst líka væl fyri sum fyri tveimum árum síðani, so vit hava góðar vónir, sigur 26 ára gamli hevarin á mansliðnum, Thorvald Danielsen, sum er við á leikunum fyri fjórðu ferð.

– Hinvegin kenna vit púrt einki til hini liðini, so her og nú hava vit einki at samanbera við. Men eg haldi, at allir eru við, sum roknast kundi við, og her eru fleiri ungir og góðir, ið halda seg framat, so tað skuldi sæð gott út. Vit hava fólkið, so fáa vit spælið at koyra, so gongur tað.


Fýra útisetar

Thorvald er mest kendur sum Mjølnir-spælari, men nú hann er lesandi niðri, hevur hann síðsta kappingarárið spælt við felagnum Aalborg HIK, sum eisini telur tveir aðrar landsliðsspælarar, Jóhan Petur á Stongum og Gunnar Jørgensen, umframt at Kristian Mikkelsen áður hevur verið venjari har.

– Fyrst og fremst fór eg niður, tí eg skuldi lesa sálarfrøði, men tað taldi eisini við, at eg í Aalborg kundi sleppa at spæla og venja flogbólt á hægsta stigi. Tað er ein dreymur at sleppa at spæla uttanlands, og har eru átta venjingar um vikuna og ikki minst fleiri kropsligar venjingar, so tað er stuttligt, sigur Thorvald, sum farna kappingarár hevur verið annar hevari í felagnum, men væntar at fáa enn meira spælitíð næsta kappingarár.

– Umframt okkum tríggjar í Aalborg HIK, spælir Bjarki Enni í Amager VK, so vit eru tilsamans fýra útisetar á landsliðnum nú, so tað átti sjálvandi at givið eitt sindur. Men heimligu spælararnir eru eisini sera væl fyri.


Alt í einum bólki

Vanliga er kappingin á oyggjaleikunum skipað við tveimum innleiðandi bólkum, men hesaferð eru tey sjey mansliðini koyrd í ein bólk, so øll spæla ímóti hvørjumøðrum, og so er bólkavinnarin gullvinnari. Tað vil siga, at sum so verður eingin finala, har alt skal avgerast, og dystarrøðin hjá Føroyum er henda: Guernsey, Bermuda, Grønland, Áland, Gotland og at enda Saaremaa.

– Okkara seinasti dystur er tó ímóti Saaremaa, sum var finalan síðst, so kanska tey vænta, at tann dysturin verður eitt slag av eini finalu. Men venjarin hevur sagt við okkum, at vit ikki mugu hugsa um tann dystin enn, tí har eru nógvir aðrir dystir, ið skulu spælast og vinnast fyrst, sigur Thorvald Danielsen.

– Sum sagt, so kenna vit einki til mótstøðuliðini, men vit rokna við, at Saaremaa kemur við einum góðum liði, og so er eitt nú torført at siga, hvat Bermuda kann fáa tað til, tí tað kann jú vera, at onkur góður amerikanari er við har, nú teir eru vertir. Men sum heild eru hetta alt góðar flogbóltsoyggjar, og her eru ikki nógv av teimum liðunum, ið vanliga eru løtt at vinna á, so allir dystirnir eru sum finalur.



Flogbóltur, menn

Jóhan Petur á Stongum

Suni Juul Petersen

Thorvald Danielsen

Jón Joensen

Jón Suni Falkvard

Filip Gram

Bjarni Larsen

Trygvi Hansen

Rói Hentze

Bárður Jacobsen

Ólavur Jensen

Gunnar Olsen Jørgensen



Úrslit á Oyggjaleikum


2011 Silvur

2009 Nummar 5

2007 Silvur

2005 Bronsa

2003 Silvur

2001 Nummar 4

1999 Bronsa

1997 Nummar 5

1995 Bronsa

1993 Bronsa

1991 Bronsa

1989 Gull

1987 Silvur

1985 Bronsa