er metlág. Men alt hetta er ikki nakað, sum vit eiga æruna fyri. Og vinnan er so viðbrekin, at fer bara rentan eitt lítið sindur upp, kann tað enda galið. So samanumtikið er niðurstøðan, at hóast tær [...] vinnulív. Tí teir, sum gera íløgur íløgur, skulu nokk vita at tryggja síni áhugamál. Ert tú samdur við teimum sum halda, at ein partabrævamarknaður hevði verið ein loysn? Kanska kann tað hjálpa eitt sindur [...] Endamálið við at gera íløgur skal vera at fáa peningin at nørast. Tí tað er sjálvandi minni áhugi at gera íløgur, um talan bara skal vera um ?vælgerandi endamál³. Og ein trupulleiki er sjálvsagt eisini
upplivingar við Gudi, sum vísir seg at vera trúfastur og nærverandi. Tað er hetta ið eg vil lýsa, sum at vera forelskað í Gudi, og sum eins og hjúnarbond gerast inniligari og djúpari, sum tíðin gongur. Eg kundi [...] num, sum eg kann geva kærleika, og tað er eins gevandi og at hava síni egnu børn, sigur systir Maria. Hon dámar sera væl børn og heldur, at hon lærir so nógv um Gud gjøgnum børnini, tí tey eru so opin [...] men vinskapur kann ivaleyst ikki setast í staðin náttúrligt samband millum kvinnu og mann? Eg kann av royndum siga, at vinskapur, sum ikki er bundin av kynsligari samveru, kann vera djúpur. Her skulu
mótvegis fullveldisætlanini sum tørvandi sjálvræði, at vit ikki tora, eru bangin fyri broytingum o.s.fr. Er ein, sum er ímóti fullveldi so ábyrgdarloysingur og hervið ein, sum gevur øðrum skyldina? Tað [...] Tað hugsi eg er skeivt, og beinleiðis ein vreingjan av veruleikanum. Hetta er eisini ein lemjandi dómur, sum ikki tekur við søguliga avrikini, sum Javnaðarflokkurin hevur verið við til at fremja í føroyskum [...] ikki hevur megnað at borið sín boðskap so einfalt fram, sum t.d. samgongan ger í hesum máli? Tað hugsi eg ikki er so einfalt. Innihaldið í okkara boðskapi kann bert ikki seljast við fáum orðum, hóast
avstað aftur, tí alt vísti seg at vera so trupult og tungt hjá fólki, sum ikki áttu pening. Onnur orsøk til, at vit ikki fóru av landinum, var ábyrgd okkara mótvegis teimum, sum høvdu veðhildið fyri okkum, tá [...] ikki var búgvin. Ikki fyrr enn nú.Skal eg royna meg, so skal tað vera nú. Hóast eg ikki eri uppald í heimi, har partapolitikkur var samrøðuevni, so havi eg sett mær fyri at royna , sigur Leila á Lofti [...] Karlskoga. Har hitti hon mann sín Mikael, sum í dag arbeiðir á boripalli í Norðsjónum. Tað eru fyri ein part okkara royndir at fáa føtur undir egið borð, sum fær meg at royna politiska arbeiðið, sigur
útbúgvingini, so hevði eg steðgað. Grundin fyri hesum er virðingin fyri Guds Orði. Ein tænasta sum prestur, har ein er hirði og hevur uppgávuna at boða Guds Orð er so týðandi, at eg haldi ein eigur at hava [...] eisini at vera prestur fyri øllum. Tí fari eg heldur ikki uppí nevndir av ymiskum slag - í hvussu er ikki fyrstu tíðina, uttan tær, sum arbeiðið krevur. Eg skal ikki vera prestur bara fyri teimum, sum koma [...] dagsins samfelag. Tað er komið fyri at vera, og eg haldi vit eisini kunnu nýta tað til nógv gott. Í hvussu er kann tað vera gott at møta onkrum góðum, tá ið ein fer út at rógva (surfa) á netinum. Í løtuni
viðføri, sum kann ríka okkara samfelag við nýggjum tankum, hugskotum og innliti. Tað er upp á tíðina, at vit síggja útlendingar í Føroyum meira sum menniskju og minni sum arbeiðsmegi. Tað kann vera, at i [...] arbeiðsbúgving frá Almannaverkinum, sum ein føroyingur annars hevði havt. Tey kunnu ikki hjálpa honum út at arbeiða aftur og finna eitt starv, sum passar til hansara støðu – tað, sum eisini verður kallað tillagað [...] hoyrt fleiri líknandi søgur, har samanførdar familjur eru útkoyrdar, tí tað kann vera so tungt og strævið at fáast við skipanina. Sum at ganga í mótbrekku í fleiri ár. Eitt nú nokta almennir myndugleikar í
ið Bústaðir fer undir slíkar verkætlanir, so skal hetta vera undir somu treytum, sum teir virka undir sum luttaka í verkætlnini saman við Bústøðum! Hvat merkir so hetta? Hetta merkir heilt einfalt, at nú [...] vinning av byggingini. Og ikki nóg mikið við tí; vinningurin kann ikki ein gang vera sámuligur, tá vinningurin skal og má vera á sama støði, sum hjá privata partinum, ið fer undir verkætlanina saman við Bústøðum [...] politiska spennitroyggju av verandi samgongu, ið her, sum ikki einaferð, bara sýnist at renna ørindi bara fyri kapital-áhugamálini. Og hvat inniber hetta so fyri bygging og príslegu av íbúðum hjá Bústøðum?
stórar inntøkur, sum kunnu mótvirka ringu tíðunum. Og í byrjanini byrjar man oftani við negativum boringum og undirskoti, og tí má tað seinni í tilgongdini vera ein góð inntjening. Ein kann so altíð práta um [...] við SEV, so kann verða talan um at seta upp fleiri vindmyllur sigur Anders Eldrup. Hann heldur tað vera spennandi at kunna vera við til at menna vindorku í Føroyum. Stór fund og ávirkan -Sum fíggjarmaður [...] framvegis kann virka. Í einum lítlum samfelag sum tí føroyska skal man kanska hugsa enn meira um, hvussu nógv kann henda í einum lítlum búskapi, tá so stórar kreftir verða sleptar leysar. Man má vera vitandi
monnum tykjast at vera illa lýst. Hetta er kanska ikki so løgi, tí tað eru í flestu førum kvinnur, sum mynda javnstøðuarbeiðið og sum alment vísa málinum áhuga. Tað er kanska heldur ikki so løgi, tá hugsað [...] gera tað bara og tað er ongin trupulleiki. So er eisini við fremjanini av javnstøðu millum kynini. Vit skulu ikki missa mótið, men dríva á at venja, og reisa okkum hvørja ferð, vit detta. So kemur tann [...] løn og lægri tygn enn menn. Sum dømi um øki, har menn eru fyri mismuni, kann nevnast foreldramyndugleika. At menn tann veikari parturin í hesum eru, er kanska heldur ikki so løgi, tí kvinnur hava rátt heima
vorðnir so góðir, eru heilt góðir møguleikar fyri at fylla karmarnir í skúlanum, so at hann ikki bara verður ein studentaskúli, sum er opin frá 8-15, men ein útbúgvingar- og mentanarmiðdepil, sum er opin [...] var ein røtt avgerð. ? Tað er ein nógv størri vinningur fyri Vág at fáa ein miðnámsskúla enn tað er at fáa eitt røktarheim, heldur hann. Annars dugur samfelagsfrøðingurin ikki at síggja, hví ein miðnámsskúli [...] skulu vera slíkir mótsetningar, at teir útihýsa hvønn annan. ? Heldur landið at tað er tørvur á einum røktarheimi í Suðuroy og at tað kundi verið ein framstig í royndunum at ment økið, so er bara bar byggja