Samgongan ábyrgd av dýrum lutaíbúðum og leigubústaðum!

Bústaðir hevur fyri ikki so langari tíð síðani fingið heimild at taka lán til bygging av fleiri luta- og leiguíbúðum upp á 450 mió. kr.

 

Í samband við, at lógaruppskotið um at geva Bústøðum hesa heimild til í størri mun at fíggja íbúðarbygging í Føroyum, var sagt, at nú skuldi setast skjøtil á at loysa ovurstóra bústaðartrotið; samstundis sum fólk nú endiliga kundu gera sær vónir um at fáa tak yvir høvdið fyri ein sámuligan prís.

 

Men hvat gera teir sokallaðu frælslyntu samgonguflokkarnir við fólkaflokkinum á odda - og sambandsflokkinum altíð í hølinum? Teir áleggja Bústaðir nýggjar og ófrívíkiligar treytir um, at farast skal undir at byggja nýggjar luta- og leiguíbúðir. Bústaðir, sum stovnur, skal nevniliga ikki longur sjálvt at standa fyri, og hava ábyrgd av fígging og bygging av bústøðum; hetta skal nú vera saman við øðrum íleggjarum.

 

Og ikki nóg mikið við tí; tá ið Bústaðir fer undir slíkar verkætlanir, so skal hetta vera undir somu treytum, sum teir virka undir sum luttaka í verkætlnini saman við Bústøðum!

 

Hvat merkir so hetta? Hetta merkir heilt einfalt, at nú má og skal Bústaðir taka sær vinning av byggingini. Og ikki nóg mikið við tí; vinningurin kann ikki ein gang vera sámuligur, tá vinningurin skal og má vera á sama støði, sum hjá privata partinum, ið fer undir verkætlanina saman við Bústøðum. Um tann privati parturin tekur sær okurvinning, sum vanligt er á ovurheita bústaðarmarknaðinum í dag, ja, so má Bústaðir eisini taka sær okurvinning. Bústaðir hevur onki val, tí stovnurin er lagdur í eina politiska spennitroyggju av verandi samgongu, ið her, sum ikki einaferð, bara sýnist at renna ørindi bara fyri kapital-áhugamálini.

 

Og hvat inniber hetta so fyri bygging og príslegu av íbúðum hjá Bústøðum? Tað er ikki torført at ímynda sær! Lutaíbúðirnar gerast sjálvsagt munandi dýrari, og leiguprísirnir væl hægri, tá vinningurin hjá privata íleggjaranum skal leggjast afturat samlaðu verkætlanini.

 

Tann sum í síðsta enda svíður og skal gjalda gildið eru tær familjur og einstaklingar, sum frammanundan hava allarmest tørv á einum bústaði, og sum ikki hava alt ov góð ráð í forvegin.

 

Aðalmálið hjá Bústøðum er, sum tað stendur í endamálsgreinini í lógini, at virka fyri, at øll í Føroyum skulu hava møguleika at útvega sær ein bústað. Til tess at náa hesum máli er alneyðugt, at Bústaðir aftur verður ein sokallaður non- profit felagsskapur, sum bert skal hvíla í sær sjálvum. Einans á henda hátt - og ikki saman við spekulantum - kann felagsskapurin røkka sínum máli at útvega bíligar bústaðir til allar føroyingar!

 

Kemur Sjálvstýri í samgongu verður ein av fremstu politisku málum floksins aftur at skapa fortreytir fyri, at Bústaðir kann byggja íbúðir uttan at skula verða kroyst av politisku myndugleikunum at profitera av bústaðarneyðini í Føroyum.

 

 

 

Við Sjálvstýriskvøðu,

 

Rógvi Fossádal