Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap, og tey flestu koma inn at landa í næstu viku.
- Fiskiskapurin hjá partrolarunum er smáligur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Um dúpvatnstrolararnar verður sagt, at tveir eru eystanfyri og fiska upsa og djúpvatnsfisk.
- Annar kemur inn at landa fyrst í vikuni, men hin kemur neyvan fyrr enn í aðru viku.
Haraftrat ger havrannsóknarskipið Jákup Sverri yvirlitstrolingar og kemur væntandi inn at landa miðskeiðis í næstu viku.
- Jákup Sverri fær mest av toski og upsa, verður lagt aftrat.
Tveir trolbátar eru norðanfyri. Teir fáa mest av toski og hýsu og nakað av flatfiski. Báðir koma inn at landa í næstu viku.
- Tvey garnaskip fiska svartkalva. Skipini hava brúkiligan fiskiskap, og bæði koma inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.












