Tað endaði 0-0 í kvøld í Sarpugerði í Norðragøtu, har Víkingur hevði vitjan av B36 í fyrsta dystinum í øðrum umfari. Harvið hevur Víkingur framvegis ikki vunnið, og harvið hevur B36 ikki tapt. Í fyrsta umfari endaði tað við 2-1 sigri hjá B36, sum hevði vitjan av EB/Streymi.
Í fyrsta umfari tapti Víkingur 1-0 á útivølli ímóti NSÍ og eftir málleysa dystin í kvøld hevur Víkingur verið 180 minuttir á vøllinum uttan at skora mál.
Síðsta korterið vóru víkingarnir fleiri á vøllinum, eftir at vongverjin í vinstru hjá B36 Símun Sólheim hevði sæð beinleiðis reytt kort.
-Hetta luktaði alla tíðina nógv av málleysum javnleiki. Verjurnar høvdu betri tak á tí enn tað riggaði í álopsspælinum. Inntil tað restaði eitt korter roknaðu vit við møguleikanum, at tað fór at eydnast at skora mál og vinna øll stigini, men tá ið vit so mistu ein mann, so var dagsskráin at halda tørn, og vit fegnast um, at tað eydnaðist, sigur Jákup Martin Joensen venjari hjá B36.
Í triðja umfari fer Víkingur at fáa vitjan av HB, og í triðja umfari fer B36 at spæla á heimavølli ímóti B68.
Víkingur – B36 0-0
Heini Ziska Viðoy
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Jósef Olavsson Gleðisheygg, Ingi Arngrímsson, Arnbjørn Svensson – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Árni Nóa Atlason, Mikkel Hyllegaard – Jákup Johansen, Jørgen Nielsen, Aron Benjaminsen
B36: Silas Eyðsteinsson - Bergur J. Poulsen, Heini Vatnsdal, Mattias Weihe Joensen, Símun Sólheim – Jógvan Gullfoss, Ragnar Samuelsen, Dávid B. Andreasen – Ragnar Samuelsen – Torgeir Børven, Boubacar Dabo











