Í kvøld klokkan 18.30 verður farið undir annað umfar í landskappingini í fótbólti. Heini Ziska Viðoy er dómari í Sarpugerði, har Víkingur hevur vitjan av B36. Í fyrsta umfari tapti Víkingur 1-0 á útivølli ímóti NSÍ, meðan B36 á heimavølli vann 3-1 ímóti EB/Streymi.
Hjá Víkingi var Sølvi Vatnhamar liðformaður í Runavík. Tað plagdi Atli Gregersen, sum nú er givin í fremstu røð, annars at vera. Hjá B36 er Hannes Agnarsson liðformaður, men hann var ikki við ímóti EB/Streymi, tá ið miðvallarin Bogi Reinert-Petersen var liðformaður.
Í kvøld er Hannes Agnarsson á listanum hjá B36, men hann er á beinkinum. Sølvi Vatnhamar er á beinkinum hjá B36. Aron Benjaminsen, sum ímóti NSÍ fyri fyrstu ferð varð skiftur inn á liðið hjá Víkingi, er í kvøld millum teir fyrstu ellivu. Hjá B36 er Ragnar Samuelsen í kvøld millum teir fyrstu ellivu. Ímóti EB/Streymi varð hann skiftur inn, tá ið tað restaðu seks minuttir. Ragnar avloysir Bartal Páll Klein, sum sunnudagin var framrætaður í høgru.
Víkingur – B36 kl. 18.30
Dómari: Heini Ziska Viðoy
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Jósef Olavsson Gleðisheygg, Ingi Arngrímsson, Arnbjørn Svensson – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Árni Nóa Atlason, Mikkel Hyllegaard – Jákup Johansen, Jørgen Nielsen, Aron Benjaminsen
B36: Silas Eyðsteinsson - Bergur J. Poulsen, Heini Vatnsdal, Mattias Weihe Joensen, Símun Sólheim – Jógvan Gullfoss, Ragnar Samuelsen, Dávid B. Andreasen – Ragnar Samuelsen – Torgeir Børven, Boubacar Dabo












