maður hennara John Kelets búði. Ein dramatisk hending í familjuni Hann var í starvi á telefonverki í Kalifornia, tá hann, saman við øðrum samskiftisfólkum í USA, varð biðin um at fara til Føroya at arbeiða [...] hevur búð í USA í 35 ár. USA var so fjarskotið fyri føroyingum tá í tíðini, og foreldur og systkin hildu, at tá Rakul fór avstað, sóu tey hana ongantíð aftur.? Vit hildu, at vit mistu Rakul, og pápi vildi [...] hvussu tað var at fara so langa leið út í heimin. Tað var ikki sum í dag, tá vit hava sjónvarp og Internet o.a. til at taka, og vita eins væl og onnur, hvat hendir úti í heimi, sigur Rakul. Hon visti als einki
ognað okkum tað í trúnni á Hann. Í hesum førinum eiga vit at brúka Jesus sum dømi. Tá ið Jesus var í Getsemane, var Hann í einari støðu, har Hann hevði alla góða orsøk at stúra, men í staðin so søkti Hann [...] høvuðsorðið í hesi bønini er júst ”dagliga”. Vit biðja ikki um breyð til fleiri dagar, vikur ella mánaðir fram í tíðina. Nei, ein dag í senn. Tankin er tann, at vit skulu liva í nú’inum. Ikki í fortíðini [...] stúranini: við at leggja tær í Guds hendur. Og hetta gera vit í bønini. Tí bøn er ein tilvitað gerð, har man velur at leggja alt í Guds stóru og veldigu hendur, og tað er í tí løtu, at vit koma at kenna
ikki rættuliga upp fyri mær fyrr enn í 1999, og hevur hetta eisini samband við júst Ørkina, har vit eru stødd í dag. Tá var nevndin í Fiskimannafelagnum á kunningarferð í Íslandi, har vit vitjaðu okkara s [...] omma í húsinum hjá teimum. Ernestina og aðrar vanlukkur Síðan havi roynt at niðurfesta ein størri part av hesun samleikanumn hjá fiskimonnum. Í ár 2000 luttók eg aftur í eini slíkari minningarferð í samband [...] gjørdist okkara fremsta veiðuleið í mong áratíggir. 3500 føroyskir fiskimenn undir Íslandi Longu fyrst í 20. øld er Ísland ein munandi partur av okkara fiskivinnu. Í 1901 vóru 83 føroysk skip undir Íslandi
sjálvan í sentrum, og hann tekur so nógv av orkuni, sum er í einum rúmi, sigur hann. Eins við øll fólk Johannes Møllehave hevur vitjað tvær ferðir í Føroyum. Seinnu ferð var í fjør, tá ið hann tosaði í Nor [...] og seinni starvaðist hann sum prestur millum annað í Statsfongslinum í Vridsløselille, í Virum og í Bruxelles. Hann hevur eisini skrivað eitt ótal av bókum og hevur hildið óteljandi fyrilestrar um øll hugsandi [...] Møllehave var í 42 ár giftur Herdis Møllehave, sum var sosialráðgevi og rithøvundur, og tey fingu trý børn – Tomas, Mikkel og Kathrine. Herdis doyði í 2001, tá ið tey búðu í Onglandi. Hon er grivin í kirkjugarðinum
skjótt. Tey vildu eisini fegin hava meg í kórið í Den Jyske Opera í Århus, har tey framførdu Ringin eftir Wagner. Áh, Guð, sum tað var frálíkt at standa har miðskeiðis í øllum og síggja og hoyra so nær hjá [...] basso profundo. ? Í maj í fjør var mær greitt, at eg mátti velja. Fast starv í kongaliga kórinum, ella tora at royna lopið sum solosangari. ? Eg leyp, tí møguleiki var fyri, at eg í Finnlandi kundi fáa [...] Miðskeiðis í Wagner Lívið hjá Rúna Brattaberg minnir um bland av tilvild og tí neyðturviliga. Fyrst fekk hann útbúgving á fotoskúlanum Fata Morgana í Keypmannahavn. ? Eg slapp væl frá framsýningum, t.d. í Billedhuset
allar ævir. Hildu tey. Til onkur kom í tankar um Óla. Og rætt var. Sum ikki einaferð mól ein 4-spors Revox bandupptakari í stovuni á Heygavegi 42 í Klaksvík. Óli átti málið, á bandi nr. 270, og kundi sostatt [...] svakan, sigur hann, tá vit standa í kamarinum, har hann hevur sítt bandasavn. Í bókhyllunum standa 280 spolabond við túsundtals sendingum, sum 46 ára Óli Olsen hevur tikið upp í ein heilan mansaldur. Her eru [...] verið í Føroyum seinastu góðu 30 árini. Og her eru standa Bør Børsson og Feðgar á Ferð og øll tey stóru søguhittini í Útvarpinum lið um lið við allar frásøgukempurnar, sum hava verið at hoyrt í Útvarpinum
Janus og Elsu. Tey búgva í íbúð í Havn, og júst sum vit koma inn í søguna, er Elsa farin at bera seg øðrvísi og undarliga at. Tað gerst greitt, at hon hevur ein illkynjaðan knykil í heilanum, og heilsustøðan [...] tað ikki í øllum førum at knýta træðrinar saman og varðveita persónliga intensitetin gjøgnum bókina. Sum frálíður er styrkin í bókini tað løgfrøðiliga og politiska spælið. Tvær løtur seint í bókini – onnur [...] innlit í sjúkragongdina hjá Elsu fram ímóti tí endaliga. Janus, sum er rithøvundur og viðhvørt arbeiðir í bókahandli, gerst alt meira mótleysur og ørkymlaður um støðuna, men hann stuðlar Elsu í hvørjum
heysti 1941 við “Morning Star”. Sylvan eigur 2 systrar í Klakksvík, Jabjørt og Herfríð, og 2 systrar í Onglandi, Margaret í London og Kate í Troon. Pápi Sylvans var bretskur hermaður úr Hebridunum. Tað [...] og øðrum í fleiri dagar norðanfyri. Og tá ið leitað varð í 1971 eftir ”Dortheu” við røsku útróðrarmonnunum Esmari og Louisi í Útistovu í Klakksvík, ið sjólótust, og serliga væl stendur í mínum huga [...] parteigari í “Sundenni”, sum hann førdi í eini tvey ár, og sum royndi við gørnum um várið og línu um summarið og veturin, seinni á laksaveiðu norðanfyri. Alt sá ljóst út, og Sylvan læt í 1988 í Fraklandi
greinini hjá mær í bløðunum seinasta leygardag ikki kom við, vil eg loyva mær at endurtaka hann her. Fulla linjan í stykki 1 á myndini vísir gongdina fram til í dag, meðan fallið í stykki 2 vísir búskapargongdina [...] tey persónligu viðurskiftini kann nevnast, at eg í november í fjør gjørdist pápi fyri aðru ferð, tá eg fekk eina dóttur. Ein mánað eftir hetta kom eg við í búskaparbólkin og havi tískil seinasta hálva árið [...] nærliggjandi at vaksa í Føroyum. Hetta hava vit t.d. sæð í Íslandi. Óvanliga stór upphædd Eg harmist um, at míni privatu viðurskifti verða viðgjørd alment á politiskum fundum og í fjølmiðlunum, men tá ið
mentanarberin, og í honum býr nú millum annað eisini omman, ið segði frá søgum og skjaldrum í gomlum døgum. Støðið í frálæruni er við árunum vorðið alsamt hægri, og børnini verða utbúgvin at fara út í lívið og [...] um kvøldið. Her kemur so aftur hugflogið upp í leikin, tí í myrkrinum koma fuglar, fiskar, djór, plantur til sjóndar, har tey lýsandi sveima í leysum lofti í myrkrinum, og hvør veit? Kanska teknar tú nú [...] mamman er ikki heima." Soleiðis ljóðar eitt gamalt føroyskt skjaldur, sum omma mín plagdi at siga. Í dag er hendan omman í stóran mun blivin til stovnar og skúlar, sum taka sær av upplæringini av børnunum