Óli Jacobsen
Eg vil fegin takka fyri møguleikan at siga nøkur orð her í dag. Tað, sum eg vil greiða eitt sindur frá, er lagnufelagsskapurin millum Føroyar og Ísland, sum má sigast at vera einastandandi millum hesi bæði londini.
Sum tey flestu vita, byrjaði okkara skipsfiskiskapur við sluppum í 1872. Tey fyrstu árini varð veitt undir Føroyum við misjøvnum úrsliti. Men so vendust eyguni til Íslands, har fiskigrunnarnir vóru bæði størri og ríkari til fisk. Hetta førdi til, at Ísland gjørdist okkara fremsta veiðuleið í mong áratíggir.
3500 føroyskir fiskimenn undir Íslandi
Longu fyrst í 20. øld er Ísland ein munandi partur av okkara fiskivinnu. Í 1901 vóru 83 føroysk skip undir Íslandi, og við hesum skipum vóru tilsamans 1.122 mans. Hæddin á hesi veiðu var í 30-unum. Í 1934 vóru ikki færri enn 155 skip við 3.500 monnum undir Íslandi. Tað er lætt at rokna út, at hetta hevur verið ein heilt stórur partur av arbeiðsføra mannfólkinum, sum var í Føroyum. Tað hava verið fá hús og enn færri familjur, sum ikki hava havt onkran av sínum á hesum leiðum. Um hesa tíðina kom Grønland inn í myndina, men tað er ein onnur søga.
Umframt tað arbeiði, sum hetta gav fiskimonnum sjálvum, gav fiskurin heilt nógv arbeiði til heimafólki og serliga til konufólkið við fiskaarbeiði og fiskaturking.
Okkara viðurskifti við Ísland komu so at broytast, og í 50-unum stakk ein heilt nýggj støða seg upp. Tá høvdu íslendingar nógv skip og fáar fiskimenn, meðan tað var øvugt í Føroyum við einum vánaligum flota og nógvum fiskimonnum. Hetta merkti, at ein hópur av fiskimonnum fóru til Íslands at manna íslendsku skipini, eins og tað fóru nógv fólk, ikki minst konufólk, at arbeiða á landi. Tað hava verið nevnd tøl sum 1500 fiskimenn sum vóru í Íslandi, tá tað var mest og hevði hetta eisini alstóran týdning fyri okkara land.
Sum frá leið varð okkara egni fiskifloti endurnýggjaður, og okkara fiskimenn komu heim aftur. Seinastu árini eru umstøðurnar broyttar í báðum londum á hesum økinum, men tað skerst ikki burtur at Ísland hevur havt ein sera avgerandi týdning fyri føroyska samfelagið, og fyri Ísland hevur hetta eisini havt sín týdning. Hetta merkist eisini við teirri vælvild, sum føroyingar merkja í Íslandi tann dag í dag og vil eg siga øvugt eisini.
Fiskimannagravirnar í Reykjavík
Okkara veiða undir Íslandi hevur merkt nógv meira enn hetta. Sum aðrir føroyingar havi eg sjálvtsagt altíð vitað um tey skip, sum eru gingin burtur undir Íslandi við øllum teimum hundraðtals mannalívum, sum hetta hevur kostað. Men hvussu stóran týdning hetta hevur havt fyri okkara samleika ella identitet gekk ikki rættuliga upp fyri mær fyrr enn í 1999, og hevur hetta eisini samband við júst Ørkina, har vit eru stødd í dag.
Tá var nevndin í Fiskimannafelagnum á kunningarferð í Íslandi, har vit vitjaðu okkara systirfelag Sjómannasamband Íslands, sum vit í mong ár hava havt sera gott samskifti við. Her vil eg nýta høvið til at nevnda formannin gjøgnum nógv ár, mín góða vin Óskar Vigfusson, sum doyði fyri einum ári síðani, og sum var ein lyklapersónur í samstarvinum millum londini bæði.
Á hesi ferð var tað ein partur av skránni at leggja krans á føroysku fiskimannagravirnar í kirkjugarðinum í Reykjavík, har menninir av “Onnu” og “Acorn” liggja grivnir.
Søgan um “Acorn” er kend av teimum flestu, men “Onnu” visti eg einki um og fór at kanna hana. Hetta var slupp av Toftum, sum í 1924 á veg inn til Grindavík við einum sjúkum manni sigldi á eitt sker, og øll manningin 17 umkomst. 14 av teimum eru jarðaðir í Reykjavík.
Í 1999 vóru tað júst 75 ár liðin síðan hesa vanlukku, og eg segði onkrum av teimum avvarðandi frá okkara ætlan um hesa kransalegging.
Tað gingu bert nakrir tímar, tá var flogfarið til Íslands fult bókað av eftirkomarunum hjá hesi manning, sum vildi vera við til hesa kransalegging. Hetta merkti, at hesin dagur gjørdist til eitt minningarhald fyri allar hesar fiskimenn, sum vórðu grivnir í Reykjavík og annars fyri teir fiskimenn sum høvdu latið lív undir Íslandi. Aftaná minningarhaldið á kirkjugarðinum fyrrapartin vóru øll boðin í “ervi” her á sjómansheiminum. Síðan varð við bussi farið til Staðarberg, har Anna fór á land, har vit nutu blíðskap hjá sjómannafelagnum á staðnum, og um kvøldið bjóðaði FF til døgurða á sjómansheiminum.
Tað eru serliga tvær myndir, sum enn standa fyri mær frá hesi ferðini. Onnur er tann 82 ára gamla konan, sum lá á knæ á grøvini hjá pápa sínum og bað. Pápi hennara var farin avstað við “Onnu”, tá hon var 7 ára gomul. Hann var ikki komin aftur, og alla hesa tíðina hevði hon følt saknin av ikki at hava kunnað tikið rættuliga avskeð við pápan. Tað fekk hon gjørt nú og kundi fáa frið við sær sjálvari.
Hin myndin er frá teirri sjónvarpssending, sum varð gjørd frá ferðini. Her greiddi dóttir skiparan frá, at øll hesi árini hevði hon eins onnur í ættini á vegginum havt hesar døkku myndirnar frá jarðarferðini við teimum svørtu kistunum í dómkirkjuni hangandi á vegginum. Men nú hevði hon eisini fingið frið, og hon kundi taka hesar myndirnar niður av vegginum med alla.
At hava medvirka til hetta kann ikki gerast upp í nøkrum virði, men eg eri fegin um at hava ein leiklut í hesum.
Hann gav sítt lív fyri vinin
Hesa somu ferðina mintust vit eina aðra hjartaskerandi og hjartanemandi hending, sum eisini eigur at fáa pláss í okkara fiskimannasøgu.
Hetta var í 1928, tá “Florence” var ásigld og stóribátur brotnaði. Skipið fór at søkka, og tað hevði bert lítlabát eftir, og hann rúmaði bert 10 av teimum 17 monnunum umborð. Hetta var í sær sjálvum ein ræðulig støða. Tá 10 mans eru komnir í bátin sær bestimaðurin Jaspur Tausen, sum er í bátinum, at uppi á dekkinum stendur vinmaður hansara Marius av Eiði, sum hann sjálvur hevði biðið við. Jaspur hugsaði við sær sjálvum: “Eg kann ikki bjarga mær sjálvum og lata vinin fara í deyðan.” Jaspur ger ikki vandari enn, at hann fer úr bátinum og bjóðar Marius sítt pláss. Tískil varð tað Jaspur sum druknaði og doyði frá sjúkari konu og 6 børnum. Marius kom heim aftur. Saman við dótrini Marin nýttu tey bæði allar sínar kreftir at hjálpa uppá einkjuna eftir Jaspur, og Marin gjørdist ein omma í húsinum hjá teimum.
Ernestina og aðrar vanlukkur
Síðan havi roynt at niðurfesta ein størri part av hesun samleikanumn hjá fiskimonnum. Í ár 2000 luttók eg aftur í eini slíkari minningarferð í samband við, at tað vóru 70 ár liðin síðan, síðan hendingina við Ernestinu. Hon var sum so nóg syrgilig, tí 9 mans umkomust. Men hon var kortini lívgevandi vegna bragdið hjá Ziska Jacobsen, har hinir 18 av manningini vóru bjargaðir. Á hesi ferðini vóru eftirkomarar hjá sovæl teimum sum umkomust og teimum sum yvirlivdu. Hetta gjørdi ferðina serliga kensluborna, og hon gav eisini høvi til at festa størri part av hesum partinum av okkara fiskimannasøgu uppá blað.
Í 2003 var eg við á eini líkjandi ferð á Eysturlandinum í samband við, at 75 ár vóru liðin síðan báturin av “Riddaranum” holvdist og 7 av monnunum umkomust, meðan ein varð bjargaður sum við einum undri.
Hetta eru bert nakrar fáar av líknandi hendingum. Her kann bert verða nevnt várið 1932, tá “Laura” og “Immanuel” gingu burtur við 40 monnum. Longu í 1935 fórust “Neptun” og “Nólsoy” eisini við um 40 monnum. Tilsaman er talan um fleiri hundrað mans, sum doyðu í íslendskum sjógvi fyrra partin av hini øldini, og hetta vóru vanlukkur sum rakti mong heim og nógvar bygdir.
Egil Reyði
Ein stór vanlukka kundi annars verið hend í 1955 við trolaranum “Egil Rauða”, tá hann fór á land á Vestfjarðum við 14 íslendingum og 19 føroyingum. Takkað verið einum framúr avriki hjá íslendsku bjargingarmonnunum varð tapið av mannalívum avmarkað til 5, av hesum ein føroyingar. Tað kundi eins væl allir farið. Føroyingar kundu annars løna hesum aftur við “Góðanes”, sum sigldi á Flesjarnar á Skálafjørðinum fyri júst 50 árum síðani, og tað eydnaðist at bjarga allari manningini uttan einum.
Skal enda við at siga, at tá talan er um felagsskap millum Føroyar og Ísland, so eru hetta ikki bert orðabrask. Við øllum hesum hendingum í huga má vera talan um meira enn vanligan felagsskap, har eitthvørt samstarv millum londini má sigast at vera meira nærliggjandi enn hjá nøkrum øðrum.










