um ein av FM-biðlunum, tað merkir tó ikki, at runavíkingarnir ætla at taka sær av løttum sunnudagin. - Vit mugu royna at gera okkara part, og so bara vóna, at B68 ella VB snáva í morgin, sigur Trygvi Mortensen [...] Tað eru annars 13 ár síðani, at NSÍ vann á B36 í Gundadali, men Trygvi heldur, at teir hava broytt so nógv í ár, at tað ger einki, um ein broyting kemur afturat. Æruna at spæla fyri Stendur tað til B3 [...] góð nú, at laga hini úrslitini seg, eer møguleiki fyri, at felagið fyri fyrstu ferð í søguni røkkur einum europeiskum plássi á stigatalvuni. Tey bæði seinastu umførini skulu runavíkingarnir royna seg móti
sigast, at Regin varð serliga heppin. Hann verður nevnliga fyrsti maðurin, sum skal í eldin, tá lastbilatoganin stendur á skránni. Vónandi er hetta einasta ferð, at Regin verður fyrsti maður at royna seg, [...] navnið sigur, er her talan um at togað ein lastbil. Sterku menninir halda øðrum endanum, meðan hin er festur í lastbilin, og so ræður um at nýta so stutta tíð sum gjørligt, um at flyta lastbilin ein ávísan [...] eftir, hvussu langt teir megna at bera steinin. Deadlift Í deadlift ræður um at lyfta so tunga byrðu sum gjørligt. Eftir fyrsta lyftið, hevur hvør luttakari fýra royndir, og so at siga avgera teir sjálvir,
kampur at skula halda seg frá at eta ov nógvan mat, sigur Giggi, men leggur samstundis afturat, at tað er ein roynd fyri hana at fara út, har nógvur og góður matur er at fáa. Hon fegnast um, at tað finst [...] gongur alt ov skjótt, heldur hon. ? At tapa seg soleiðis snýr seg ikki um at halda uppat við at eta. Tað snýr seg nógv meira um at broyta lívsstíl og at læra seg at eta rætt. Eg havi etið ov nógv og skeivt [...] eitur Kristin. Hon sigur, at tað var avbera gott at koma niður og orka at ganga og súkkla. Hon greiðir frá, at summi har niðri vóru so illa fyri, at tey fingu sveittan fram av at gera armvenjingar. Ebeltoft
eisini møguleikum fyri at gera aðrar vørur. Jórun sigur tó, at í fyrstu atløgu verður alt tað vanliga gjørt. ? Vit mugu finna eina arbeiðsrytmu og arbeiðsgongd allarfyrst, so fáa vit at síggja, hvat annað [...] goymslurúm, skeri- og pakkirúm, kantina og annað, sum enn ikki er liðugt at gera. Fyri Jóruna ráddi tað fyrst og fremst um at sleppa at fáa jólabaksturin frá hondini í nýggja bakarínum, og tað er so eydnast [...] vit rendu saman ella okkurt. Her verður tað trupult at renna á, sigur Jórun. Eitt annað, sum eisini lættir munandi um hjá teimum nú, er at tað ber til at fylla bilin inni í garasjuni. Í gamla bakarínum máttu
VÍF, og tó at hon helst verður á vøllinum í kvøld, so kann hetta hugsast at darva nakað. Hjá Neistanum tykjast allar at vera tøkar til dystin, og einki er at ivast í, at tær fara á vøllin fyri at prógva, [...] Eiansta faktum, sum higartil hevur verið at líta á í bestu kvinnudeildini, er, at VB vinnur, tá tær eru á vøllinum. Fyri hini liðini hevur verið galdandi, at avrikini hava verið sera misjøvn, og tí tykist [...] einstøkum føri at vera púrasta opið, hvussu tað fer at hilnast. Mikudagin skulu StÍF og Neistin takast á Skála, og hesin dysturin er einki undantak í so máta. Fyri báðar partar er galdandi, at skulu tey hava
leiðsla sum so, men føroyingar vita, at fraklendingar á heimavølli kunnu vera óhugnaliga sterkir. Seinastu dystirnir hava eisini staðfest, at franska liðið er við at finna seg sjálvt spakuliga. Sigurin [...] ferðin, at liðið skal royna seg í eini endakapping, og tað er afrikanskt met. Metið settu teir við 2-0 sigrinum á Marokko. Hjá Nigeria er ikki talan um nakað met, men teir spældu seg víðari við at vinna [...] til, at vit fáa eitt rimmar endabrak upp á undankappingina til HM-endaspælið, sum byrjar fríggjadagin 11. juni í 2010. Fraklendingar góð kort Av teimum átta liðunum, mugu fraklendingar metast at hava best
fokus ofta sett á, at álopsparturin er tannleysur, og at spælið er lítið undirhaldandi. Í Horsens halda teir tað vera ikki minni áhugavert at staðfesta, at verjan hjá teimum er so stinn, at einki mál er farið [...] kappingarárinum, at Horsens var partur av málleysari uppgerð. Teir á heimaliðnum iðraðu seg, tí teir høvdu møguleikar at gera mál, og gestirnir fegnaðust um, at tað eydnaðist teimum at sleppa til hús við [...] møguleikan, og hann tók av. Uppgerðin var serlig á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin, at nýggi venjarin hjá SønderjyskE, Morten Bruun, var við til at vinna. Tað var í tøkum tíma. SønderjyskE er framvegis aftast
sum tað plagar at gera, tá ið føroysk feløg royna seg í Europa Cup. Hóast B68 er botnlið í heimligu landskappingini, so stóðu teir seg hvørki verri ella betri, enn miðal avrikini plagar at vera hjá føroyskum [...] B68 fekk einki mál, og tað er ivasamt, um teir fara at fáa nakað, tá ið teir á Ólavsøku skulu royna seg í Letlandi. Men teir vístu hóskvøldið, at teir hava møguleikan. [...] var komið, var um reppið, at hann legði B68 framum. Langskotið úr vinstru var gott, men málverjin fekk bent tí til horna. Í síðstu sekundunum í 1. hálvleiki var um reppið, at Jóhan Petur Poulsen fekk mál
fyri VB/Sumba, men teir á samansetta liðnum ætla sær ikki at dvína. Útgangsstøðan er at halda tørn um 8. plássið, og vónin er, at tað skal eydnast at lyfta seg eitt pláss. Nógv vatn er runnið í ánna, síðani [...] Burtursæð frá at málverjin er nýggjur, eru broytingarnar fáar og smáar síðani í fjør. Liðið er tískil betri fyri nú, enn tað var, og harvið eiga fyritreytir at vera fyri menning. Dømini eru nógv um, at vágbingar [...] fruktagott í dreingjaliðnum, sum vann FM. Í ár royna bjóða suðuroyingar seg fram við felags unglingaliði, og so fæst at síggja, um tað verður uppaftur meiri nýtt at frætta frá samstarvi og samanlegging í fótbóltinum
Isaksen sigur, at okkurt ár hevur Føroya Sjómannadagur givið hall, men roynt hevur verið at átt nakrar krónur á bók, soleiðis at nevndin hevur klárað at dekkað hallið. - So leingi, sum vit kenna, at vit hava [...] hava uppbakning frá sjófólki, fara vit at royna at halda fram. Vit eru 10 í nevndini, og alt arbeiði verður gjørt ólønt. Tað tekur einar 3-4 vikur at fáa alt upp á pláss, áðrenn tiltakið kann fara av bakkastokki [...] siga tað soleiðis, at Klaksvíkar kommuna og fleiri reiðaríir hava stuðlað okkum óføra væl. Tey hava verið gull verd fyri okkum. Tórshavnar kommuna hevur eisini verið sera beinasom við at læna okkum eitt nú