Alt er sum tað plagar at vera

Persónlig mistøk hjá B68 vórðu dyggiliga sektað, og tá ið toftamenn spældu seg til møguleikar, vóru marginalirnir ikki á teirra síðu

UEFA CUP

Tað gekk, sum tað plagar at gera, tá ið føroysk feløg royna seg í Europa Cup. Hóast B68 er botnlið í heimligu landskappingini, so stóðu teir seg hvørki verri ella betri, enn miðal avrikini plagar at vera hjá føroyskum feløgum.
FK Ventspils úr Letlandi vísti seg at vera betri fyri enn B68. Teir vóru kropsliga væl fyri, teir vóru skjótir, og teir tóktust eisini hava góðan bóltførleika.
Hvussu nógv betri teir vóru enn heimaliðið fekst eingin staðfesting av í dýrdarveðrinum. Tá ið fyrra umfarið var hálvrunnið høvdu teir tvær ferðir sektað stór persónlig mistøk hjá heimaliðnum, og síðani var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin skuldi verða.
Tað var kanska ivasamt, um gestirnir løgdu alt fyri. Men tað var undrunarvert, at teir við tryggari leiðslu á útivølli fingu fleiri gul kort, sum kunnu kosta, um teir koma longri í kappingini.
Ventspils spældi seg til fleiri málmøguleikar, men teir fingu bara eitt mál í 2. hálvleiki. Ofta vóru teir óneyvir í skotroyndunum, og Jazek Prxybylski í B68 málinum hevði fleiri góðar bjargingar.

Málini
Stóri maðurin hjá Ventspils var miðframherjin Vits Rimkus, sum skoraði øll trý málini. Tað fyrsta fekk hann, tá ið eitt kort var farið. B68 misti í uppspæli í vinstru. Tað endaði við letlendskum frísparki við baklinjuna, sum fekk loyvi at sigla mitt innfyri málið, har maðurin við góða máltevinum var púra blankur, tá ið hann setti krúllin undir bóltin.
Átta minuttir seinni var hann aftur upp á spæl. Hesa ferð hekk verjuspælarin hjá B68 í vinstru eftir, tá ið teir royndu at seta rangstøðufellu. Vits kom einsamallur úr vinstru og setti framvið málverjanum.
Triðja málið kom, tá ið 20 minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki. Málið áttu fleiri av verjuspælarunum og málverjin sín lut í. Tað endaði við kiksaðari afturlegging, sum Vits segði ikki møguleikan frá sær, hann kom ímillum og setti framvið málverjanum.

B68 glottar
Toftamenn vóru ikki púra fyri nothing. Øssur Hansen vísti ábyrgd og hevði sjálvsálit. Áðrenn nakað mál var komið, var um reppið, at hann legði B68 framum. Langskotið úr vinstru var gott, men málverjin fekk bent tí til horna.
Í síðstu sekundunum í 1. hálvleiki var um reppið, at Jóhan Petur Poulsen fekk mál. Eftir skjótt B68 álop hevði hann sjálvsálit at fara framvið verjuspælara og royna ímóti málinum, men tíverri small skotið í stólpan.
Brasiliumaðurin Andersson, sum í spælistíli minnir nógv um Álvaro hjá FCK, tykist megna nógv einsamallur. Tíðliga í 2. hálvleiki gjørdist hann leysur eftir framspæling frá Øssuri Hansen, men málverjin kom út og blokeraði.
B68 fekk einki mál, og tað er ivasamt, um teir fara at fáa nakað, tá ið teir á Ólavsøku skulu royna seg í Letlandi. Men teir vístu hóskvøldið, at teir hava møguleikan.