Klaksvík:
Fyrsta bakaríið, sum er bygt til júst tað endamálið, stendur nú liðugt. Tað er bakaríið hjá Jórun Mørkøre, sum liggur á ídnaðarøkinum uppi við Borðoyavík.
Bakaríið hevur staðið í gerð síðani í maj og sunnukvøldið var so mikið væl áleiðis komið, at starvsfólkini kundu byrja.
Nakað av byrjanartrupulleikum vóru, men tað gekk kortini fínt at baka hesa fyrstu náttina.
Nýggja bakaríið gevur møguleikar fyri øktari framleiðslu og eisini møguleikum fyri at gera aðrar vørur. Jórun sigur tó, at í fyrstu atløgu verður alt tað vanliga gjørt.
? Vit mugu finna eina arbeiðsrytmu og arbeiðsgongd allarfyrst, so fáa vit at síggja, hvat annað kann koma burturúr, staðfestir hon.
Fyri umleið einari viku síðani komu allar tær nýggju maskinurnar. Eitt lið av donskum fakfólkum kom upp við at seta alt til. Teir gingu framvegis og hugdu at og eftirkannaðu alt hendan morgunin, Sosialurin vitjaði. Sum skilst vera tey verandi til hósdagin.
Ein prøvabakari er somuleiðis við í fylginum, og hann skal royna at finna eina hóskandi arbeiðsgongd saman við Jórun og hennara starvsfólki.
? Hetta er alt spildurnýtt fyri okkum øll. Eg kenni meg júst sum ein lærling, sum fer til arbeiðis fyrstu ferð og ikki rættiliga veit, hvat og hvussu, sigur Jórun flennandi og leggur afturat, at soleiðis hava tey tað øll.
Seinasta vikan fór við at seta alla ta nýggju útgerðina upp á pláss. Allar maskinurnar frá gamla bakarínum við Klaksvíksvegin vórðu ikki koyrdar niðan í Borðoyavík, fyrr enn alt var liðugt bakað sunnudagin.
Sjarman er burtur
Nýggja bakaríið uppi við Borðoyavík er tað fyrsta av sínum slagi, sum er bygt til endamálið í býnum. Hini bakaríini í Klaksvík, sum eftirhondini ikki hava verið so fá í tali, hava øll verið sethús við bakaríi í kjallaranum.
? Hetta er ein virkisbygningur, sigur Jórun.
Samlaða støddin á bygninginum er 360 fermetrar. Sjálvt bakaríið er 180 fermetrar. So er stórt goymslurúm, skeri- og pakkirúm, kantina og annað, sum enn ikki er liðugt at gera.
Fyri Jóruna ráddi tað fyrst og fremst um at sleppa at fáa jólabaksturin frá hondini í nýggja bakarínum, og tað er so eydnast hjá teimum.
Tveir nýggir ovnar eru í nýggja bakarínum umframt tann sum tey nýttu í hinum, frysti og kølirúmini eru nýggj og so nógv størri, sum Jórun tekur til. Í hinum bakarínum hevði Jórun bara vanliga frystiboksir, sum húsarhald hava. Har slógu tey somuleiðis breyðini upp við hond og so framvegis. Alt tað fer framyvir at ganga fyri seg við maskinum.
Alt hetta bøtir munandi um arbeiðsumstøðurnar og effektivitetin, men samstundis ásannar Jórun, at sjarman við gamla bakarínum hervið er farin.
? Vit stóðu nærum uppi á hvørjum øðrum í tí gamla, og eg veit ikki, hvussu ofta vit søgdu umskylda við hvønnannan gjøngum ein dag, tí vit rendu saman ella okkurt. Her verður tað trupult at renna á, sigur Jórun.
Eitt annað, sum eisini lættir munandi um hjá teimum nú, er at tað ber til at fylla bilin inni í garasjuni. Í gamla bakarínum máttu tey bera allar breyðkassarnar út sjálvi, og tað var mangan tungt og strævið.
Víðka handilin
Jórun Mørkøre keypti bakaríið í 1999. Tá var tað nóg gott, sum tað var, men skjótt øktust krøvini, og hon byrjaði at hugsa um at byggja nýtt.
--? Tað gamla var gott tann tíð tað var, men í dag er tørvurin hjá fólki nógv størri, heldur Jórun.
Nýggi bygningurin uppi við Borðoyavík hýsir ikki útsølu, handilin er framvegis í hinum bakarínum. Men Jórun væntar, at tá alt økið rundan um nýggja bakaríið er gjørt, og undirsjóvartunnilin er liðugur, fer hon kanska at gera ein handil eisini. Pláss er í øllum førum fyri honum.
Tað at bakaríið er flutt, gevur tó aðrar møguleikar við handlinum við Klaksvíksvegin.
? Nú hava vit fingið kjallara við hús fyri tað fyrsta. Ætlanin er at víðka um handilin, men nú mugu vit líka steðga og síggja, hvussu hetta fer at ganga, sigur Jórun Mørkøre og leggur afturat, at um ikki hon hevði havt so góð fólk rundan um seg, so hevði hon ikki staðið í nýggja bakarínum nú.
? Maður, foreldur, familja og ikki minst starvsfólkini hava verið ótrúliga hjálpsom og bakkað meg upp allan vegin, sigur Jórun, og meðan tey royna at arbeiða seg heit og at fella til í nýggja bakarínum, er tað vorðið kalt og einsligt hjá krambagentunum í gamla bakarínum við Klaksvíksvegin, har hitin frá bakstrinum nú er útskiftur við ráan húsakulda.