NSÌ hevur fram um nakað annað verið liðið, sum tosað hevur verið um í seinnu kappingarhálvu.
Eftir at tað í juni mánaði varð tosað um kreppu í Runavík, hevur liðið reist seg, og eitt fyri og annað eftir hava oddaliðini muga givið skarvin yvir móti runavíkingum.
Hesu ferð er talan ikki um ein av FM-biðlunum, tað merkir tó ikki, at runavíkingarnir ætla at taka sær av løttum sunnudagin.
- Vit mugu royna at gera okkara part, og so bara vóna, at B68 ella VB snáva í morgin, sigur Trygvi Mortensen, venjari hjá NSÍ.
Støðan hjá NSÍ er nevnliga vorðin somikið góð nú, at laga hini úrslitini seg, eer møguleiki fyri, at felagið fyri fyrstu ferð í søguni røkkur einum europeiskum plássi á stigatalvuni. Tey bæði seinastu umførini skulu runavíkingarnir royna seg móti Sumba og B71, so á pappírinum skuldu møguleikarnir verið góðir.
Hetta vil Trygvi tó ikki hoyra talan um, men mælir ístaðin til at taka ein dyst í senn.
Til dystin sunnudagin hevur NSÍ venjarin annars allar mans tøkar. Sonni L. Petersen og Christian Høgni Jacobsen høvdu leikbann seinast, meðan Sjúrður Jacobsen var skaddur ta ferðina.
Nú eru teir allir tøkir, so er talan um ein trupulleika hjá Trygva, er hann av tí positiva slagnum.
Tað eru annars 13 ár síðani, at NSÍ vann á B36 í Gundadali, men Trygvi heldur, at teir hava broytt so nógv í ár, at tað ger einki, um ein broyting kemur afturat.
Æruna at spæla fyri
Stendur tað til B36-leikararnar, so verður tað tó ikki nøkur løtt uppgáva, sum NSÍ fær sunnudagin.
Jákup á Borg, sum tey bæði undanfarnu árini hevur verið toppskjútti í landskappingini, sigur við Sosialin, at tað nú mest av øllum ræður um at fáa ein positivan enda á kappingarárið hjá B36.
- Røkkur hetta so til heiðursmerki, er tað sjálvandi gott, men fyrst og fremst er tað æruni, sum vit spæla fyri.
Av fólki noyðist B36 at verða leikbannaða Mikkjal Thomassen fyri uttan sunnudagin, men í aðrar mátar eru allir mans tøkir, og so er spurningurin, hvussu Piotr Krakowski fer at blanda kortini hesu ferð.