Leygardagin fara átta sterkir menn at kappast um at gerast sonevndi atlantsrisin.
Fríggjamorgunin vóru hesir savnaðir uppi á Hotel Føroyum, har høvuðsdómarin greiddi frá, hvussu kappingin var fyriskipað.
Høvuðsdómari er annars Jamie Reeves, sum í nógv ár taldist millum sterkastu menn í heiminum, og hóast hann nú er givin við ítróttini sum íðkari, so er hann framvegis aktivur sum dómari og hjálparmaður.
Eitt, sum Jamie legði sera stóran dent á, var hvussu væl kappingarnar hjá Regini hava verið fyriskipaðar. Harumframt legði hann eisini dent á føroyskan matin, og kallaði hann millum annað fyri »second to none«, altso einki er betri.
Niðanfyri verður annars greitt eitt sindur frá, hvussu ymsu kappingarnar fara fram, umframt at lutakastið av nummarrøðini hjá luttakarunum eisini er prentað.
Regin er nýskapandi
Byrjað verður leygarmorgunin uppi á Hotel Føroyum, har ein kappingargrein stendur á skránni. Um 10?tíðina ella so verður farið oman í Miðbýin, har triíggjar tær næstu kappingarnar skulu avgreiðast, og endiliga verður farið út á Skansan, har seinastu fýra kappingarnar eru.
Tað er ikki heilt ókent, at tey tiltøk, sum Regin Vágadal er partur av, hava okkurt óvanligt á skránni. fyri fáum árum síðani hevði hann Stevie Starr, ein einari á sínum øki, við undir eini kapping, og fyri teir áskoðarar, sum sóu hetta, var talan um eitt minni fyri lívið. Slík framførsla hevði ongantíð áður verið sædd í Føroyum, og verður tað neyvan aftur í bræði.
Hesu ferð fáa føroyingar fyri fyrstu ferð høvi at upplivað fallskýggjaútlop, og verður hetta gjørt úti á Skansanum, meðan finalan fer fram.
Atgongumerki til avgerandi kappingarnar úti á Skansanum kostar 150 kr. fyri vaksin, meðan børn rinda 50 kr. Kappingarnar við Hotel Føroyar og í Miðbýnum eru ókeypis.
Niðanfyri verður stutt greitt frá ymsu kappingunum, sum altso allar verða leygardagin.
Trucktowing
9.00 við Hotel Føroyar
Eins og navnið sigur, er her talan um at togað ein lastbil. Sterku menninir halda øðrum endanum, meðan hin er festur í lastbilin, og so ræður um at nýta so stutta tíð sum gjørligt, um at flyta lastbilin ein ávísan tein. Luttakararnir fáa 60 sekundir hvør, og er lastbilurin ikki togaður allan teinin innan hetta, verður mált, hvussu nógvar metrar talan er um.
Húsafell-stone
10.00 við býráðshúsið
Fyrstu ferð kappast varð í hesum var í fjør, tá Regin var næstbestur av teimum átta luttakarunum. Húsafellssteinurin, sum vigar á leið 190 kg., skal lyftast, og síðani berast eftir vøllinum eystan fyri býráðshúsið. Vinnarin er sjálvsagt tann, sum nýtir minst tíð um teir 30 metrarnar. Í ørðum lagið verður eftir, hvussu langt teir megna at bera steinin.
Deadlift
Í deadlift ræður um at lyfta so tunga byrðu sum gjørligt. Eftir fyrsta lyftið, hevur hvør luttakari fýra royndir, og so at siga avgera teir sjálvir, nær teir nýta hesar royndir. Treytin er tó, at byrðan ongantíð gerst lættari at lyfta, og tí hevur taktiski parturin ein ógvuliga stóran leiklut í hesi kapping.
Millwalk
í Klingruni
Nýggja Klingran er sum skapt til at kappast í Millwalk. Her verður ein vekt upp á 400 kg fest í eina stong, sum melur runt um ein aksil at kalla. Síðani ræður um at lyfta stongina upp í føvningin, og síðani bera hana so oftani runt sum yvirhøvur gjørligt. Vinnarin er so tann, sum megnar at ganga longsta teinin samanlagt.
Vanliga stendur Regin seg væl í hesi kapping, og í fjør gjørdist hann nr. 2 í hesum.
Loading event, stones
16.00 úti á Skansanum
Hetta er vælkenda styrkisroyndin, har 5 steinar, hvør tyngri enn annar, skulu lyftast upp á sín sess. Í fyrstu atløgu ræður um at lyfta allar steinarnar upp á pláss, og í aðru atløgu skal hetta gerast so skjótt sum yvirhøvur gjørligt.
Í kappingini um at gerast heimsins sterkasti forðaði skaðin Regini í at gera seg galdandi í hesi kapping, men vónandi fer hetta ikki at henda úti á Skansanum. Hetta er nevnliga ein av sterkastu síðunum hjá Regini, og vann hann eisini hesa kappingargreinina í fjør.
Wheel Flip
Úti á Skansanum
Fyri áskoðararnar er hetta ein av teimum heilt stuttligu kappingargreinunum, tí serliga er tað ferðin, sum her er avgerandi. Tveir og tveir kappast luttakararnir um, hvussu skjott teir megna at flyta eitt stórt dekk yvir eitt ávíst strekki. Hetta verður gjørt við at bólta dekkið frameftir.
Tá hann ikki er av størstu monnum (í hesum sambandi) hevur hetta ikki verið millum sterkastu síðurnar hjá Regini. Hann hevur tó vant hetta sera nógv í seinastuni, og sjálvur sigur hann seg vera nógv betri í hesum nú, enn hann áður hevur verið.
Deadlift, hold
Úti á Skansanum
Eins og í deadlift, er her talan um at lyfta tungar vektir upp frá. Tá talan er um »hold« er tað tó í nógv størri mun úthaldni, sum ger seg galdandi. Talan er nevnliga um at lyfta 500 kg upp frá, og síðani skulu hesi haldast uppi longst gjørligt.
Vanliga stendur Regin seg væl í hesum, men eisini fleiri av hinum luttakarunum eru sera sterkir í hesum. Skaðin hjá Regini kom í eini líknandi kapping í Suðurafrika, so fyri føroysku vónirnar er avgerandi, er Regin kemur heilskapaður burtur úr hesum.
Loading event, kegs
Úti á Skansanum
Aftur er her talan um eina væl kenda kapping, sum samstundis eisini er sera undirhaldandi fyri fjøldina.
Eitt ávíst tal av kaggum skal flytast úr einum staðið til annað, og hetta skal sjálvsagt gerast so skjótt sum yvirhøvur gjørligt.
Vónandi hevur Regin staðið seg væl, tá komið er til hesa kappingargrein, tí fáur, um nakar, megnar hetta eins væl og Regin. Eitt nú verður á heimasíðuni hjá sterku monnunum tikið til, at eingin í heiminum tekur Regin á hesum øki.
Hetta kom eisini til sjóndar í fjør, tí hóast bæði Jouko Ahola og Magnus Samuelson vóru nær við, so megnaði hvørgin teirra at skumpað Regin av fremsta plássinum í hesum.
Raðfylgjan
Á tíðindafundi uppi á Hotel Føroyum í gjár, greiddi høvuðsdómarin, Jamie Reeves, frá, hvussu ymsu kappingarnar eru fyriskipaðar.
Hóast allir hava roynt seg í hópin av líknandi kappingum, eru altíð spurningar um onkrar smálutir, og tí er týdningarmikið, at eingi ivamál eru, tá kappast verður.
Eftir at kappingargreinarnar sostatt vóru gjøgnumgingnar hvør sær, varð at enda boðað frá, í hvørjari raðfylgju kappast verður.
Tað er nevnliga soleiðis, at í hvørjari grein, er tað aftasti maðurin í samlaðu støðuni, sum roynir seg fyrst, soleiðis at spenningurin verður varveittur sum longst.
Til fyrstu kappingina er tó neyðugt við lutakasti, og her kann ikki sigast, at Regin varð serliga heppin.
Hann verður nevnliga fyrsti maðurin, sum skal í eldin, tá lastbilatoganin stendur á skránni. Vónandi er hetta einasta ferð, at Regin verður fyrsti maður at royna seg, tí vit vilja heldur hava hann í hinum endanum.
Raðfylgjan gjørdist annars hendan:
1Regin Vágadal
2Tórfi Ólafson
3Magnus Samuelson
4Hubert Dorer
5Janne Virtanen
6Lasló Fekete
7Rene Minkwitz
8Bob Dickson










