Tað var ikki fyrrenn í 27. umfarinum í fjør, at tað varð greitt, at Suðuroy í 2007 skuldi eiga umboð í fremstu røð.
VB/Sumba hevur seinastu árini verið í tungum sjógvi, men teir hava riðið stormin av. Ivaleyst peikar pílurin hjá fleiri aftur í ár niður fyri VB/Sumba, men teir á samansetta liðnum ætla sær ikki at dvína. Útgangsstøðan er at halda tørn um 8. plássið, og vónin er, at tað skal eydnast at lyfta seg eitt pláss.
Nógv vatn er runnið í ánna, síðani VB í 2000 við Krzystof Popczynski á odda vann fyrsta og higartil einasta FM heitið. Tað sæst á manningarlistanum. Einasti av teimum, sum skulu bera arvin víðari, og sum eisini var við fyri sjey árum síðani, er Dan Djurhuus. Harvið er ættarliðsskiftið staðfest.
Burtursæð frá at málverjin er nýggjur, eru broytingarnar fáar og smáar síðani í fjør. Liðið er tískil betri fyri nú, enn tað var, og harvið eiga fyritreytir at vera fyri menning.
Dømini eru nógv um, at vágbingar hava havt góð evni at raka seymin á høvdið, tá ið teir hava funnið fram til góðar útlendskar spælarar og venjarar – Tomislav Sivic, Krzystof Popczynski, Milan Kuljic og Evrard Ble eru bara nøkur dømi.
25 ára gamli Evrard Ble er snaringspunktið á miðvøllinum. Dimtrije Jankovic er verjuálit, og fyri VB hevur tað stóran týdning, at 35 ára gamli málrevurin Birgir Jørgensen hevur gjørt av at taka eitt tørn afturat. Millum spælararnar, sum tað nú verður roknað við, eru Jón Krosslá Poulsen, sum er partur av U21 landsliðshópinum, Jákup Olsen, Suni úr Hørg, John Poulsen og Karl Lisberg.
Ætlanin var, at Tomislav Sivic, venjarin í 1996, skuldi hava ábyrgdina. Av persónligum ávum gav hann avboð, og ein annar av Balkan, Predrag Prsic er venjari. Hann hevur UEFA A lisens og sigst hava gott tak á spælarunum.
Í heyst varð nógv tosað um felags Suðuroyarlið, og vágbingar og sumbingar vóru hugaðir fyri ætlanini. Einki spurdist burturúr, og nú er nýggj nevnd vald, sum veit, hvat tað snýr seg um. Málverjin 1987-2006, Bjarni Johansen er formaður, og stuðlarnir hava nógvar royndir.
Í fjør vísti oyggjasamstarvið seg fruktagott í dreingjaliðnum, sum vann FM. Í ár royna bjóða suðuroyingar seg fram við felags unglingaliði, og so fæst at síggja, um tað verður uppaftur meiri nýtt at frætta frá samstarvi og samanlegging í fótbóltinum í Suðuroy.