gentum á pallinum, og tær riggaðu bara heilt væl. Fyrsti tónleikabólkurin á pallinum var føroyski Skunk, og teir spældu harðan og gjøgnumførdan rokktónleik, og hóast talan var um ein ungan og rættuliga óroyndan [...] til Føroya, og tað er væl skiljandi eftir at hava hoyrt amerikanska rapparan á palli. Øll framførslan hjá AXL var play-back, og bert hendingaferð rappaði hann eitt sindur í mikrofonina, og tað var eisini [...] tiltak, har ung kunnu koma saman til dans og konsert, uttan at rúsdrekka er blandað uppí. Heilt at sleppa undan ávirkaðum fólkum er trupult til eitt slíkt tiltak, og soleiðis var eisini leygarkvøldið. Ungdómarnir
Fyrsta og onnur bókin Norðlýsi og Tann tvíeggjaði knívurin komu út í 2004. Í hesi triðju og seinastu bókini í røðini um Lyra og Will fer lesarin við børnunum líka niður í helheim og uppaftur. Lyra er til [...] hansara skara framúr málsliga og hava sálarligt innlit, og at høvundurin altíð stendur undir liðini á lesaranum, setir spurnartekin við myndugleikar, boðar humanismu og kærleika og heldur fast í síni optimistisku [...] til reiðar at ofra seg sjálva og daimonin fyri koma besta vini sínum til hjálpar og bøta um nakað, hon heldur er hennara skuld. Í bókini letur hugtakið ónt og gott upp fyri tvítýddari tulking, har rit
Landbo spældi mamman hjá Jesus og so var hon eitt sindur forlovað uppí Jósef. - Eg skuldi leggja meg niður og sova og so komu Anna og Katrin og søgdu, at eg skuldi eiga Jesus og so var eg glað. Eg sá Jesus [...] við. - Also, fyrst skal man bíða til hirðarnir koma, og so skal man bíða til vísmenninir koma og so skal man banka upp á og sova, sigur Vilhelm. Og leikluturin hjá Vilhelm sum sjónleikari hevur eisini [...] Einglar, hirðar og jólapynt og sovorið. Eg fái slett ikki tað eg ynski mær, King Kong og sovorið, sigur Vilhelm. Einglar flúgva í einum stiga Katrin í Gongini Brockie er eisini seks ára gomul, og hon hevur roynt
lívinum, í selskapslívinum í Havn, og so hava konan og eg búð trý og eitt hálvt ár í húsunum, sum hann bygdi á Traðarvegi í Havn í sekstiárunum, og sum Skrivstovu og Krambafelagið átti, tá ið vit leigaðu [...] Mauritzen hevði heilsølu har úti, og har var stórur eldur. Eg minnist, at vit fóru í land og fóru í Tinganes. Har fleyt við tubbaki, sigarettum og tyggigummi allastaðni, og teir sum royktu fingu nógmikið [...] samanhald í felagnum, og vit hittust ofta. Onkuntíð vóru skipsmanningar inni, tá ið samkomur vóru og tað gjørdi tiltakið eyga hugnaligt. Vit fingu mat heiman úr Føroyum og barrin og tónleikurin sjóaði
leiklutinum og fært størri yvirskot til at verða kreativur við smálutum og soleiðis geva tað allarbesta av tær sjálvum hvørja ferð. Hetta eru stórir leiklutir, og har sita fleiri enn 1000 fólk og hyggja, so [...] Eg eri fyrst og fremst sjónleikari, og tað eri eg av nógvum persónligum orsøkum. Mær dámar tað væl, tey siga, at eg dugi tað væl, og líka sum øll onnur havi eg brúk fyri viðurkenning og at verða tikin [...] dreyminum hjá Annfinni er at fáa føroyskan politikk og etiskar spurningar við í leikin. Hann hevur, saman við øðrum, skrivað og spælt nógvar ólavsøku-kabarettir, og mong minnast ivaleyst Annfinnur í leiklutinum
til dans eitt nú í Eysturoy, Klaksvík, Havn og Vágum. Kíkar spældu góðan gamlan 70 ára rokk, so sum Uriah Heep, Deep Purple, Beatles, Doctor Hook og Santana, og nú teir í hvussu er fyri eina tíð - eru vendir [...] Bio 2. jólakvøld og gamlaárskvøld. Royndir í leikum Teir, sum manna bólkin, eru Jóhann Danielsen, Leirvík (sang), Petur Martin Petersen, Norðragøta (trummur), Jákup Olsen, Runavík (bass) og Hjalti Joensen [...] Bólkurin hevur eisini fingið aðrar royndar tónleikarar at hjálpa sær, og hesir eru eitt nú Finnbjørn Hansen, Sandavágur (tangentar) og Arni Carlsen, Toftir (tangentar). Fleiri av hesum eru kend nøvn innan
skúlanum á Argjum og Albert Hall. Pápi er føddur 17. juli 1934, og er hann ættaður úr Horni í Klaksvík. Foreldrini vóru Jenny og Palli Johannesen. Jenny var av Sevmýri á Tvøroyri og Palli úr Horni í Klaksvík [...] Mamma er fødd 18. september 1935, og er hon ættað av Argjum, foreldrini vóru Hansina og Johannis Henriksen. Hansina var av Argjum og Johannis var úr Árnafirði. Mamma flutti norður til ommu sína í Árnafirði [...] 1972 legðist pápi heima og fór at rógva út. Eisini fekk hann sær prógv til heimaskipara og førdi onkran trolbát á landleiðini. Seinnu árini arbeiddi hann hjá Argja kommunu, og enn arbeiðir hann á Fiskavirking
1923, foreldrini vóru: Tomina og Axel Niclasen. Palli er føddur 22. mai 1920, foreldrini hjá honum vóru: Maria, vanliga nevnd Víkamaria, og Harald Haraldsen. Jetta og Palli fingu fimm børn: Axel, sum búði [...] Hoyvík, Brynjálvur, sum býr í Sandavági, og Thormund og Jónhild, sum bæði búgva í Danmark. Palli var sjómaður, hann sigldi t.d. við Vesturvarða, Vesturskyn og Vesturvón. Eisini var hann kyndari við trolaranum [...] Sørvági, og álit teirra á Harran fyllir teirra dagligdag. Teimum dáma eisini væl at ferðast og eru t.d. ofta og vitja børnini, sum búgva í Danmark. Tey ganga høgt upp í familjuna, at tey trívast og teimum
millum okkara bestu tónleikarar, og hann er ein framúr góður sangari. Hann kann tulka teir vakrastu sangirnar, so at teir fáa nýtt lív, og hann fáa tann lætta popptónleikin og bukandi rokktónleikin at svinga [...] Úrvalið er imponerandi og hugtakandi. Alt frá stóra hittinum um Mariu til jólasangir, fótbóltssangir og poppsangir. Fløgan gjørdist mest selda fløga hjá 3 aranum í fjør. Á palli hevur Kim Hansen verið [...] verið sera virkin bæði sum solistur, men serliga í tónleikabólkum og í løtuni er ein hann ein av limunum í vælspælandi bólkinum Showmonnum. Atkvøða: Send »pla bs 4« til 1441
Hann er ein sonn orkubumba á einum palli og eigur ein stóran leiklut í, at Lama Sea nú telist millum best dámdu føroysku bólkarnar.