Besti sangari: Kim Hansen

Nólsoyingurin Kim Hansen man vera ein av best umtóktu sangarunum í landinum.

Dugnaligi popptónleikarin telist millum okkara bestu tónleikarar, og hann er ein framúr góður sangari. Hann kann tulka teir vakrastu sangirnar, so at teir fáa nýtt lív, og hann fáa tann lætta popptónleikin og bukandi rokktónleikin at svinga sum fáur. Í fjør gav Kim Hansen út eina savnsfløgu við øllum teimum mongu sangunum, sum hann hevði sungið í ymsum samanhangum. Úrvalið er imponerandi og hugtakandi. Alt frá stóra hittinum um Mariu til jólasangir, fótbóltssangir og poppsangir. Fløgan gjørdist mest selda fløga hjá 3aranum í fjør.
Á palli hevur Kim Hansen verið sera virkin  bæði sum solistur, men serliga í tónleikabólkum  og í løtuni er ein hann ein av limunum í vælspælandi bólkinum Showmonnum.
 
 
Atkvøða: Send »pla bs 4« til 1441