Besti sangari: Janus Rasmussen

Karismatiski sangarin í feel good bólkinum Lama Sea, Janus Rasmussen, hevur í ár sligið sítt navn fæst, sum ein lívligur, góður, stuttligur og garrvillur sangari.


 Hann er ein sonn orkubumba á einum palli og eigur ein stóran leiklut í, at Lama Sea nú telist millum best dámdu føroysku bólkarnar.
<st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Janus Rasmussen&quot;$?$end$!$Janus Rasmussen</st1:PersonName$?$end$!$ gjørdi fyrstu ferð vart við seg í bólkinum Speaker í Prix Føroyum 2003, men tað var í ár við Lama Sea, at hann gjørdist ein veruliga stjørna. Lama Sea er í uppskoti til planetir fyri besta bólk og besta nýggja bólk. <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Janus Rasmussen&quot;$?$end$!$Janus Rasmussen</st1:PersonName$?$end$!$ syngur eisini í lýsingarbólkinum The Message. <BR> 
Atkvøða: Send »pla bs 2« til 1441