Gullbrúdleyp á Argjum

Leygardagin 31. desember, verður ein stórur dagur á Argjum, tá ið
Sunneva og Henning Johannesen kunnu halda gullbrúdleyp. Stóri dagurin verður hildin í Róðrarneystinum á Argjum fríggjadagin 30. desember fyri yvir
200 fólkum.

Mamma er fødd 18. september 1935, og er hon ættað av Argjum, foreldrini
vóru Hansina og Johannis Henriksen. Hansina var av Argjum og Johannis var
úr Árnafirði.

Mamma flutti norður til ommu sína í Árnafirði, tá ið pápi hennara bert 33 ára
gamal doyði av tuberklum, tá var hon bert 3 ára gomul. Hon plagar ofta at tosa
um tað góðu tíðina, hon hevði meðan hon vaks upp í Árnafirði. Hon búði hjá
ommu síni til hon var 14 ára gomul, tá ið hon fór í húspláss, fyrst í Skopun,
síðani til Klaksvíkar, har hon kom í húspláss hjá Margit og Kaj Hansen í
Víkunum. Aftan á at mamma og pápi búsettu seg á Argjum, arbeiddi mamma
eina tíð á Bacalao, men eftir eina operatión í rygginum, sum tók
ein part av arbeiðsførleikanum, vaskaði hon í skúlanum á Argjum og Albert Hall.

Pápi er føddur 17. juli 1934, og er hann ættaður úr Horni í Klaksvík. Foreldrini
vóru Jenny og Palli Johannesen. Jenny var av Sevmýri á Tvøroyri og Palli úr
Horni í Klaksvík. Pápi vaks upp í Klaksvík; men eisini hann misti pápan bert 14
ára gamal, eisini hann doyði av tuberklum.

15 ára gamal fór hann til skips við Streymoynni, sum var ein slupp við motori.
Seinni róði hann út, til hann fór við Kallsenni, síðani við Brandur Sigmundarson,
sum vóru síðutrolarar. Í 1969 fór hann við Stellu Karinu, sum var ein av mest
framkomnu fabrikstrolarum tá í tíðini. Í 1972 legðist pápi heima og fór at rógva út. Eisini fekk hann sær prógv til heimaskipara og førdi onkran trolbát á landleiðini. Seinnu árini arbeiddi hann hjá Argja kommunu, og enn arbeiðir hann á Fiskavirking.

Betur foreldur kann ein ikki fáa. Vit høvdu ein uppvøkstur, har vit ongantíð manglaðu nakað. Nú var tað mest mamma, sum tók sær av okkum, meðan vit vuksu upp, tá ið pápi bert var heima í einar 10 til 14 dagar millum túrarnar, sum vardu upp til seks mánaðir. So tað var kanska ikki so undarligt, at tann yngsti beiggin ræddist
pápa, tá hann kom heim ta einu ferðina.

Nú eru tað blivin 21 børn, sum tey eru omma og abbi at, og 8 langommu- og
langabbabørn.

Børnini