Enn eitt ævintýr frá Bókadeildini

Bókadeildin gevur nú út seinasta bind av tríverkinum Myrkursins frumevni. Bókin eitur Ravkikarin og er ein endalig uppgerð í einum kosmiskum stríði, har tey bæði børnini Lyra og Will eru høvuðspersónar

 
Fyrsta og onnur bókin Norðlýsi og Tann tvíeggjaði knívurin komu út í 2004. Í hesi triðju og seinastu bókini í røðini um Lyra og Will fer lesarin við børnunum líka niður í helheim og uppaftur. Lyra er til reiðar at ofra seg sjálva og daimonin fyri koma besta vini sínum til hjálpar og bøta um nakað, hon heldur er hennara skuld. Í bókini letur hugtakið ónt og gott upp fyri tvítýddari tulking, har rithøvundurin Philip Pullman letur tað upp í hendurnar á lesaranum at tulka tað, hann lesur.
Fyrr í ár fekk Pullman bókavirðislønina Litteraturpriset till Astrid Lindgrens minne. Grundgevingin var, at hann er eitt meistarligt frásøgufólk innan fjølbroytt tekstasløg  at bøkur hansara skara framúr málsliga og hava sálarligt innlit, og at høvundurin altíð stendur undir liðini á lesaranum, setir spurnartekin við myndugleikar, boðar humanismu og kærleika og heldur fast í síni optimistisku trúgv á barnið, eisini tá ið støðan tykist vónleys.
Bøkurnar hava eisini nakað sera sterkt visuelt yvir sær, í øllum førum eru hendingarnar í tríverkinum gjørdar til leik, sum hevur verið spældur á palli í The National Theatre í London, og somuleiðis verður í løtuni gjørdur stórfilmur um Lyru Silvurtungu, gentuna sum er annar av høvuðspersónunum í verkinum.
Hjalmar P. Petersen hevur týtt Ravkikarin til føroyskt.