Sumba. Enn er tað ov tíðliga at siga, hvussu nógv, sólorkan gevur, men í hvussu so er higartil hevur úrtøkan verið lutfalsliga góð, hóast skipanin var sett upp á myrkastu árstíð, sigur Sev. Og hon er sterk [...] panin í Sumba er fyrsta veruliga royndin í Føroyum at útvega størri nøgdir av sólorku. Sólorkuverkið varð knýtt í elskipanina í november. Talan er um eitt 246 kW stórt sólorkuverk, ið er sett upp á gamla [...] umleið 35 tons av olju um árið. – Sólorkan er serstakliga áhugaverd í summarhálvuni, tá lutfalsliga nógvir sóltímar eru í Føroyum, samstundis sum tað ofta er lítið av vatni og vindi til vatnorkuverkini
Tað er grátuligt at kvinnur ganga óttafullar og stúra. Og tað skal ikki henda. Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum í løgtinginum í morgun. Nógv hevur verið frammi um, at kvinnur ikki [...] Karsten Hansen sigur, at tað var í mai í fjør, at bíðilistin var á 200 kvinnur, men síðani er hann minkaður munandi. Hann sigur, at hann fer at fylgja væl við gongdini, tí tað skal ikki henda, at fólk [...] mammografi. Kvinnur, sum hava fingið ávísing frá kommunulækna til eru slopnar til kanningar. Men í summum er ávísingin send kommunulæknanum aftur til nærri viðgerð. Í teimum førum hevur røtgenlæknin skotið upp
Í veruleikanum er Grønland ikki so torført at verja. Tað eru lutfalsliga fá punkt, sum skulu verjast, og tað hava vit sjálvandi eina ætlan fyri. Tað hevur NATO eina ætlan um tað, sigur Søren Andersen við [...] Hóast Grønland er so stórt, so er oyggin ikki so trupul at verja hernaðarliga. Tað er eitt av boðunum frá arktiska kommandoleiðaranum, Søren Andersen, í stórari samrøðu við tíðindastovuna Reuters. - Í [...] partvísu avtaluni um Arktis og Norðuratlantshav er skipanin uppstigað við millum annað at økja um manningina. Grønland hevur verið í altjóða ljósi ígjøgnum 2025 og er vorðið eitt týðandi evni á Christiansborg
Dublin, ið allir hava umboðað ella umboða Manchester United. Tað, ið er serligt við Paul Scholes er, at hann er miðvallari, og á listanum eru tað bara hann og Frank Lampard, sum eru miðvallarar. Har eru tó [...] Onglandi. Í dag er hann avsettur sum liðskipari og tað er ilt at ímynda sær, at hann nú hevði fingið flestar atkvøður til heitið »Father of the Year«. Øll hava eina meining um mannin, sum framvegis er liðskipari [...] sum var tað heimsfriðurin, ið stóð upp á spæl. Millum teirra, ið eru blivnir sterkari av nógvum mótgangi, eru David Beckham og Cristiano Ronaldo. Nú er so spurningurin, um John Terry ger tað sama ella
sum sigur: “At tað er eitt krav, at politikarar kenna tann endaliga kostnaðin á musikkskúlanum, áðrenn farið verður undir sjálva byggingina v.m.” Eg kundi ikki verið meira samd, enn tað sama; hetta ljóðar [...] wc-ir, parkeringspláss, áskoðarapláss v.m.; jú hetta kemur sanniliga at kosta og tað í dýrum dómum. Spurningurin er tí, um tað verður arbeitt í loyndum við onkrum øðrum ætlanum fyri musikkskúlan, í tí dulda [...] spurning eru tað nógv fleiri enn bert Musikkskúlanevndin, sum ganga og spyrja; eisini býráðslimir spyrja sína millum. Og tey, sum sita við vitanini, borgarstjórin o.fl., vilja einki upplýsa. Men tað hoyrist
læt lív. Og í tí sambandi er eisini komið fram ymist runt hetta reiðarí, sum eftir okkara tykki ikki er av tí góða. Her eigur at verða undirstrikað, at hetta á ongan hátt er eitt føroyskt mynsturreiðarí [...] til at gera upp við alla fiskivinnulógávuna er púra burturvið. Jú, sjálvandi er fiskivinnulógávan ikki uttan lýti og eigur at verða bøtt uppá, har tað krevst. Men fiskivinnulógávan hevur ikki dripið [...] Frímund Hansen ----- Ja, er tað undarligt, at vit viðhvørt halda, at fjølmiðlarnir eru politiskt litaðir og ella hava betur hug til at lýsa tær vánaligu og ljótu søgurnar og bevíst gloyma tær góðu og
13 sekund inn í samandráttinum - www.kvf.fo) Serliga er tað brotssparkið, sum HB fær í seinna hálvleiki, ið liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen, er argur um. Hann metir, at Kristin R. Mouritsen uppsøkur [...] “hanga”, so tað rennur saman við mótstøðuspælaran. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra havt Atli Gregersen(Víkingur) og Kristin R. Mouritsen(HB) høvdu at siga um brotssparkið og dystin So er spurningurin [...] spurningurin, er tað brotsspark ella ikki?
dir, og Hanus Thorleifsson er ivasamur. Í AB eru teir harmir um, at tað higartil ikki er eydnast at vinna fulla úrtøku, og vónbrotið var stórt eftir tapið í Klaksvík. -Nú er neyðugt at vinna fulla úrtøku [...] førir fyri at spæla. Bárður Olsen er tøkur aftur eftir at hann var sjúkur fyri viku síðani. Tølini siga, at tað mest sum aðru hvørja ferð eydnast AB at vinna stig, tá ið B36 er mótstøðuliðið. Higartil hava [...] hevur vunnið fýra ferðir, og tríggjar ferðir er tað endað við javnleiki. Í fjør hittust B36 og AB einaferð í Gundadali. Tá var úrslitið 1-1. Soleiðis sum tað myndaðist, so kendu teir i AB seg at hava mist
so verður tað 11. ferðin í ár, at KÍ eigur heimavøll, og higartil hevur tað bara eydnast at vinna tríggjar ferðir. Fyrsti sigurin var, tá ið B68 vitjaði í 2. umfari, og úrslitið var 3-1. Tað er tunnilsdagur [...] tunnilsdagur og harvið er tað frítt at koyra í dag. Ofta hevur tað víst seg, at heimaliðið stendur seg illa, tá ið okkurt serligt er á skránni í Klaksvík. KÍ spældi við yvirskoti og sjálvsáliti sunnudagin, tá [...] Umframt Keita og Camara, sum eru skaddir og Óla Olsen, sum er farin til skips, so er eisini miðvallarin Remi Langgaard burturstaddur. André Olsen er tøkur aftur eftir leikbann. Kristian Anton Andreasen og
rithøvundarnir til uppritið sýnast at hava gloymt tað, at tað er av búskaparligum ávum, at vit fiska, og tí skal tað búskaparliga koma í fyrstu røð, og síðani tað lívfrøðiliga, sum ein neyðturvilig treyt fyri [...] vit tí búskaparliga málinum. Hettar er ein stór misskiljing, tí málið er ikki størst møgulig mongd, sum í eini fiskikapping. Málið harafturímóti er, at vit fiska tað loyvdu mongdina so bíliga sum til ber [...] byttuni á høvdið, og seta tað búskaparliga fyrst, og síðani taka atlit at tí lívfrøðiliga, fyri at langtíðartryggja tað búskaparliga, men altíð á ein slíkan hátt, at tað skaðar ikki tað búskaparliga. Útgangsstøði