Tað er fantastiskt at eiga børn

28 ára gamla Maibritt í Haraldsstovu flutti úr Danmark til Føroyar við manni og soni teirra í desember mánaði í fjør. Maibritt hevur í løtuni burðarfarloyvi, men mikudagin byrjar hon í nýggjum arbeiði í damudeildini í Handilskjarnanum.

 - Hvussu er at vera mamma?
- At vera mamma er eitt ótrúliga gott følilsi. Tað er fantastiskt og simpelthen tað besta ein kann ynskja sær. Eg hevði ikki trúð at tað var sooo gott, og tí ynski eg mær fleiri børn.
  
- Hava tit verið uttanlands í summar?
- Nei. Vit fluttu heim á jólum, og hava tí ikki verið uttanlands í ár. Vit vóru tó ein fantastiska góðan rundtúr við Norrönu. Vit ætla okkum kortini uttanlands komandi summar, men spara annars upp til at byggja okkum hús í Sørvági.
  
- Hvat hevur tú gjørt í morgun?
- Í morgun fór eg fyrst í vøggustovuna við sonin. Hann skal líkasum venja seg við at vera í vøggustovu, nú eg skal út at arbeiða. Ein tíma seinni fór eg eftir honum aftur. Annars haldi eg bara frí í morgun og njóti at trilla vogn runt í býnum.
 
- Hvat heldur tú um føroyska veðrið?
- Summi siga at føroyska veðrið er gott. Eg kundi sjálv ynskt mær munandi betri veður, so ein kundi sólað sær oftari og grillað. Síðani vit fluttu heim havi eg ikki longst niður aftur til Danmarkar, men í summar havi eg kortini gjørt tað av og á.
 
- Hvørjum vilt tú heilsa?
- Eg vil fegin senda eina heilsu til mammu mína. Hon er ein ótrúliga góð eykamamma hjá soninum Tóka, og verður tað eisini framyvir, nú hann skal venja seg til at vera í vøggustovuni.