Tað er merkiligt at pengarnir ikki eru brúktir

Tað gongur strilti at brúka pengarnar og nú vil Løgtingsmaður hava at vita, hvat tað er, sum hendur

Tað er nógv virksemi, og vegurin er smalur, so nú vil løgtingsmaður hava at vita, hvat hendur

Løgtingið hevur sett 4,75 milliónir av til at breiðka og at gera ábøtur á vegin í Funningsfjørði, frá høvuðsvegnum Millum Fjarða og allan vegin ígjøgnum bygdina.

 

Hann vísir á, at hetta er eitt strekkið, sum fyri stóran part ein einsporaður vegur við nøkrum fáum víkiplássum.  Dagliga koyra stórir lastbilar eftir vegnum. Harumframt er nógv ferðsla við bussum, sum koyra við ferðafólk til vælumtóktu ferðamálini Elduvík, Funning og Gjógv - umframt dagligu persónbilaferðsluna, sum stendst av vaksandi virkseminum í økinum.

 

– Í Funningsfirði er alivirki hjá Bakkafrost, taraaling hjá Ocean Rainforest og plattaframleiðsla til allan føroyska fiskaútflutningin. Elduvík, Funningur og Gjógv eru vældámd ferðamál hjá bæði føroyskum og útlendskum ferðafólki. Umrødda vegastrekki er høvuðsæðr til alt hetta virksemið.

 

Men hóast Løgtingið hevur játtað pening til endamálið, er einki hent, hóast summarið nú er við at fara, og heystið stundar til. Og tað undrar Bill Justinussen, løgtingsmann fyri Miðflokkin og tí vil hann nú hava Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, og í samferðslumálum, greiða frá, hvat tað er, sum hendur.

 

– Løgtingið er evsti myndugleiki og tí mugu vit vænta, at landsstýrismaðurin og Landsverk halda seg til tær ætlanir, sum Løgtingið hevur á økinum, sigur hann.

 

Tí spyr hann nú Jørgen Niclasen, hvussu hann ætlar at brúka tær 4,75 milliónirnar, sum eru játtaðar til Funningsfjarðavegin í ár. Men hetta røkkur bara til eitt lítið strekki og Bill Justinussen vil eisini hava at vita, hvat tað kostar at gera allan vegin og nær gongd kemur á tað arbeiðið.

 

Tað er nógv virksemi, og vegurin er smalur, so nú vil løgtingsmaður hava at vita, hvat hendur