Vilja byggja uppaftur tað sum er niðurbrotið

Í Danmark roynir stjórnin at fáa valið at snúgva seg um uttanríkispolitikkin. Um kríggið í Afganistan og tað terrorvirksemi, sum byrjaði 11. september, og sum førdi við sær broytingar um allan heimin.

 

Fíggjarlógina, innanlandspolitikkin og vælferðarsamfelagið roynir stjórnin at skúgva í bakgrundina soleiðis at valið verður eitt val um "vinn ella forsvinn" fyri stjórnina.

Andstøðan (teir borgarligu flokkarnir) sigur harafturímóti, at valið fyrst og fremst skal snúgva seg um dagligdagin hjá danska fólkinum, vælferðina, bíðilistarnar á sjúkrahúsum, eldrapolitikkin, innflytarapolitikkin, skattapolitikkin o.s.fr.

Andstøðan heldur ikki, at uttanríkispolitikkurin skal dominera valorrustuna, fyrst og fremst tí at flestu flokkarnir á fólkatingi í stórum eru samdir um tann rikna uttanríkispolitikkin. Allir eru samdir um at standa øksl móti øksl ímóti torrorismu í heiminum.


Valstríðið í Føroyum

Sjálvt um talan er um eitt fólkatingsval, so fer valstríðið í stóran mun at snúgva seg um tann heimliga politikkin, vælferðina hjá føroyingum, bíðilistar til sjúkrahús, bíðilistar til ellis- og røktarheim, eldrapolitikk í síni heild, pensjónir, skatt, um figggjarlógina sum aftur gevur stórt hall og mangt annað. Øll tey samfelagsøki, sum sitandi samgonga onki hevur gjørt við farnu skjótt 4 árini.

Valið fer sjálvandi eisini at snúgva seg um ríkisfelagskapin, tað viðferð og misrøkt, sum hetta landsstýri hevur hevur lagt fyri dagin á hesum øki. Tær brúgvar sum eru brendar, tey viðurskifti sum eru komin í ólag ella heilt steðgaði upp. Tað er torført at finna røttu orðini fyri hvussu hetta landstýrið og teirra umboð hava forpesta viðurskiftini Føroya og Danmarkar ímillum.

Hetta eru alt viðurskifti sum mugu fáðast aftur í rættlag. Henda uppgávan verður tann allar størsta hjá einum komandi sambandsumboði á Fólkatingi eftir valið 20 november.

Tað kann tykjast óneyðugt at siga frá, at føroyingar saman við tí demokratiska heiminum, standa øksl móti øksl ímóti terror og yvirgangi.

Harafturímóti er tað alneyðugt at siga frá, at føroyingar nú ætla at standa saman, tá teir stóru skaðar, bæði í viðurskiftunum innanlendis og innan ríkisfelagskapin, framdir av sitandi landsstýri og samgongu, skulu rættast upp aftur.

Hesi boðini kunnu føroyingar mannsterkir geva við at velja eitt sam-bandsumboð á fólkating 20. november.