Ein faklig meting sigur, at í løtuni er, at krígshóttanin móti Norðurlondum rættiliga avmarkað. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann; hvørja tilbúgving vit hava í Føroyum í eini kreppustøðu. Talan kundi kanska verið um, at kríggið í Ukraina breiðir seg, ella onkur onnur álvarslig støða tekur seg upp.
Men løgmaður sigur, at tað er lítil vandi fyri, at føroyska samfelagið verður rakt beinleiðis av krígnum. Tó er vandi fyri, at kríggið kann fáa avleiðingar fyri okkum upp á ymsar mátar. Brúka vit tilbúgvingartørvin og váðametingina hjá hinum norðurlondum, eru tað serliga hesi øki í samfelagnum, sum kunnu vera hótt:
– Álop á nettrygdina (cybertrygd) við avleiðingum fyri virkisførinum hjá samfelagnum.
– Trupulleikum við vøru- og tænastuveitingum.
– Trupulleikar við nøktandi orkuveiting, serliga olju og gass.
Aksel V. Johannesen sigur, at øll lond eiga at hava eina sterka tilbúgving, ikki minst tá ræður um atgongd til neyðsynjarvørur sum mat, vatn, orku, heilivág og aðrar neyðsynjarvørur.
Hann leggur afturat, at Føroyar hava eina tilbúgving, har eitt endamál er at tryggja, at virkisførið í samfelagnum verður skert minst møguligt; tá ið skaðar henda, ella vanlukkur raka.
Hann leggur afturat, at undanfarna landsstýri bað føroyska kreppuráðið meta um, hvørjar avleiðingar kríggið í Ukraina kundi fáa fyri føroyska samfelagið.
Úrslitið er, at ongar ábendingar eru um, at vit fara at mangla olju og mat, og mett verður heldur ikki, at hesi útlitini eru versnað hetta seinasta árið, hóast prísurin á ymiskum vørum er hækkandi.
Men samstundis verður eisini arbeitt við at laga føroysku tilbúgvingina til á ymiskum økjum. Samstundis eru fyrstu stigini tikin til at knýta Føroyar upp í Haga-samstarvið, ið er samstarvið ímillum norðurlondini um tilbúgving.
Ætlanin er eisini at samskipa tilbúgvingina betur, og eitt dømi er, at tilbúgvingarnar hjá heilsuverkinum og apotekinum eiga at lýsa tørvin á at eiga heilivág á goymslu, eins og tilbúgvingarnar hjá Umhvørvisstovuni og SEV eiga at lýsa tørvin á at eiga olju á goymslu.
– Annars er tað so, at tess skjótari vit fáa lagt um til grøna orku, tess minni tengd eru vit at hava olju á goymslu, og harvið verða vit eisini minni ávirkað av støðuni í heiminum, sigur Aksel V. Johannesen.