in er ikki, um HB verður meistari, men heldur nær tað verður staðfest. Sum tað sær út í løtuni, so verður tað um minni enn tveir mánaðir. Stór uppgáva Hjá Eyðuni Klakstein og hansara monnum í KÍ er uppgávan [...] eisini týðuligt, at um heimaliðið hevði kenst trýst á sær, so hevði tað borið til at trýst meiri á speedaran og harvið at økt um sannlíkið fyri størri leiðslu. Breiddin á HB liðnum er stór, royndirnar eru [...] Mouritsen lyfti hegnisliga bóltin upp um málverjan, og hann fór inn um strikuna, áðrenn Heðin á Lakjuni náddi eftir honum. Eftir steðgin var HB meiri ágangandi enn í 1. hálvleiki. Men inntil miðskeiðis
Í B36 var vónbrotið stórt. Hetta var enn eina ferð staðfesting av, at tað er torført hjá árstalsfelagnum at vinna á útivølli. Einastu sigrarnir higartil í ár aðra staðni enn í Gundadali hava verið í Sørvági [...] heimasigri, átti Dion sín leiklut, sum vit venda aftur til um eina skamma stund. Miðskeiðis í 1. hálvleiki bendi einki á, at talan skuldi verða um spennandi uppgerð, hóast tað úti á vøllinum gekk javnt á [...] umboðan í fremstu røð. Soleiðis er tað ikki longur. AB hevur strítt seg upp í bestu deildina, og nú gella orðini hjá Sámal Eriki Hentze við tyngd. Hóast AB framvegis er undir strikuni, so sigur gongdin
Men hóast tað er beiskt og hóast hann er harmur um, ikki at vera sloppin við, so er hann ikki fallin í fátt. Tað verða aðrir leikir og aðrir dystir, og vit hava lært av hesum, sjálvt um tað hava verið [...] heldur, at tað er beiskt, at hava lagt so nógva tíð og orku í venjing av flogbóltslandsliðnum, og so ikki sleppa við til leikirnar. - Hetta er harmiligt, ikki minst tá hugsað verður um at leikirnir hesaferð [...] Tað er ein harmur Boban Ilic, ið gongur runt í føroyska regninum, meðan flogbóltsleikararnir, ið hann er venjari hjá, spæla oyggjaleikir á Bermuda. - Eg veit ikki reiðiliga, hvat hendi. Vit søktu um visa
, har talan var um bundnar seriur í teimum ymsu amboðunum, eydnaðist aftur fimleikamonnunum at gera eitt gott hál, tí teir vunnu eitt gull-, trý silvur- og tvey bronsumerki. Í lopi um hest vann Øssur Debes [...] nógv meira enn tað, vit fingu burturúr. Her ráddi um at gera tær snøggastu seriurnar, og har liggur ikki altíð so væl fyri hjá okkum, sigur Rósing Dam, ferðaleiðari hjá fimleikarunum. – Men hetta var aftur [...] nógvum heiðursmerkjum, og ikki minst var tað stuttligt at síggja Aron Jacobsen, sum er yngsti fimleikarin úr Føroyum, sum er við, vinna tvey bronsuheiðursmerki. Hjá kvinnunum kom einki heiðursmerki, men har
kvøld, eydnaðist 18 ára gamla Marnari Djurhuus at vinna enn eitt bronsumerki. Enn einaferð var dramatikkur, tá hann kom á mál, tí síðstu 300 metrar var hann deyðalúgvaður, og hann næstan datt um málstrikuna [...] Men Marnar megnaðu at halda stand, so eingin av teimum aftanfyri var í nánd av at hótta bronsuna. Hetta er annað bronsumerki hjá Marnari á hesum leikunum, tí mánakvøldið vann hann eisini bronsu á 10.000
áttandapartsfinaluni taptu 0-2 fyri Cayman-oyggjunum, ið vunnu settini 21-12 og 21-9. Hetta er fyrstu ferð, at strandarflogbóltur er við á oyggjaleikunum, so Guðrið Syderbø og Lena í Buð hjá kvinnum og Jens Heri [...] Alex Troleis hava skrivað søgu sum fyrstu føroysku manningarnar í hesi grein, ið fyri føroyingum enn er rættiliga ókend. [...] Oyggjaleikir: Tað eydnaðist føroyska manslandsliðnum í strandarflogbólti at koma í fjórðingsfinaluna, men so gekk tað heldur ikki longur, og tí eru nú bæði landsliðini í strandarflogbólti útsligin. Jens
Tað eydnaðist ikki nøkrum flúgvara at seta seg í Vágum í dag. Atlantsflog hevði annars vónir um at fáa glið á flogferðsluna út á dagin í dag, men enn er kavsvart í mjørka. Flogfarið, sum upprunaliga kom [...] fór til Keflavíkar at bíða eftir betri líkindum. Nærri boð um hetta flogfar verða givin klokkan 21, eins og vit tá eisini hava eina meting um nær ferðafólkini til Keypmannahavnar við RC 450 og RC 456, [...] á ferðafólkini um ikki at koma á flogvøllin fyrrenn í fyrsta lagi tveir tímar fyri fráfaringartíð. Annars kemur Atlantsflog við nærri boðum um ein tíma, ella klokkan 21. Annars ræður um at fylgja við á
vinna gull. – Hetta er fyrsta gullið, sum Føroyar nakrantíð hava vunnið í skjóting, so tað eru vit sera fegin um og errin av, sigur Johnhard Klettheyggj, formaður í Skjótisambandinum. Vanliga er tað Áland [...] hesaferð altso er við sum byrsuskjútti. Hóast gullið kom til høldar í dag, verður tað ikki handað fyrr enn hósdagin, tá øll heiðursmerkini í skjóting verða avgreidd undir einum. Og hvør veit, um ikki tað verða [...] dúgvur, sum er fult. Føroyar fingu 167 stig, meðan Áland fekk 158 stig, og so komu Cayman-oyggjarnar á bronsuplássinum við 146 stigum. Grønland var nummar fýra og Bermuda nummar fimm. Í morgin er liðkappingin
skuldu fara, og tað gekst, sum tað skuldi. Hetta er fyrstu ferð, nakar veit um, at fólk hevur verið uppi á Kellingini. - Vit hava spurt og kannað, men hava ikki frægt um nakran, sum hevur verið á Kellingini [...] noyddust at bora fyri at festa línuna. Sjálvur tindurin er ikki meiri enn ein hálvan fermetrar. Men rundanum sjálvan toppin er ein lítil rók, sum kanska er tveir fermetrar. Bergur Mikladal sigur, at næsta málið [...] Tað var harðari at taka Kellingina enn tað var at taka Risan. Tað eru teir báðir, Bergur Mikladal og John Petersen, samdir um. Hósdagin eydnaðist tað teimum báðum, saman við Bartali Mikladal, at klintra
Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, er sjálvandi fegin um úrslitið og ógvuliga stoltur av sínum monnum: -Hetta er gott fyri spælarnar, sum vístu megnar avrik, og hetta er ein heiður fyri okkara felag og fyri [...] avbjóðingum, uttan at tað eydnaðist gøtumonnum at vinna seg víðari, so hetta var vorðið sum dagur í fótbóltssøguni hjá teimum í Eystur kommunu og í føroyskari fótbóltssøgu, tí hetta er kanska størsta avrik [...] uppiborið, at tað er okkara lið og ikki finska liðið, sum í næstu viku aftur fer at spæla europeiskan fótbólt, er heilsanin hjá Víkinga bossinum úr Turku í Finlandi. Sigfríður Clementsen er venjari í Víkingi