Ongin flúgvari í dag

Atlantsflog ger aftur eina roynd í nátt at fáa ferðafólk heim

Tað eydnaðist ikki nøkrum flúgvara at seta seg í Vágum í dag.

 

Atlantsflog hevði annars vónir um at fáa glið á flogferðsluna út á dagin í dag, men enn er kavsvart í mjørka.

 

Flogfarið, sum upprunaliga kom úr London í gjár, er farið til Glasgow, og flogfarið, sum upprunaliga kom úr Billund, er farið til Keflavíkar og tey koma aftur  í morgin.

 

Flogførini til og frá Bergen, RC430 og RC 431, eins og flogførini til og frá Billund, RC 470 og RC 471, eru útsett til í morgin.

 

Nærri boð verða givin klokkan 23.00.

 

Atlantsflog sigur annars beint nú, at flogfarið úr Keypmannahavn, RC1451, fór til Keflavíkar at bíða eftir betri líkindum.

 

Nærri boð um hetta flogfar verða givin klokkan 21, eins og vit tá eisini hava eina meting um nær ferðafólkini til Keypmannahavnar við RC 450 og RC 456, sleppa avstað.

 

Næsta ætlaða flogfarið úr Keypmannahavn í dag, RC 455,  fer væntandi úr Keypmannahavn klokkan eitt í nátt danska tíð.

 

Ferðafólkini mugu skriva seg inn fyri klokkan 23 í kvøld danska tíð.

 

Security er kortini opið longri.

 

Triðja ætlaða flogfarið úr Keypmannahavn RC 457 er avlýst og ferðafólkini umbókaði til RC 455 í nátt og RC 451 í morgin mikudagin.

 

– Ferðafólk okkara kunnu hyggja á heimasíðuna hjá Atlantsflogi at vita, hvørjum flogfarið, tey skulu við, siga tey frá Atlantsflog.

 

Ferðafólkini, sum skuldu til Keypmannahavnar við RC456 klokkan 16 í dag, sleppa í fyrsta lagi avstað eftir midnátt, og heitt verður á ferðafólkini um ikki at koma á flogvøllin fyrrenn í fyrsta lagi tveir tímar fyri fráfaringartíð.

 

Annars kemur Atlantsflog við nærri boðum um ein tíma, ella klokkan 21.

 

Annars ræður um at fylgja við á heimasíðuni hjá Atlantsflogi, tí veðrið má sær sjálvum ráða og tær broytingar, sum nú eru lýstar, kunnu broytast aftur.