Oyggjaleikir: Í síðstu kappingini í fimleiki, sum var SET-kappingin, har talan var um bundnar seriur í teimum ymsu amboðunum, eydnaðist aftur fimleikamonnunum at gera eitt gott hál, tí teir vunnu eitt gull-, trý silvur- og tvey bronsumerki.
Í lopi um hest vann Øssur Debes Eiriksfoss gull, Bogi Berg fekk silvur og Aron Jacobsen bronsu, í rekk fekk Jóni B. Christiansen silvur, í paralellari barr fekk Aron Jacobsen bronsu, og í ringunum fekk Øssur Debes Eiriksfoss silvur.
– Eg haldi, at vit eru nøgd við úrtøkuna, tí vit høvdu ikki væntað so nógv meira enn tað, vit fingu burturúr. Her ráddi um at gera tær snøggastu seriurnar, og har liggur ikki altíð so væl fyri hjá okkum, sigur Rósing Dam, ferðaleiðari hjá fimleikarunum.
– Men hetta var aftur ein góður dagur við nógvum heiðursmerkjum, og ikki minst var tað stuttligt at síggja Aron Jacobsen, sum er yngsti fimleikarin úr Føroyum, sum er við, vinna tvey bronsuheiðursmerki.
Hjá kvinnunum kom einki heiðursmerki, men har høvdu tey kanska heldur ikki væntað so nógv. Hinvegin føldu tey seg snýtt fyri eitt heiðursmerki á bitanum, har Katrin S. Wardum varð dømd sera hart fyri smáar feilir, sum dómararnir takseraðu til miðalstórar feilir.
Tilsamans hevur fimleikurin gjørt størsta føroyska hálið á hesum oyggjaleikunum við tilsamans fýra gull-, seks silvur- og fimm bronsuheiðursmerkjum.