Tað er ein harmur Boban Ilic, ið gongur runt í føroyska regninum, meðan flogbóltsleikararnir, ið hann er venjari hjá, spæla oyggjaleikir á Bermuda.
- Eg veit ikki reiðiliga, hvat hendi. Vit søktu um visa einar seks-sjey vikur framman undan, men vit hoyrdu einki aftur, sigur Boban Ilic.
Tá nakrar vikur vóru farnar, og einki frættist frá World Bridge í London, ið umsitir pappírsarbeiðið fyri enska uttanríkisráðið, royndi Flogbóltssambandið at seta seg í samband við fyritøkuna. Men tað var lættari sagt enn gjørt.
- Skipanin virkar soleiðis, at tað ber ikki til at ringja til World Bridge. Tí mátti alt samskifti fara fram umvegis teldupost, sigur Boban Ilic.
Men hóast roynt var dúgliga at koma í samband við World Bridge, eydnaðist hetta ikki.
So hendi tað, at stjórnin á Bermuda gjørdi av, at ikki var neyðugt við visa, fyri at sleppa við til oyggjaleikirnar, men hesi boð komu tó í seinna lagi.
- Vit fingu hetta at vita ein ella tveir dagar undan fráferð, og tá var ov seint at fáa passið hjá mær aftur til Føroya, sigur Boban Ilic.
Saman við umsóknini um visa mátti eisini passið hjá Boban fylgja við til London, og tá tað gekk so long tíð at fáa eitt svar, vóru vánirnar fyri at fáa passið aftur eftir so stuttari tíð ringar.
- Eg havi so ikki fingið passið aftur enn, staðfestir Boban Ilic, tá vit tosaðu við hann í gjár, hósdag.
Beiskt
Føroyingarnir hava ikki fyri neyðini at søkja um visa í London, men Boban Ilic er ikki ES-borgari.
- Eg havi serbiskan borgararætt, og tí mátti eg søkja um visa hjá sendistovuni í London. Og av tí sama var heldur eingin møguleiki at fá nýtt, fyribils pass, í einari handavending, tá vit fingu at vita, at ikki var neyðugt við visa, sigur Boban Ilic.
Hann heldur, at tað hevði tikið í minsta lagi tríggjar vikur, at fingið nýtt pass úr Serbia.
- Eg veit ikki heilt, hvussu skipanin er fyri at koma í samband við umboðini fyri sendistovuna í London, men eg havi skilt, at tað skal vera rættiliga høgt uppi í hierarkínum, um tú skal kunna ringja hartil, sigur Boban Ilic.
Hann heldur, at tað er beiskt, at hava lagt so nógva tíð og orku í venjing av flogbóltslandsliðnum, og so ikki sleppa við til leikirnar.
- Hetta er harmiligt, ikki minst tá hugsað verður um at leikirnir hesaferð eru eitt so eksotiskt stað sum Bermuda, sigur Boban Ilic.
Hann er kortini ikki longur burtur, enn at hann samskiftir við Bartal Eliasen, ið hevur tikið yvir venjarastarvið hjá Boban.
- Eg tosi við Bartal hvønn dag og hjálpi til við taktikki og øðrum so væl tað nú einaferð ber til, sigur Boban Ilic.
Men hóast tað er beiskt og hóast hann er harmur um, ikki at vera sloppin við, so er hann ikki fallin í fátt.
Tað verða aðrir leikir og aðrir dystir, og vit hava lært av hesum, sjálvt um tað hava verið dýrir lærupengar, sigur Boban Ilic, føroyskur landsliðsvenjari í flogbólti, sum ikki slapp við til Bermuda.