Jens Heri og Alex komu í 1/4-finalu

Oyggjaleikir: Tað eydnaðist føroyska manslandsliðnum í strandarflogbólti at koma í fjórðingsfinaluna, men so gekk tað heldur ikki longur, og tí eru nú bæði landsliðini í strandarflogbólti útsligin.

Jens Heri Bolstad Mortensen og Alex Troleis vunnu í áttandapartsfinaluni 2-0 á Isle Man, við settúrslitunum 21-10 og 21-17, so tað var ein rímiliga sannførandi sigur, ið gav pláss í fjórðingsfinaluni.

Men har gjørdist Saaremaa ein ov stórur biti og vann 2-0, og talan var hesaferð um eitt umleið líka sannførandi tapt til Føroyar, tí seturslitini vóru 10-21 og 16-21.

Kvinnurnar ruku eisini í gjár endaliga úr kappingini, tá tær í áttandapartsfinaluni taptu 0-2 fyri Cayman-oyggjunum, ið vunnu settini 21-12 og 21-9.

Hetta er fyrstu ferð, at strandarflogbóltur er við á oyggjaleikunum, so Guðrið Syderbø og Lena í Buð hjá kvinnum og Jens Heri Bolstad Mortensen og Alex Troleis hava skrivað søgu sum fyrstu føroysku manningarnar í hesi grein, ið fyri føroyingum enn er rættiliga ókend.