Facebook í langa tíð. Eg havi sagt nei, tí eg haldi ikki, at Facebook er nakað fyri børn. Eg vil heldur, at hann heldur skal finna uppá okkurt annað at spæla við. Skal tað endiliga vera teldan, so eigur hann [...] Tú sigur, at hóast tú sjálvur heldur tað vera skeivt, so kennir tú teg kroystan at geva eftir. Sum tú og onnur við tær helst longu hava varnast, so hati eg bólkatrýst av øllum slag. At hini gera nakað er [...] hansara fyrsta flokki (!) hava Facebook, og hóast eg sjálvur haldi tað vera skeivt, so kenni eg meg kroystan at geva eftir. Tí, hví skal hann vera tann einasti, sum ikki sleppur og sum er uttanfyri netverkið
sum enn einaferð stendur fyri framman í summar. Í roynd og veru skal hann til “roynd” um ikki so langa tíð, tí fleiri bólkar úr fleiri hava longu tikið av møguleikum hansara. - Fyri teir er tað ikki ein [...] einki at siga, hvør kostnaðurin er. Fyri teir eru Føroyar og Vestmanna eitt so sjáldsamt tilboð, at teir fegnir ofra bæði tíð og pening uppá tað. - Ja, teir fyrstu komu longu um slakar tríggjar vikur, sigur [...] útlendsku stuttleikafiskararnir fegnir gjalda fyri at sleppa til havfiskiskap í Føroyum. Spurningurin er so bert, hvussu stórur bólkurin er. Eru teir 10 í tali, er tað einans 500 krónur í part um dagin. Og tá
»Umanak«. Tað verður so farið avstað úr Nuuk tann 24. apríl við kós til Grønnedal, donsku marinustøðina. Hagar kemur skipið 25. apríl eftir at hava siglt í eitt knapt samdøgur. Dagin eftir verður byrjað at [...] frá leið bert 3 míl. Aldan var í miðal 17 metrar høg, so roknast kundi hava verið við brotum, sum vóru tvær ferðir so høg. Afturat storminum var so eisini vandin við ísi á hesum leiðum, hóast tað ikki sást [...] hvølvdist. Eftir tí, sum Tummas Poulsen hevur kunnað greitt frá, fingu hann og Pollux felagan Klæmint uppá tann hvølvda bátin. Men tá báturin var so lítil, fór hann undan Klæminti. Teir samdust so um, at Tummas
afturat um lívið í Mumidali, frá Kometjakten 1946 til Sent i november 1970. Kring familjuna í dalinum savnast so við og við ein hópur av øðrum íbúgvum: Spelknadiddan og Sniff, Mumrikur og Lítla Mý, filifjonkar [...] muminbókin "Gandakalshatturin". Bókin kom út 1948 og fer fram um várið og summarið í Mumidali, beint eftir at øll eru vaknað úr vetrarsvøvni. Karl N. Hansen hevur týtt til føroyskt. Gandakalshatturin gjørdist [...] og síggja vakra umhvørvið. Skriva skaldsøgur Hóast Tove Jansson er mest kend fyri bøkurnar um Mumi, so eru tær bara ein partur av hennara umfatandi skaldsliga arbeiði. Tove Jansson hevur eisini skrivað
tóku avgerð um at lata bátin liggja eftir á sandinum. Teir drógu hann niðanfrá, so at hann stóð fríur av flóðini. Tá ið teir høvdu gingið einar tríggjar fjórðingar eftir sandstrondini, gjørdist lagið betur [...] at fara um. Teir vóru tí noyddir at venda aftur eftir bátinum. Men fyri at vinna tíð og fáa skjótari boð frá sær, meðan hinir mennirnir fóru aftur eftir bátinum, gjørdi John á Bakkanum aftur tað bragd [...] at ikki var hugsandi um at sleppa út frá landi aftur vegna so lítla motorkraft, varð avgjørt at halda “Queen Victoriu” undan, beint inneftir. Tað var helst okkara bjarging. Bestimaðurin, Michael í Mykinesi
hermonnunum í hesum komandi borgarastríði, viðgongur hann tó eisini, at tá hansara tíð kemur, ræðist hann eina langa, trupla og pínufulla sjúkralegu. Heldur hevði hann ynskt sær, at deyðshjálparbásar vóru [...] góður deyði er nakað, vit øll vóna at fáa. Helst ein friðarligur, pínuleysur deyði eftir eitt langt, eydnusamt lív. So heppin fara vit øll tó ikki at verða. Spurningurin er sostatt, um tann doyggjandi skal [...] persóni loyvi til sjálvur at avgera, hvussu hann livir, so leingi hann eisini virðir hesi somu rættindi hjá øðrum. Deyðin er ein partur av lívinum, so um ein persónur hevur rættin til eitt sømiligt lív, má
hesa ferð bert tríggjar dagar í Føroyum. - Tá ein hevur ferðast so langt, er tað ótrúliga keðiligt bert at steðga í so stutta tíð. Hinvegin, so slapp hon at siga frá einum lítlum parti av lívi sínum, tá umboð [...] arbeiði í Føroyum, eftir at Oyggjaleikirnar vóru lidnir. Men fíggjarliga var hetta ein so ring tíð her á landi, at tað var ikki hugsingur um hjá einum fremmandum at fáa arbeiði her. Eftir einar seks mánaðir [...] sjálvandi ein orsøk til, at ein ung genta av Nesi í norðuri, flytir so langt sum til Gibraltar í suðri fyri sløkum 20 árum síðani. Sum hjá so mongum øðrum kvinnum var tað ein sjeikur, sum var høvuðsorsøk til
ella skeyt fugl av og á, men tíðin hevur helst ikki verið so góð sum hugurin, so báturin varð við árunum ikki flotaður so ofta. Tá Sigvald so varð pensioneraður varð báturin skiftur út, men tíðin røkkur [...] skálafólk savnast í høllini at spæla flogbólt. Eisini hava Ása og Sigvald tryvist úti í náttúruni. Dagligir gongutúrar, bæði í bygdini, ímillum bygdir og í haganum. Sigvald hevur eisini skotið harur so at siga [...] vegasamband. Fyrstu árini var ein av vanligastu uppgávunum at trekkja tenn út. Onkuntíð vóru eisini boð eftir læknanum, tá onkur seyður ella hundur hevði brotið bein, ella tá ær skuldi lemba, og ikki alt gekk
tey langa teinin úr London til Glasgow - kosta hvat tað kosta vildi. - Ja, altso um einar 9000 krónur haldi eg, at tað hevur kostað, so sjálvandi var tað nógv, og kundu vit ikki gjalda kontant, so fór [...] , og so skuldu teir 20 føroyingarnir, sum vóru komnir til Glasgow, fáast umborð sum skjótast. Lítið meira enn 20 minuttir vóru gingnir, frá tí at flogfarið var tømt fyri ferðandi til Glasgow, so komu [...] flogbreytina. - Vit koyrdu úr London um midnáttarleitið, og so hoyrdu vit klokkan seks í morgun á BBC, at loftrúmið kanska fór at lata aftur. So tá vit endiliga settu okkum í flogfarið og koyrdu út á fl
morgun skuldi kykast, so tað var heitt inni til innringingartíð. Vit beiggjar hjálptu til eftir førimuni. Eg kann so ikki siga, at mín partur kom á hædd við hinar. Menniskju eru so ymisk. Mamma var eisini [...] orðna seg. Men beinið var so hovið, at mamma mátti tvær ferðir leggja brøkurnar út, so hann kundi sleppa í buksurnar. So sigur Jóan Magnus, at hann mátti koma niðan við til hús, so hann kundi geva mammu boð [...] eisini so nógvir aðrir fiskimenn hava verið í, og sum ikki hava kunnað sagt frá. Tí er tað ikki so løgið, at hesar hendingar eru ein partur av samleikanum hjá føroyingum, sjálvt um so long tíð er liðin