Veðrið er av tí allarbesta hósdagin í farnu viku. Sólin er frammi viðhvørt, men tað er kuldi í luftini.
Umborð á bátinum Blásteini er hann farin til arbeiðis. Tað ræður í fyrsta umfari at hava bátin lidnar til stevnuna um vikuskiftið. Men í øðrum lagi liggur eitt spennandi summar fyri framman.
- Ja, tá ein hevur ein slíkan træbát, er neyðugt at mála hann eina ferð um árið, slær Magni Blástein fast.
Hann er tó fult greiður um, at alt viðlíkahaldið umborð verður ikki liðugt til sjálva Bátastevnuna. Ætlanin er kortini, at Blásteinur verður við, tá bátarnir koma siglandi inn á Vestmanna.
Hetta verður líkasum ein venjing ella upphiting til ta stóru uppgávuna sum enn einaferð stendur fyri framman í summar. Í roynd og veru skal hann til “roynd” um ikki so langa tíð, tí fleiri bólkar úr fleiri hava longu tikið av møguleikum hansara.
- Fyri teir er tað ikki ein spurningur um kostnað. Teir koma óansæð prísin, tí vit hava nakað serstakt at bjóða teimum, sigur Magni Blástein við einum brosi.
Í ár væntar hann at hava hesar stuttleikafiskararnar í samanlagt fimm vikur.
Hemarir
Magni Blástein hevur tey seinnu árini rættiliga gjørt vart við seg innan ferðavinnu og havfisking, við serligum áhuga fyri hemaraveiðu og hemarakapping kring oyggjarnar.
Henda kappingin fer fram á hávetri, og hevur verið væl móttikin av føroyingum. Men um summarið ger Magni seg út við tilboðum til føroyingar og kanska einamest útlendingar.
Her kunnu nevniliga stuttleikafiskarar kring allan heimin koma til Vestmanna fyri at fáa sær eina serstaka uppliving við tráðu í hond.
Hetta er sætta árið at útlendingar hava henda møguleikan, og fyri teir hevur tað einki at siga, hvør kostnaðurin er. Fyri teir eru Føroyar og Vestmanna eitt so sjáldsamt tilboð, at teir fegnir ofra bæði tíð og pening uppá tað.
- Ja, teir fyrstu komu longu um slakar tríggjar vikur, sigur Magni, ikki sørt spentur á málinum. - Talan er um ein bólk av týskarum, sum koma 1. juni og steðga her í eina slaka viku.
Fjórðu ferð
Einki kemur av ongum. Aftanfyri tilboðið hjá Magna Blástein liggur eitt stórt og miðvíst fyrireikingararbeiði, bæði heima í Føroyum og ikki minst í øðrum londum.
- Eg havi brúkt nógva orku við at at senda tilfar til tíðarrit, portalar hjá stuttleikafiskarum og onnur støð, greiðir Magni frá.
Nú fær hann úrslit av stríðnum, tí tað er ikki frítt, at útlendingar hava bitið á tilboð hansara. Talan er ikki bert um týskarar, men higar koma eisini írar, polakkar og danir.
- Eg haldi, at teir eru sera væl nøgdir. Ja, tann eini bólkurin kemur í ár á fjórða sinni, sigur hann við einum brosi.
5000
um dagin
Her er tað hvørki tal ella kilo, men prísurin fyri dagin sum útlendsku stuttleikafiskararnir fegnir gjalda fyri at sleppa til havfiskiskap í Føroyum.
Spurningurin er so bert, hvussu stórur bólkurin er. Eru teir 10 í tali, er tað einans 500 krónur í part um dagin. Og tá ein er bitin av einum frítíðarítrivi, spyr ein ikki um kostnaðin.
Talan er ikki beinleiðis um ríkmenn, men um vanligar menn sum leggja sær summarfrítíð sína til rættis eftir, hvar best og sjáldsamast er at fiska.
- Ja, sum tú sært, er hetta eitt rættiliga snævurt fólkaslag, staðfestir Magni Blástein.
Hemarar um summarið
Tey seinastu árini hevur Magni Blástein tikið stig til ta serligu hemarakappingini í Føroyum.
Henda kappingin hevur bert verið í ávísa tíð á vetri, tá ein hevur hildið at mest var til at hemara kring oyggjarnar.
Men Magni hevur nú funnið fram til, at møguleiki er eisini at fiska hemara um summarið á einum ávísum staði.
Hetta tilboðið fer eisini at standa útlendsku stuttleikafiskarunum í boði, nú teir í rættiliga stórum tali fara at vitja oyggjar okkara í summar.
Sum skilst er ætlanin somuleiðis at bjóða øllum teimum føroysku hemarafiskarunum til eitt tiltak, saman við útlendskum gestum, ein leygardag í juli mánaði.