Mumibøkurnar kenna flestu børn og barnafamiljur væl, men higartil hevur bara borið til at lesa eina av teimum á føroyskum. Tað er bókin "Trøllavetur", sum Rólant Lenvig týddi í 1977.
Høvundin aftanfyri Mumibøkurnar er Tove Jansson. Hon er finska svarið upp á svensku Astrid Lindgren og var samtíðarfólk við hana.
Hóast Tove Jansson var finsk, skrivaði hon á svenskum. Hon var fødd 1914 og doyði í 2001. Pápi hennara var finnlandssvenski myndahøggarin Viktor ”Faffan” Jansson, og mamman var svenska myndakvinnan og teknarin Signe Hammersten-Jansson. Í bókini Bildhuggarens dotter (1968) greiðir Tove Jansson frá barnaárunum í listafólkaliga umhvørvinum í Helsingfors. Um sumrarnar var familjan í skergarðinum, einum umhvørvi, sum hevði nógv at týða, tá ið Tove tilevnaði Mumidal.
Fyrsta bókin í 1945
Fyrsta mumibókin "Småtrollen och den store översvämningen" kom út í 1945. Tove tók ein lítlan figur, sum hon hevði nýtt til skemtitekningar í bløðum, og nýtti hann sum høvuðspersón í fyrstu bókini. Figurin kallaði hon fyri Mumitrøllið.
Tað komu heilar átta bøkur afturat um lívið í Mumidali, frá Kometjakten 1946 til Sent i november 1970. Kring familjuna í dalinum savnast so við og við ein hópur av øðrum íbúgvum: Spelknadiddan og Sniff, Mumrikur og Lítla Mý, filifjonkar, hattagnagarar og heimilar – hvør við sínum eginleikum og serliga livihátti.
Bókin, ið nú er komin út á føroyskum, er triðja muminbókin "Gandakalshatturin". Bókin kom út 1948 og fer fram um várið og summarið í Mumidali, beint eftir at øll eru vaknað úr vetrarsvøvni. Karl N. Hansen hevur týtt til føroyskt.
Gandakalshatturin gjørdist veruliga gjøgnumbrotið hjá Tove Jansson sum barnabókahøvundur. Bókin varð týdd til enskt, og hetta gjørdist byrjanin til, at mumibøkurnar fóru víða um heim.
Bøkurnar eru týddar til 35 mál og eru framførdar bæði sum sjónleikur og opera. Filmur er gjørdur burtur úr teimum, og tær eru sendar bæði í útvarpi og sjónvarpi.
Eisini er Mumidalurin byggdur í Finnlandi har børn og vaksin kunnu vitja Mumifamiljuna og síggja vakra umhvørvið.
Skriva skaldsøgur
Hóast Tove Jansson er mest kend fyri bøkurnar um Mumi, so eru tær bara ein partur av hennara umfatandi skaldsliga arbeiði. Tove Jansson hevur eisini skrivað skaldsøgur, stuttsøgur og hoyrispøl. Den ärlige bedragaren, Rent spel og Resa med lätt bagage.
Tove Jansson hevur fingið eina langa røð av heiðurslønum, teirra millum Nils Holgarson-plakaten 1953, H. C. Andersen-medaljen 1966, Mårbackpriset 1972, Finlandspriset 1993 og Svenska Akademiens stora pris 1994.
Bókadeild Føroya Lærarafelagið, ið gevur bøkurnar út á føroyskum, ætlar at geva allar upprunabøkurnar um Mumi út. Talan er um átta bøkur umframt smábarnabøkurnar, ið Lærarafelagið eisini hevur ætlanir um at geva út. Ein bók er sum sagt longu komin, og ein kemur aftrat í heyst, og síðani koma tvær um árið.