Endiliga heima

Klokkan gott 10 í gjárkvøldið komu teir fimm menninir av farmaskipinum Danica White loksins til Danmarkar. Uttanríkisráðið hevði leigað eitt týskt flogfar, sum fleyg menninar úr Djibouti til Odense. Saman við teimum vóru umboð fyri uttanríkisráðið og nakrir sálarfrøðingar, og á flogvøllinum vóru avvarðandi komin at taka ímóti teimum fimm monnunum, sum sótu gíslar hjá somalisku sjórænarunum í 83 samdøgur. Fakfeløgini hjá monnunum fara nú at krevja, at altjóða skipaferðslan skal fáa verju har, tað er neyðugt.