hesa vikuna er rokk konsert í Sirkus við Jürghinn. Aftaná er Oldies/Goldies: 70s rock disking við Them Mad. Trýmannabólkurin Jürghinn bjóðar til sjáldsama pallframførslu í Sirkus hóskvøldið 6. oktober [...] framførslu á Sement í ár, hevur seinastu tíðina arbeitt uppá eina útgávu, ið eftir ætlan kemur út áðrenn jól. Tónleikurin er ein serstøk blanding av Lynyrd Skynyrd, Jim Beam og Vágasound, og í kvøld verður bjóðað [...] ella ein skarpan, meðan oyrað verður lagt til Jürghinn og føroya feskastu rock & roll framførslu! Eldur verður settur á fyrsta lagið klokkan 21.00. Eftir framførsluna er Oldies/Goldies tema við DJ-duoini
Í hesum sambandi var eitt ávíst virksemi kring Nørrnu fyrrapartin. Í venjingini ringdi ein ónevndur persónur til móttøkuna umborð á Norrønu og boðaði frá, at ein bumba var umborð, stutt eftir [...] eftir kyknaði eldur á dekkunum 2, 5 og 7. – Venjingin skal tryggja, at mannagongdir í sambandi við kreppustøðu á Norrønu virka sum ætlað. Harumframt skulu Smyril Line og avvarðandi myndugleikar gjøgnum [...] nar, sigur Henny á Líknargøtu, marknaðar- og sølustjóri á Smyril Line. Eftirmetingin verður í komandi viku.
Síðani 1936 hevur tað verið traditión, at tann olympiski eldur, sum verður tendraður í Olympia, verður borin til býin, har olympisku leikirnir verða hildnir. Tað verður gjørt við eini drúgvari stafett [...] stafett, sum fer um lond og landamørk. Mánadagin var um reppið, at olympiski eldurin varð stolin í enska býnum Coventry ávegis til London. Fimm starvsfólk frá heilsustovninum NHS runnu við kyndlinum ígjøgnum [...] kyndilin, men teir fingu hann ikki úr hondini á manninum, sum rann við honum. Trygdarfólk løgdu upp í og fekk dreingirnar burtur frá rennarunum. Niðanfyri ber til at síggja sjónvarpsupptøku av hendingini
Moskva vísa, at eitt ferðafólkaflogfar stendur í ljósum loða í altjóða lufthavnini í Moskva. Sambært fleiri russiskum tíðindamiðlum vóru millum 70 og 80 ferðafólk í flogfarinum, sum sigst vera eitt Aeroflot-flogfar [...] skuldi til Murmansk, men sum noyddist at venda aftur til Moskva, tí eldur var í. Sagt verður eisini, at flogfarið hevði eina harða lending í Moskva.
Fyrr í kvøld varð ringt á alarmsentralin at boða frá, at eldur var komin í djúpvatnstrolaran, Steintór. Tað var so heppið, at hann lá við bryggju í Hvalba. Løgreglan sigur, at bjargingarliðið í Hvalba [...] fyri eini løtu síðani komu boðini um, at eldurin varð sløktur. Løgreglan sigur, at eldurin kyknaði í maskinrúminum. Manning var umborð og tey royndu at sløkkja, ímeðan teir ringdu á alarmsentralin. Men
og í vanlukkuni læt eitt fólk lív, og fleiri tíggjutals fingu løstir. Í hendingini kom eldur í ein av tokvognunum, og á myndini er hetta vognurin, sum sæst liggja á liðini. Eitt talsfólk hjá sløkiliðnum [...] tokvanlukka var í Niðurlondum um 03.30-tíðina síðstu nátt, tá eitt ferðafólkatok fór at sporinum. Hendingin fór fram nærindis býnum, Voorschoten, sum liggur millum Haag og Amsterdam. 50 fólk vóru í tokinum, og [...] endaðu á sjúkrahúsi, og onnur vórðu viðgjørd á staðnum - ella í heimunum hjá fólki, sum búgva nærindis. Tey skaddu vórðu flutt á sjúkrahús í sjúkrabili og tyrlu. Niðurlendski forsætisráðharrin, Mark Rutte
løtu síðani frá, at eldur er í einum bili inni í Leirvíkstunlinum, sum tí er stongdur. – Sløkkiliðið er komið á staðið, og tunnilin er stongdur, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Dagføring 12:20: [...] tí ikki er í góðum standi og mælt verður frá at koyra tann vegin, nú tunnilin er stongdur. Løgreglan fekk boðini um eldin klokkan 11:58. Ein bilur kom fram á brennandi bilin. Eitt fólk var í bilinum, sum [...] 12:20: Løgrelgan sigur nú, at eldurin í bilinum er sløktur. Men enn er ikki koyrandi, tí tunnilin skal ruddast, og Landsverk skal kanna, um tunnilin hevur fingið skaða av eldinum. Enn veit løgreglan ikki
Tíðliga í morgun fekk Grønlands Politi eina fráboðan um, at eldur var í einum bygningi, sum húsar einari fyritøku í grønlendsku bygdini, Kangerlussuaq. Løgregla og sløkkilið fóru á staðið, og Sermitsiaq [...] ella um talan er um eitt óhapp, sigur vaktleiðarin, Poul Kreutzmann, við Sermitsiaq í morgun. Í bygdini Kangerlussuaq í Vesturgrønlandi, nærindis Sisimiut, búgva sambært Wikipedia umleið 500 fólk. [...] eggjar borgarum í bygdini til at hava eyguni við roykinum og helst at hava vindeygu og hurðar aftur. Seinastu tíðindini úr Kangerlussuaq siga, at roykurin eisini fór yvir barnagarðin í bygdini, og tískil
Eldurin í matstovuni Balkon 51 í Bakkanum í gjár spreiddi seg til allan bygningin. Ein onnur matstova og fleiri aðrir handlar í bygninginum brunnu í grund. Tað byrjaði at brenna í matstovuni Balkon 51 í Bakkanum [...] tætt við eyðkanda rutsjibanan, um níggjutíðina í gjárkvøldið. Øll tey vitjandi á Bakkanum vóru førd út úr parkini. 45 brandmenn og 15 brandbilar tóku lut í sløkkiarbeiðinum, og stutt fyri midnátt danska [...] skuldi breiða seg til restina av parkini. Sløkkiliðsfólkini valdu at ríva part av bygninginum, sum eldur var í, fyri betri at sleppa framat og sløkkja eldin. Sambært Nordsjælland Politi er eingin fólkaskaði
eini løtu síðani varð boðað frá eldi í einum húsum í Dalatúni i Havn. Á Brandstøðini siga tey, at tað var eitt stearinljós í einum vindeygakarmi, sum hevði fest í. Men eldurin varð uppdagaður tíðliga og [...] sum fekk skaða, umframt at tað varð vorðið svart uppi undir loftinum. Onki fólk var inni, tá ið eldur kom í, so tað var merkisvert, so væl tað gekst á hesum sinni. Tað vóru fólk, sum komu framvið, sum varnaðust [...] umráðandi er tað hesa tíðina, har tað er nógv ferð ár, og nógv fólk tessvegna eru strongd og í tíðarneyð. Tí tað er nettupp í strongdum løtum, at tað er skjótt at gloyma, minna tey á brandstøðini á.