Eldur er í eini matstovu á Bakkanum norðan fyri Keypmannahavn í kvøld. Allir gestirnir á Bakkanum eru førd út úr stuttleikaøkinum, sambært Nordsjælland Politi.
- Tað ber ikki til at hava gestir gangandi har, tá vit royna at fáa tamarhald á eldinum, sigur Martin Bakke, vaktleiðari.
Løgregla, sløkkilið og sjúkrabilar eru á Bakkanum í kvøld, og sambært løgregluni er eldurin í eini matstovu.
Tað var stutt eftir klokkan níggju danska tíð, at gestirnir vóru bidnir um at fara út úr Bakkanum.
- Svartur roykur og stórir logar stóðu út úr einari av matstovunum, sigur Jacob Meisner Caspersen, sum var vitjandi.
- Allur Bakkin er tømdur. Nú er nógvur roykur her og vit hoyra at fleiri sløkkiliðsbilar eru áv eg. Tey siga eisini, at eldurin hevur breitt seg, sigur Jacob Meisner Caspersen.
Sambært vakthavandi á løgreglustøðini í Nordsjælland er tó eingin fólkaskaði.










