Russar dripið í minsta lagi trý fólk í Zaporizjzja

- USA, Evropa og okkara sameindu mugu skilja, hvussu hetta følist, samstundis sum roynt verður at samráðast um frið, sigur Volodymyr Zelenskyj

Ivan Fedorov, guvernørur í Zaporizjzja-regiónini

Eitt russiskt dronuálop hevur í nátt kostað í minsta lagi trimum fólkum lívið í Zaporizjzja-regiónini í Ukraina.

 

Tað sigur guvernørurin í økinum, Ivan Fedorov, og hetta skrivar hann á boðtænastuni, Telegram.

 

Hann leggur aftrat, at álopið oyðilegði fleiri íbúðir, og eldur kom í.

 

Seinastu tíðina hevur Russland framt fleiri álop á Ukraina - serliga við tí endamáli at raka undirstøðukervið í landinum.

 

Russland heldur fram við sínum álopum, samstundis sum samráðst verður um at fáa í lag eina friðaravtalu millum londini.

 

Sambært ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, er ætlanin, at næsta umfar í friðarroyndunum verður sunnudagin komandi.

 

Í gjár skrivaði ukrainski forsetin á X, fyrrverandi Twitter, at Russland leggur til rættis nýggj álop á Ukraina.

 

- USA, Evropa og okkara sameindu mugu skilja, hvussu hetta følist, samstundis sum roynt verður at samráðast um frið, sigur Volodymyr Zelenskyj.

 

 

 

Ivan Fedorov, guvernørur í Zaporizjzja-regiónini