sigur, at tað er sera sjáldan, at vinnarar ikki fáa vinningin, og vinnarin hevur eitt ár til at gera vart við seg. Vanligar orsøkir til, at tað gongur ein tíð, áðrenn vinnarar krevja venjingini, er, at tey [...] morgun sett út fráboðan um, at vinnarin hevur ikki gjørt vart við seg enn. Tá ið fólk keypa seðil í handli, er tað sjálvur lotto-seðilin, sum er avgerandi prógvið fyri, at fólk hava vunnið, og tí skal [...] tey ikki hava kannað seðilin beinanvegin eftir dráttin, ella at tey bíða við at siga frá.
Russiska verjumálaráðið hevur sagt, at tey fara at bjóða óheftum granskarum í ST og Reyða Krossi at kanna álopið á fongslið í Olenivka í Ukraina, har 52 ukrainskir krígsfangar lótu lív. Tað skrivaði t [...] gingið á møti, sigur Reyði Krossur við Reuters. Reyði Krossur heldur, at neyðugt er at gera alt, sum liggur í teirra makt fyri at finna orsøkina og tey faktuellu viðurskiftini kring álopið á fongslið. [...] persónar, siga umboð fyri Reyða Kross við Reuters. ST krevur eisini, at álopið verður kannað. Bæði ST og Reyði Krossur stríðast við at fáa atgongd til tey øki í Ukraina, sum Russland hevur hertikið.
r í Gaza, at umleið 28.340 palestinar nú hava latið lív síðan hin 7. oktober. Seinasta samdøgrið verður sagt, at nakrir tíggjutals palestinar hava latið lív í býnum, Rafah, sum liggur upp at markinum til [...] herurin hevur sagt, at helmað verður ikki í, fyrr enn endaligur sigur er vunnin í Gazageiranum. Norska kringvarpið NRK endurgevur í morgun heilsumyndugleikarnar í Gaza fyri at siga, at 12.300 børn higartil [...] Lagt verður aftrat, at tveir gíslar eru bjargaðir undir ísraelsku atsóknunum á býin í nátt. Ein nýggj vápnahvíld hevur verið upp á tal í Gazageiranum, men í løtuni eru ikki útlit til, at hon verður veruleiki
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at í hesum kanningunum vórðu tilsamans fimm mál skrivað. - Hesi mál vóru eitt nú fyri at tosa í handhildnari fartelefon, fyri ikki at hava tendrað ljósini á bilinum [...] einki at seta fingurin á, sum vaktleiðarin á løgreglustøðini málbar seg í morgun. - Vit vóru úti í Norðoyggjum, Eysturoy og í høvuðsstaðarøkinum seint leygarnáttina. Bilførarar sluppu at blása fyri at vita [...] prutlið er ólógligt. Nakað av vindi var í støðum síðstu nátt, men vaktleiðarin visti í morgun at siga, at eingin hevði ringt og fráboðað nakran vindskaða - ella um aðrar trupulleikar, sum kundu staðist
er, at nøkur partrolarapør aftrat fara út aftur skjótt. - Fiskiskapurin hjá partrolarunum er brúkiligur í løtuni, og onkur pør koma inn at landa í næstu viku. Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga [...] siga. Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tveir eru á Íslandsrygginum, og ein er á svartkalvaveiði. - Vit vænta, at annar av Íslandsrygginum kemur inn at landa í næstu viku. Ivasamt er, um hinir landa [...] landa í næstu viku. Lagt verður aftrat, at ein frystitrolari eisini er á svartkalvaveiði. Av teimum smáu trolbátunum eru fýra á Skeivabanka. Nakrir fáa hvíting, havtasku og annan fisk, og nakrir fiska bara
á staðnum, har hann liggur jarðaður, at tvær spreingingar vóru. Myndugleikarnir í Iran siga, at talan var um eina yvirgangsatsókn. Seinnapartin í gjár varð sagt, at talið av deyðum eftir atsóknina var 103 [...] 103, men nú siga iransku heilsumyndugleikarnir, at talið av deyðum eftir álopið er 84. Heilsumálaráðharrin í Iran, Bahram Eynollahi, sigur, at mistakið er, at nøvnini á nøkrum av teimum, sum lótu lív, eru [...] spreingingar nærindis grøvini hjá Qasem Soleimani í iranska býnum, Kerman. Her vóru nógv fólk savnað at minnast mannin, sum USA beindi fyri. Qasem Soleimani var fyrrverandi leiðari hjá elituherinum í iransku
Tað er ikki so sjáldan, at tað hendir - at frástøðan millum bilarnar í ferðsluni er ov tepur, og tá illa vil til, er skjótt, at eitt ferðsluóhapp stendst av hesum. Soleiðis var á Glyvrum seinnapartin í [...] og bilurin, sum koyrdi aftan fyri, ikki kláraði at bremsa, men koyrdi á bilin, sum bremsaði fyri fótgangaranum. Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tá slíkar hendingar fara fram, verður talan um eitt [...] verður hildin - ja, tá er talan um brot á ferðslureglurnar, visti vaktleiðarin at siga í morgun. Løgreglan leggur aftrat, at einki hendi fótgangaranum á Glyvrum, og bilarnir fingu bert smávegis skeinur.
í morgun at siga, at ein annar bilur kom lastbilinum til hjálpar, soleiðis at lastbilurin kundi koyra aftur. Men, tá lastbilurin koyrdi aftur, var ein brekka fyri framman, og tað var her, at óhappið hendi [...] Magn-støðina, og løgreglan er á veg norður at kanna málið, visti vaktleiðarin at siga í morgun. Lagt verður aftrat, at nú kavi legðist aftur, er umráðandi at taka atlit til koyrilíkindini, tí vegirnir [...] koyrdu niðan brekkuna, brast ein slanga í lastbilinum, sum tískil fór eftir hæli. Løgreglan sigur, at lastbilurin, sum fór eftir hæli í brekkuni, kom á hjálparbilin, og rúturin á hjálparbilinum brotnaði
heilt greitt er Løgtingsins vilji, at skipanin skal setast í verk á Suðuroyar Sjúkrahúsi. – Tí er tað sera óheppið, at tað dregur út at seta hana í verk. Tí verður hesin fyrispurningur settur, sigur Erhard [...] dialysuviðgerðin sett í verk? 3. Hvørjar eru orsøkirnar til, at skipanin enn ikki er sett í verk? Í viðmerking til fyrispurningin vísir Erhard Jacobsen á, at Løgtingið hevur í fleiri umførum játtað pening til [...] við tí endamáli at fyrireika og seta í verk skipanina. – Gjørdir eru nýggir fasilitetir og íløgur í bestu útgerðina til dialysuviðgerð - útgerð í serklassa. – Harafturat kann upplýsast, at tríggir sjúkr
men ynsktu sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki at taka av avtaluni, sigur sjúkrahússtjórin. – Nú verður roynt at fáa royndar dialysusjúkrarøktarfrøðingar uttanifrá at hjálpa okkum hesa fyrstu tíðina, so vit kunnu [...] forstjóri í Sjúkrahúsverkinum í tíðindaskrivi í kvøld. Har verður sagt, at Sjúkrahúsverkið hevur sett fýra sjúkrarøktarfrøðingar, ið fara at taka sær av dialysuviðgerðini á Suðuroyar Sjúkrahúsi. – Sjúkrarøk [...] frøðingarnir hava fingið upplæring bæði í Danmark og á Landssjúkrahúsinum. Fyri at veita dialysutænastuna krevur tað, at ein royndur sjúkrarøktarfrøðingur er við fyrstu tíðina, inntil tey nýggju kunnu