Bilførari helt ikki neyðugu frástøðuna á Glyvrum

Tá ein bilførari steðgaði fyri fótgangara, helt bilurin aftan fyri ikki neyðugu frástøðuna og koyrdi á hin fremra bilin.

Tað er ikki so sjáldan, at tað hendir - at frástøðan millum bilarnar í ferðsluni er ov tepur, og tá illa vil til, er skjótt, at eitt ferðsluóhapp stendst av hesum.

 

Soleiðis var á Glyvrum seinnapartin í gjár. 

 

- Hendingin fór fram, tá ein bilur steðgaði fyri fótgangara og bilurin, sum koyrdi aftan fyri, ikki kláraði at bremsa, men koyrdi á bilin, sum bremsaði fyri fótgangaranum.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tá slíkar hendingar fara fram, verður talan um eitt mál, tí bilurin, sum koyrdi aftan fyri, ikki helt neyðugu frástøðuna og kundi steðga.

 

Tað er munur á einum slíkum máli og einum máli, har onkur kanska missir eina bilhurð á annan bil. Tá plagar løgreglan at lata bileigararnar finna út av tingunum, um tað ber til.

 

- Men, ein slík hending, sum seinnapartin í gjár, tá neyðug frástøða ikki verður hildin - ja, tá er talan um brot á ferðslureglurnar, visti vaktleiðarin at siga í morgun.

 

Løgreglan leggur aftrat, at einki hendi fótgangaranum á Glyvrum, og bilarnir fingu bert smávegis skeinur.