Tað er ósemja um løn millum sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráið sum forðar dialysuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Tað sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum í tíðindaskrivi í kvøld.
Har verður sagt, at Sjúkrahúsverkið hevur sett fýra sjúkrarøktarfrøðingar, ið fara at taka sær av dialysuviðgerðini á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
– Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava fingið upplæring bæði í Danmark og á Landssjúkrahúsinum. Fyri at veita dialysutænastuna krevur tað, at ein royndur sjúkrarøktarfrøðingur er við fyrstu tíðina, inntil tey nýggju kunnu arbeiða sjálvstøðugt.
##med2##
– Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hava gjørt eina avtalu um, hvussu teir royndu sjúkrarøktarfrøðingarnir skulu lønast. Hendan avtalan varð løgd fram fyri royndu sjúkrarøktarfrøðingunum í dialysuni í gjár, men ynsktu sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki at taka av avtaluni, sigur sjúkrahússtjórin.
– Nú verður roynt at fáa royndar dialysusjúkrarøktarfrøðingar uttanifrá at hjálpa okkum hesa fyrstu tíðina, so vit kunnu fara í gongd við dialysuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
– Skuldi tað ikki eydnast at fáa royndar sjúkrarøktarfrøðingar at luttaka í byrjanini, fáa nýggju sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum skulu veita dialysutænastuna, sínar royndir á Landssjúkrahúsinum áðrenn byrjað verður á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, í tíðindaskrivi í kvøld.