Í farnu viku vann ein lotto-seðil, sum var keyptur í handli í Blåvand í Danmark, høvuðsvinningin í Eurojackpot. Vinningurin var heilar 759 milliónir krónur, og hetta er nógv tann størsti lotto-vinningurin, sum nakrantíð er vunnin í Danmark.
18 europeisk lond eru við í Eurojackpot, og føroyingar kunnu eisini spæla við í hesum happadrátti umvegis Danske Spil.
Danske Spil hevur í morgun sett út fráboðan um, at vinnarin hevur ikki gjørt vart við seg enn.
Tá ið fólk keypa seðil í handli, er tað sjálvur lotto-seðilin, sum er avgerandi prógvið fyri, at fólk hava vunnið, og tí skal vinnarin gera vart við seg og vísa seðilin, sum í hesum føri er verdur 759 milliónir krónur.
Danske Spil sigur, at tað er sera sjáldan, at vinnarar ikki fáa vinningin, og vinnarin hevur eitt ár til at gera vart við seg. Vanligar orsøkir til, at tað gongur ein tíð, áðrenn vinnarar krevja venjingini, er, at tey ikki hava kannað seðilin beinanvegin eftir dráttin, ella at tey bíða við at siga frá.











